Í Elduvíkar kirkju hevur verið reglulig kirkjugongd hvønn sunnudag í mong ár, men í ár hevur tað verið undantakið, at kirkjugongd hevur verið. Nakrar bygdir eru nú vorðnar so fólkatómar, at hetta er farið at ganga út yvir kirkjugongdina. Dømir eru soleiðis um bygdir, har eingin regluligur lestur longur er sunnudagar.
Ein av hesum bygdum er Elduvík.
Í nógv ár las Malvinus Reyná lestur í Elduvíkar kirkju, men seinastu árini hevur tað serliga verið Jóhanna Paula Samuelsen, lærari, sum hevur lisið.
Hon er nú flutt út á Glyvrar at búgva, og tískil hevur kirkjugongd bert verið fáar sunnudagar í Elduvíkar kirkju í hesum árinum.
Poul Jóhannes Reyná, kirkjuverji í Elduvík, ásannar, at tað eru ikki bara trupulleikar við at fáa fólk at lesa lestur, tí neyðugt er eisini at hava fólk at leika á urguna.
- Vit hava hugsað um ymiskar møguleikar, kanska í samstarvi við Funningsfjørð, har tey hava bønhús, men enn er eingin endalig loysn fingin.
Jóhanna Paula Samuelsen sigur, at ein vanligan sunnudag vóru eini 8-10 fólk í kirkju í Elduvík, onkurtíð fleiri og onkuntíð færri.
- Tað vóru eisini sunnudagar, har bert eini 3-4 fólk vóru í kirkju, sigur fyrrverandi deknurin í Elduvíkar kirkju.
Jógvan Fríðriksson, bispur, ásannar, at alt broytist, og soleiðis eisini við fólkagrundarlagnum í smáu bygdunum.
Bispur vísir á, at tað eru umleið 60 kirkjur og nøkur bønhús í Føroyum, og soleiðis sum gongdin hevur verið í fleiri ár, er talan um nakrar kirkjur, eitt nú í Saksun og Kirkjubø, har lestur ikki verður lisin hvønn sunnudag.
- Eg veit um, at kirkjugongd hevur verið á smáplássum, har bert eini tvey fólk vóru í kirkju, sigur bispur.











