ístaðin at brúka teir møguleikar, hon hevur, at taka farloyvi í øðrum starvinum, tá ið tað verður neyðugt. Hon stúrir ikki fyri at hetta fer at elva til, at hon fer at forsøm nógvar tingfundir, ella at annað [...] annað arbeiðið fer ikki at verða røkt til fulnar. Hon vísir á, at tað er stutt at koyra úr Vágum til Havnar, tað er bara ein hálvur tími, so tað er onki at ferðast ímillum. [...] r. Kristin Michelsen hevur gjørt greitt, at hann ætlar sær at røkja bæði, meðan Jógvan Skorheim hevur sagt tingsessin frá sær. Men Rósa Samuelsen ætlar sær at røkja bæði størvini, í hvussu so er í fyrstu
luttøkuna og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið við at senda »gevst« til 1919. Undan jólum fór Fólkaheilsuráðið undir átakið at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við [...] sum er púra ókeypis. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við. Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva [...] óvanan. Hátturin er, at X-roykjarin fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. X-roykjarin fær eini sms boð dagliga við einum stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við sína avgerð
trupulleikar verið at nøkrum hundum, sum hava gingið leysir, og kommunustýrið í Vestmanna hevur sett sær fyri at gera nakað við tað. Eftir tilmæli frá umsitingini hevur kommunustýrið samtykt at broyta visti [...] vistingargjøldini fyri upptikin leysgangandi djór. mælir umsitingin til, at bygdarráðið samtykkir at broyta vistingargjøldini fyri upptøku av Tá i ein hundur verður tikin upp, skal eigarin gjalda 300 krónur
eisini sannførdur um, at tað ber neyvan til at fáa oljugjaldið burtur úr sáttmálanum aftur, uttan at manningarnar noyðast at lata okkurt afturfyri. Kortini heldur hann, at skipanin eigur at vera meiri gjøgnumskygd [...] Skipanin, at fiskimenn noyðast at rinda fyri oljuna hjá skipunum, er helst komin fyri at vera. Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Tað var í fjør, at tað varð sett [...] gnum staðfestir, at tað er eisini ógvuliga ymiskt, hvat ymisk reiðarí fáa oljuna fyri, tí tað er ymiskt, hvussu stóran avsláttur tey fáa. Orsøkin kann vera, at summi reiðarí klára at gjalda kontant. Hinvegin
fyri at at kanna um peningastovnar ella íløgufeløg hava áhuga fyri at fíggja verkætlanina. Longu nú í januar mánað er ætlanin at taka upp samráðingar við fíggingarstovnar at vita um áhugi er fyri at fíggja [...] staðfestir í hesum sambandi, at eisini føroyskir peningastovnar og pensjónsgrunnar fáa høvi at bjóða seg fram at vera við í fíggingini. Men hann ivast ikki í, at tað verður næsta á, at endalig støða verður tikin [...] leggur hann afturat. Samstundis staðfestir hann, at arbeitt verður eftir, at eitt privat felag skal standa fyri at gera og reka tunlinum Hann sigur, at eitt rit er gjørt við upplýsingum um tunnilin. Hetta
Hon vísir, at 67 prosent eru ósamd við teimum republikonsku politikarunum í Kongressini, sum berjast ímóti, at tey væl løntu og tey múgvandi skulu rinda meiri skatt. Í kanningini sæst, at tað er ikki [...] ikki við góðum huga, at tey væl løntu taka undir við hægri skatti, men at tey stúra fyri teirri ovurstóru almennu skuldini, og at hendan gongdin kann fáa avleiðingar, sum kunnu gera størri skaða enn ein s [...] Tveir triðingar av teimum væl løntu í USA eru til reiðar at rinda meiri skatt, um pengarnir verða brúktir til at bøta um fíggjarstøðuna við eitt nú sparingum og lægri almennum veitingum. Tað sæst í einari
endaliga samtykt, førdi løgmaður fram, at hann helt ikki, at tað var rætti mátin at fara í verkfall. Heldur enn at fara í verkfall, mælti hann listafólki til at seta seg í samband við Bjørn Kalsø, lan [...] staðfestir hann, at listafólk eru partur í samfelagnum, akkurát sum øll onnur og vit vita, at rationaliseringar raka. Men hann heldur, at ístaðin fyri at fara í verkfall, hevði rætti mátin verið at seta seg rundanum [...] við landsstýrismanninum í mentamálum, at vita um tað ber til at hækka játtanina. Hinvegin heldur løgmaður ikki, at hendan skerjingin í Mentanargrunninum fer ikki at koppa føroyskari list, tí tað grør um
í so ringum standi, at tað ber illa til at skanna teir. Men tíbetur liggur originalur av øllum filmunum til skjals í Danmark. Og tað er nógv lættari og harvið nógv bíligari at skanna frá mikrofilmi [...] Nú er greitt, at Mentamálaráðið hevur 800.000 krónur tøkar til arbeiðið, sum skal til, til tess at talgilda øll tey føroysku bløðini, sum eru til skals á Landsbókasavninum. Hetta er ein verkætlanin, sum [...] Martin Næs, saman til tess at finna fram til, hvussu tey gomlu føroysku bløðini kunnu talgidlast - ella digitaliserast, sum tað eitur á fremmandamáli. Endamálið er sjálvandi at leggja øll tey gomlu bløðini