landinum í løtuni. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst væntandi at liggja mest sum í stað sunnan fyri Ísland og tilhoyrandi brúgvaløg nærkast sum frá líður Føroyum av suðri. Í dag Andøvsgul upp í ein strúk [...] strúk í vindi, 8 til 1 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Í kvøldið og í nátt lot til andøvsgul av norðri [...] 8 m/s. Yvirhøvur klárt, men okkurt kavaæl. Hitin niður í 6 kuldastig. Í morgin Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl
Þórarinn Leifssonn í Føroyum, har hann fer at fortelja um sín sermerkta skaldskap fyri skúlabørnum í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi. Tað er Norrøna Felagið, sum hevur fingið vitjanina í lag umvegis eina [...] rithøvundar at vitja skúlar í grannalondum fyri at geva børnunum betri kunnleika til norðurlendsku grannamálini. Í 2015 vitjaði norska Aina Basso í somu ørindum, og tá vóru tað skúlarnir í Fuglafirði, Runavík [...] bókum hansara. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 2011 út bókina ”Loyndarmálið hjá pápa” í týðing Tóru Tóroddsdóttur og í 2014 ”Dreygasøgan hjá lítla Pálli” í týðing Hjørdisar Heindriksdóttur. Bókin um l
vísir á, at tað eru umleið 60 kirkjur og nøkur bønhús í Føroyum, og soleiðis sum gongdin hevur verið í fleiri ár, er talan um nakrar kirkjur, eitt nú í Saksun og Kirkjubø, har lestur ikki verður lisin hvønn [...] Í Elduvíkar kirkju hevur verið reglulig kirkjugongd hvønn sunnudag í mong ár, men í ár hevur tað verið undantakið, at kirkjugongd hevur verið. Nakrar bygdir eru nú vorðnar so fólkatómar, at hetta er farið [...] at búgva, og tískil hevur kirkjugongd bert verið fáar sunnudagar í Elduvíkar kirkju í hesum árinum. Poul Jóhannes Reyná, kirkjuverji í Elduvík, ásannar, at tað eru ikki bara trupulleikar við at fáa fólk
fyri hvørt ár sær man fleiri ung í okkara tjóðarbúnað. Tá portalurin var í býnum fyrr í dag, hitti hann sjey vinkonur, sum allar vóru farnar í føroysk klæði. "Øll eru vøkur í føroyskum klæðum. Tað er eitt [...] roksut at koma í, men tað er tað vert," sigur Asta Hansen, sum er búsitandi í Glasgow, men eri heima nú í summarferiu. "Ja, bæði gentur og dreingir blíva nógv flottari, tá tey hava latið seg í føroysk klæði [...] til dagligt lesur í Keypmannahavn. "Tað er nokk so stuttligt, tí um man ikki er í føroyskum klæðum á ólavsøku, so er man totalur outside'ari óansæð, hvussu pent man annars er latin í," sigur Hanna Christiansen
Schindler tók við í summar, hevur René verið drúgvur partur av liðnum, og í heyst var hann sjálvskrivaður í landsliðshópinum. 28 ára gamli René Shaki Joensen hevur spælt 86 dystir í bestu landskappingini [...] i, 13 dystir í kappingini um løgmanssteypið, tveir stórsteypadystir og 11 dystir í Europa. Nýggi KÍ spælarin hevur verið 31 ferðir á landsliðnum, har hann hevur skorað trý mál. Í Føroyum hevur René Shaki [...] tað ljóðaði í summar, og nú í heyst hevur søgan av álvara fingið bein at ganga á. Og nú er tað púra vist. René Shaki Joensen hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. Hann hevur biðið liðfeløgunum í HB farvæl
vera man ikki, men tey í Mentamálaráðnum halda seg vera vís í, at tað eru tey í Vestmanna, sum hava slatrað, og ikki onkur í Mentamálaráðnum, tí hevur ráðið meldað setanarnevndina í Vestmanna til løgregluna [...] Mentamálaráðið um eina frágreiðing um, hví nummar eitt ikki varð settur í starvið. Men hvørki Kringvarpið ella aðrir miðlar í Føroyum – og í frælsa heiminum annars – hava skyldu at upplýsa Mentamálaráðnum ella [...] tann hátt fær Mentamálaráðið ikki revsað nakran í setanarnevndini í Vestmanna. Útvarpið segði í tíðindunum klokkan 14, at Kringvarpið veit, at Skúlastýrið í Vestmanna hevur biðið Mentamálaráðið um frágreiðing
dómari í kappingini var millum annað kenda songkvinna Anastacia. The Dreams endaði á triðja plássi í hesi kappingini. Tað stóra fólksliga gjøgnumbrotið í Føroyum fekk The Dreams, tá ið teir á sumri í 2006 [...] Á heysti í 2006 fluttu tónleikararnir í The Dreams til Danmarkar at búgva, og har var ætlanin at leggja alla orku í at spæla tónleik. Stutt eftir, at teir vóru komnir niður, royndu teir seg í donsku útgávuni [...] var stóri sigurin hjá teimum í kappingini, at teir hittu framleiðaran Chief 1, sum teir hava arbeitt saman við síðani. Í januar mánaði í fjør vóru The Dreams og Chief 1 í studio fyrstu ferð, og síðani
Skipið leggur inn í nógvar havnir á vegnum. Tann 30. juli verður Georg Stage við í Tall Skips Race 99 í Greenock í Skotlandi, har 100 stór seglskip og skúlaskip taka lut. Meðan skipið er í Greenock, fáa [...] middagsleitið í gjár legði skúlaskipið George Stage frá bryggju í Keypmannahavn við 63 næmingum í aldrinum 17 til 22 ár umborð, 22 kvinnum og 41 monnum, seks eru úr Grønlandi og trý úr Føroyum. Tíggju av [...] sum skipsatstøðingar í danska handilsflotanum. Áðrenn fráferðina hava tey 63 ungu umborð tikið skeið í sjótrygd, ið fatar um bæði eldsløkking og bjarging. Sjóferðin, ið serliga verður í skandinaviskum og
sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýri, kommunum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. Ein arbeiðsbólkur er [...] Løgmansskrivstovan og Heilsumálaráðið umboða føroyskar myndugleikar í arbeiðsbólkinum. Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var í gjár í Heilsumálaráðnum. Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at gera eina frágreiðing [...] málsøkini skulu yvirtakast. Í tíðarætlanini fyri arbeiðið, eru tveir fundur ásettir afturat í ár. Eftir ætlan verður arbeiðsbólkurin liðugur við frágreiðingina í desember í ár.
Kamarkór at spæla á Summartónum í ár, sum verða at hoyra á so ymiskum støðum sum í Havn, í Klaksvík, á Toftum, á Sandi, í Elduvík, í Gásadali, í Sandavági, við Gjógv, í Fuglafirði og í Klæmintsgjógv undir Hestoynni [...] mar verða at hoyra. Festivalheitið Summartónar vísti seg í fjør at kunna rúma øllum stílunum, verður sagt í tíðindaskrivi frá fyrireikarunum. Í ár byrja Summartónar 23. juni og halda fram til 25. juli [...] landið. Summartónar er nevniliga einasta tónleikastevna í Føroyum, sum skipar fyri konsertum á teimum størri plássunum eins og á smáplássunum. Høvuðstemu í ár verða tangotónleikur, tónleikur hjá Yggdrasil og