Tann avgerðin hevur nú elvt til, at aðalráðið hjá Jenis av Rana hevur melda setanarnevndin í Vestmanna til løgregluna fyri at slatra.
Hetta visti Kringvarpið at siga.
Søgan er tann, at onkur hevur sagt Degi og Viku, at Umsøkjarin, sum varð settur sum skúlastjóri, ikki varð innstillaður sum nummar eitt, og at Jenis av Rana valdi annan umsøkjara, sum so má vera innstillaður sum nummar 2 ella 3.
Hvaðani Kringvarpið hevur upplýsingarnar vita vit sum vera man ikki, men tey í Mentamálaráðnum halda seg vera vís í, at tað eru tey í Vestmanna, sum hava slatrað, og ikki onkur í Mentamálaráðnum, tí hevur ráðið meldað setanarnevndina í Vestmanna til løgregluna.
Sambært Kringvarpinum hevur setanarnevndin biðið Mentamálaráðið um eina frágreiðing um, hví nummar eitt ikki varð settur í starvið.
Men hvørki Kringvarpið ella aðrir miðlar í Føroyum – og í frælsa heiminum annars – hava skyldu at upplýsa Mentamálaráðnum ella løgregluni sínar keldur, so á tann hátt fær Mentamálaráðið ikki revsað nakran í setanarnevndini í Vestmanna.
Útvarpið segði í tíðindunum klokkan 14, at Kringvarpið veit, at Skúlastýrið í Vestmanna hevur biðið Mentamálaráðið um frágreiðing um, hví landsstýrismaðurin ikki fylgdi innstillingini.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði við útvarpið, at øll í setanarnevndini hava skrivað undir tagnarskyldu, tí einki skal koma út, tá eitt starv skal setast.
– Tí er hetta álvarsligt, og sakførarin hjá Mentamálaráðnum hevur mælt okkum til at melda lekan til løgregluna, sigur Poul Geert Hansen við útvarpið.
Jóna Seloy, limur í setanarnevndini, og sum eisini er forkvinna í skúlastýrinum í Vestmanna, váttaði fyri útvarpinum, at hon er meldað til løgregluna.
Fráboðanina um tað fekk hon fríggjadagin.
Aðra viðmerking hevði hon ikki.