Í Vestmanna hava trupulleikar verið at nøkrum hundum, sum hava gingið leysir, og kommunustýrið í Vestmanna hevur sett sær fyri at gera nakað við tað.
Eftir tilmæli frá umsitingini hevur kommunustýrið samtykt at broyta vistingargjøldini fyri upptikin leysgangandi djór.
mælir umsitingin til, at bygdarráðið samtykkir at broyta vistingargjøldini fyri upptøku av
Tá i ein hundur verður tikin upp, skal eigarin gjalda 300 krónur fyri fyrsta samdøgrið, hundurin er í vistarhaldi og 125 krónur fyri eftirfylgjandi samdøgur.
Fyri kettur, kaninir og onnur smádýr verða goldnar 125 krónur fyri fyrsta samdøgrið og síðan 35 krónur fyri samdøgrið.