Borðið fangar: Fiskimenn sleppa ikki undan at rinda fyri oljuna

Skipanin, at fiskimenn noyðast at rinda fyri oljuna hjá skipunum, er helst komin fyri at vera.

Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Tað var í fjør, at tað varð sett í sáttmálarnar fyri ísfiskatrolararnar, at manningarnar skulu rinda sín part av tí, sum oljan kostar meiri enn 3,85 krónur fyri liturin.

Seinastu er oljan dýrkað nógv, samstundis sum upsaveiðan hevur verið vánalig. Hetta ger, at oljufrádrátturin sæst væl á avrokningini.

Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum staðfestir, at tað er eisini ógvuliga ymiskt, hvat ymisk reiðarí fáa oljuna fyri, tí tað er ymiskt, hvussu stóran avsláttur tey fáa.

Orsøkin kann vera, at summi reiðarí klára at gjalda kontant.

Hinvegin er Eyðstein Djurhuus eisini sannførdur um, at tað ber neyvan til at fáa oljugjaldið burtur úr sáttmálanum aftur, uttan at manningarnar noyðast at lata okkurt afturfyri.

Kortini heldur hann, at skipanin eigur at vera meiri gjøgnumskygd.

Ein skipan kundi verið, at skipini sleppa at draga eina fasta upphædd av fyri olju fyri hvønn dag á sjónum.

- Línuskipini hava í dag ein fastan frádrátt reiðskapin og ein sama slag skipan kundi verðið funnin fyri oljuna.

Hann heldur, at soleiðis kundu vit sloppið undan illgrunanum, ið summi hava um, at oljurokningirnar ikki eru rættar og prísurin er ov høgur og litrarnir ov nógvir.

Myndin er heilt tilvildarlig