Tað er stórur áhugi fyri at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoynna og Eysturoynna.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
- Gongst sum ætlað, kemur rættilig ferð á arbeiðið at gera tunnilin næsta ár, leggur hann afturat.
Samstundis staðfestir hann, at arbeitt verður eftir, at eitt privat felag skal standa fyri at gera og reka tunlinum
Hann sigur, at eitt rit er gjørt við upplýsingum um tunnilin. Hetta er tað, tey eisini nevna, eitt prospekt.
Har er ein fyribils meting av ferðsluni og øðrum upplýsingum, sum eru neyðugir fyri at at kanna um peningastovnar ella íløgufeløg hava áhuga fyri at fíggja verkætlanina.
Longu nú í januar mánað er ætlanin at taka upp samráðingar við fíggingarstovnar at vita um áhugi er fyri at fíggja verkætlanina.
Er áhugi til staðar at fíggja, verður samráðst víðari, sigur landsstýrismaðurin.
- Ivaleyst fyriliggur eitt svar tíðliga í vár og ynskiligt er, at verulig gongd kemur á Eysturoyartunnilin næsta ár.
- Ber tað til at fáa fígging, er onki at ivast í, at Eysturoyartunnilin kann gerast veruleiki rættiliga skjótt, tí tí tað eru nógv, sum standa til reiðar at fara ígongd við eina verkætlan, sum hesa.
Kári P. Højgaard staðfestir í hesum sambandi, at eisini føroyskir peningastovnar og pensjónsgrunnar fáa høvi at bjóða seg fram at vera við í fíggingini.
Men hann ivast ikki í, at tað verður næsta á, at endalig støða verður tikin til um tunnilin verður veruleiki ella ikki.
Í løgtinginum er landsstýrismaðurin spurdur um hann veruliga ætlar, at tað skulu vera kinesiskir íleggjar, ella aðrir útlendingar, sum skulu hava vinning burtur úr, at føroyingar koyra bil í Føroyum.
- Fyri meg er tað sera týdningarmikið, at tunnilin verður veruleiki og so vil tíðin vísa um tað verða kinesarar, sviar, eysturríkarar, ella onnur, sum hava størst álit á eini verkætlan, sum hesari.
Annars vónar Kári P. Højgaard, at útlendingar bjóða seg fram, tí hendan verkætlanin er so mikið stór, at tað verða neyvan føroyingar einsamallir, sum megna at lyfta fíggingina.










