Jákup av Skarði
------
Eg ynski at búgva í Føroyum í 2013 og mong ár fram. Vón mín er eisini, at eg kann gera mítt til at byggja land, ið onnur leggjast til. Men í hesi stund, ynski eg fyrst og fremst, at tað er búgvandi í Føroyum.
Lat okkum skapa einar Føroyar, har vit, ið valt hava at búgva á hesum oyggjum, støðast og mennast. Lat okkum byggja eitt land, ið loyvir øllum at trívast og fjølgast í Føroyum.
Veður og vind broyta vit ikki. Men! Vit kunnu nýta okkara rætt at boða kosnum kvinnum og monnum, hvat vit meta skal til, at vit verða verandi og harvið leggja lunnar undir, at onnur leggjast afturat. Lat okkum skapa einar visionerar og fjølgandi Føroyar!
Eg ynski mær einar Føroyar, har eg kann arbeiða og gjalda skatt. Har eg kann keypa føroyska mjólk og aðrar góðar gerandisvørður - og eiga eitt oyra at nýta, tá eg havi goldið mítt.
2012 boðaði mær ikki hetta dreyma-land, men eg havi álit á, at um vit standa saman, kunnu politikkarar ikki framhaldandi køva okkum móðurlandið. Lat okkum standa sterk, kanska larmandi, kanska boykottandi, men í hvussu er sjónliga! Lat okkum vísa politikkarunum hvat vit hava valt teir til.
2013 verður vónandi árið, vit skjóta í gongd verkætlanina at byggja nýggja ferju til Nólsoyar. Samstundis vóni eg eisini, at hetta verður árið, vit síggja nýhugsan og mentanarlig átøk. Lat okkum í felag menna Føroyar. Lat okkum í felag taka stev, ið tryggjar okkum og komandi føroyingum ríkt land.
Kommunuval er farið afturum. Men lyftini minnast vit!
Gott nýggjár!