Punkbólkurin The Dreams hevur støðugt gjørt vart við seg, síðani bólkurin varð stovnaður í 2004. Fyrsta árið var helt tað mest friðarliga hjá teimum, men í september 2005 komu teir av álvara fram, tá ið teir vóru við í eini sjónvarpsrøð hjá MTV, sum kallaðist MTV ACUT.
Hetta var ein kapping millum ungar bólkar, og dómari í kappingini var millum annað kenda songkvinna Anastacia. The Dreams endaði á triðja plássi í hesi kappingini.
Tað stóra fólksliga gjøgnumbrotið í Føroyum fekk The Dreams, tá ið teir á sumri í 2006 spældu fløguna Tazy inn. Á útgávuni gjørdu teir sínar egnu tulkingar av kendum føroyskum poppsangum, og hetta var sera populert. Sangir sum Sasasasa, Nummar, Cirkus Tinganes og aðrir vóru nógv at hoyra, og Sasasasa mundi verða størsta útvarpshittið hetta árið.
Til Danmarkar
Á heysti í 2006 fluttu tónleikararnir í The Dreams til Danmarkar at búgva, og har var ætlanin at leggja alla orku í at spæla tónleik.
Stutt eftir, at teir vóru komnir niður, royndu teir seg í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands, og hóast eitt triðja pláss var heiðurligt, var stóri sigurin hjá teimum í kappingini, at teir hittu framleiðaran Chief 1, sum teir hava arbeitt saman við síðani.
Í januar mánaði í fjør vóru The Dreams og Chief 1 í studio fyrstu ferð, og síðani hevur verið arbeitt dúgliga við nýggjum sangum. Úrslitið er ein fløga, sum kemur út í Danmark tann 8. februar. Eftir tað er ætlanin at framleiða eina útgávu til altjóða marknaðin.
Meðan bíðað verður eftir hesum, kann The Dreams gera vart við seg í danska Grand Prixnum, har teir nú eru komnir í finaluna.