Summartónar seta aftur dám á summarið

Einki føroyskt summar uttan Summartónar. Síðani 1992 hevur á hvørjum ári verið skipað fyri tónleikastevnuni Summartónar, og er sostatt talan um elsta núverandi tónleikafestival í Føroyum.
Í fjør varð Jazzfestivalurin lagdur saman við Summartónum, soleiðis at vit nú hava eina tónleikastevnu undir navninum Summartónar ístaðin fyri tvær

Royndin eydnaðist væl, og tónleikarar og tónaskøld vóru samd um at halda fram við verkætlanini.
Summartónar 2006 fara at menna hetta konseptið við eini skrá, har fólkatónleikur, partiturtónleikur, jazzur og sokallaðir crossoverformar verða at hoyra. Festivalheitið Summartónar vísti seg í fjør at kunna rúma øllum stílunum, verður sagt í tíðindaskrivi frá fyrireikarunum.
Í ár byrja Summartónar 23. juni og halda fram til 25. juli við konsertum kring alt landið. Summartónar er nevniliga einasta tónleikastevna í Føroyum, sum skipar fyri konsertum á teimum størri plássunum eins og á smáplássunum.
Høvuðstemu í ár verða tangotónleikur, tónleikur hjá Yggdrasil og frumframførslur eftir Sunleif Rasmussen.
At varpa ljós á tangosøguna sum heild hava Summartónar fingið bólkin Athelas Sinfonietta Copenhagen at koma hendanvegin við framførsluni Tango Absolut, har bæði sangur, tónleikur og filmur verða á skránni.
Norðurlendski bólkurin Yggdrasil hátíðarheldur sítt 25 ára jubileum í ár og verður at hoyra fleiri ferðir á Summartónum í, m.ø. við saxofonistinum John Tchicai og sangaranum Kárra Sverrissyni.
Sunleif Rasmussen, sum higartil er einasti føroyingur, sum hevur vunnið Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur fleiri frumframførslur umframt onnur eldri verk á skránni í ár, sum serliga Aldubáran fer at framføra, siga fyrireikararnir.
Harafturat fara m.o. Tjant við Heðin Ziska Davidsen, danski bólkurin Pillow, El-ljómur, Atli Ellendersen, Tórshavnar Kamarkór at spæla á Summartónum í ár, sum verða at hoyra á so ymiskum støðum sum í Havn, í Klaksvík, á Toftum, á Sandi, í Elduvík, í Gásadali, í Sandavági, við Gjógv, í Fuglafirði og í Klæmintsgjógv undir Hestoynni.
Skráin fyri Summartónar er prentað og er at fáa kring landið í kunningarstovunum og í
Norðurlandahúsinum.