Enn havi eg ikki skrivað undir sáttmála við íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi [...] teir meiri enn áhugaðir í at fáa føroyska landsliðsmálverjan at spæla við teimum. Tað eru fleiri fyrimunur við at fara til Íslands at spæla. Eg komi at spæla á grasið, støðið er nakað hægri enn her í Føroyum [...] skal spæla, hevur selt sjey spælarar farna árið. Men enn er sáttmálin millum Jens Martin Knudsen og Leiftur ikki undirskrivaður, og so leingi hann ikki er tað, siga royndir, at eitthvørt kann henda. Men hendir
Enn havi eg ikki skrivað undir sáttmála við íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi [...] teir meiri enn áhugaðir í at fáa føroyska landsliðsmálverjan at spæla við teimum. Tað eru fleiri fyrimunur við at fara til Íslands at spæla. Eg komi at spæla á grasið, støðið er nakað hægri enn her í Føroyum [...] skal spæla, hevur selt sjey spælarar farna árið. Men enn er sáttmálin millum Jens Martin Knudsen og Leiftur ikki undirskrivaður, og so leingi hann ikki er tað, siga royndir, at eitthvørt kann henda. Men hendir
ikki. Tað mugu onnur klandrast um. Men hetta er ið hvussu er púra óviðkomandi í sambandi við Skrubbuna, og tað er undir alt lágmark, at hesi viðurskifti verða nevnd hvørt um annað. Grannskoðararnir kanna [...] eina ikki sørt margháttliga grein um Skrubbuna hjá SvF. Eitt er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska spælið verður niðrað [...] býttari enn so. Villan hevði einki við sjálva skipanina at framleiðsluni ella av spælinum at gera. Hvat er endamálið hjá Dimmalætting við at endurgeva ein kappingarneyta, sum einki innlit hevur í hetta málið
Um tríggjar vikur er ætlanin, at nýggja røktarheimið á Sandi skal lata upp. Starvsfólkini eru ikki sett enn, tí neyðugt er at gera sersáttmála veið sjúkrasystrafelagið, av tí at setanarviðurskiftini verða [...] hevur sent út umsóknarbløð, men enn eru fáar umsóknir komnar inn. Tað sifst, at soleiðis er altíð, tá eitt øki fær sítt fyrsta røktarheim, at fólk aftra seg við at søkja um at koma hagar at búgva. Men ikki [...] nøkulunda, men tora ella kunnu ikki vera einsamøll. Hetta er ein royndarætlan, tí aðrastaðni í Føroyum hevur ikki verið vanligt at býta upp á henda hátt, og tað er eisini nýtt at samskipa røktarheim og heimarøkt
sum um hetta eisini er galdandi á tí politiska økinum, um vit geva okkum far um tað, sum ta seinastu tíðina hevur verið ført fram, so mugu vit sanna, at nakað er í tí, ið skrivað hevur verið. Tað er, og [...] útgoldin í dag, er ongantíð framførd í mun til tær prís- og lønarbroytingar, sum eru framdar síðani 1959. Hetta er eitt álvarsmál, og hetta er okk-ara mál og við at gera nakað við hetta, og soleiðis vilja [...] okkara samfelag. Tíðin er broytt, og umstøðurnar eru kanska ikki tær somu nú sum tá, men sjálvt um tíðirnar eru broyttar, so er framvegis brúk fyri nøkrum, sum taka ta uppgávuna og sum er ein stór uppgáva,
og hvussu nógv tað almenna letur í stuðli um árið. Hetta staðfesti Endurreisingarnevndin í 1994, og sjálvt um fíggjarlógin nú er væl betur útgreinað, er hetta enn trupult. Vit hava tó gjørt eina roynd. Talvan [...] stuðul. Spurningur okkara er so, hvat hetta býti av stuðli millum vinnugreinirnar er grundað á? Fleiri tilmæli eru gjørd Føroyska Landsstýri hevur seinastu árini fingið fleiri tilmæli um hvørjar vinnuframa- [...] frágreiðingarnar komu tó eisini við tilráðingum um karmar fyri vinnuframa- og stuðulsskipanir. Enn eru tilmælini ikki fylgd og støðan á hesum øki er enn líka ógreið, sum Endurreisingarnevndin staðfesti
Føroyum er ov stutt. Avleiðingin av stutta barsilsfarloyvinum er bara tann, at so verða kvinnurnar sjúkrameldaðar ístaðin, fyri at leingja barsilsfarloyvið. Leiðandi yvirlæknin sigur, at hetta er høvuðsorsøkin [...] hondini at biðja um eykajáttan, verður frammanundan mett at verða nyttuleyst. Tí haðani hava boðini verið greið í nøkur ár nú: Játtanin skal haldast, og tað verður ikki talan um eykajáttan. Tað er sera trupult [...] altíð gjørd. Tað, sum er bráðneyðugt, tað er bráðneyðugt. So má játtanin heldur verða sprongd. Jón á Steig sigur, at henda støðuga skáksiglingin ímillum tey fíggjarligu skerini er ógvuliga møðsam hjá øllum
Ferðslan um Leirvíksfjørð er økt so nógv seinastu árini, at Ternan er vorðin ov lítil til at nøkta tørvin, og vandi er fyri sonnum ruðuleika, tá hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur. Rúna Sivertsen [...] sett Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, tveir fyrispurningar um siglingina um Leirvíksfjørð, og í viðmerkingunum sigur hon, at Ternan er alt ov lítil til siglingina og langt frá nøktar tørvin. Dúgvan [...] sigling alt árið fyrr enn frá komandi summari, og tí hava tey, sum brúka Leirvíksfjarðaleiðina, ein trupulleika í vetur, tá Ternan skal sigla um fjørðin. Kemur Ternan aftur í sigling um Leirvíksfjørð verður
Seinasti mansdysturin verður í Havn millum Neistan og KÍF, og tað er ein dystur, sum skal gera av, hvør skal verða aftast í deildini eftir hetta vikuskiftið. KÍF hevur tapt báðar sínar fyrstu dystir, meðan [...] og tær ætla at halda fast um framgongdina við at vinna á GÍ í dag. Seinasti kvinnudysturin verður í Vági, har StÍF fer at vitja VB. Vágskvinnur hava bert spæla ein dyst enn, og hann vunnu tær á Stjørnuni [...] seinasta vikuskiftið høvdu teir trupulleikar við at basa kollfirðingum. Men at enda var eingin ivi um sigurin, og teir vunnu við seks málum. Kyndil vann í fyrsta umfari á StÍF í útivølli, og tað tóktist
Føroyska kirkjan er donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa [...] heimahjálpina. Sangurin Og so er tað sangurin, sum so mangan verður tosað um. Tað eru mong, sum fýlast á, at sálmasangurin í føroysku kirkjunum er alt ov stirvin og keðiligur. Hetta nýtist ikki at vera so, heldur [...] fram í nógvum missiónshúsum í landinum. Fyri ikki at tala um allan sangin. Til dømis er hvørt ár sangskeið, sum Heimamissiónin skipar fyri. Hetta er tiltak, har hundraðtals fólk eru uppi í. Uni Næs, sóknarprestur