VÍF ? Kyndil 22-24 (11-11) Høllin í Vestmanna var sunnudagin karmur um eina dupultuppgerð ímillum Vestmanna og Havnina, við tað at tey bæði fremstu liðini hjá VÍF og Kyndli skuldu royna síni kynstu ímóti [...] Ferð eftir ferð sveik uppdekkingini úti í borðinum, og hevði málverjin hjá vestmennigunum ikki staðið somikið væl, hevði dysturin allarhelst verið avgjørdur í fyrra hálvleiki. Soleiðis skuldi tó ikkiv [...] ikkiv verða, og tá liðini fóru av vøllinum eftir fyrru 30 minuttirnar stóð á jøvnum. VÍF hekk í Í øðrum hálvleiki legði Kyndil hart út, og eftir 5 minuttum megnaðu tær at skapa sær eina 3 mála leiðslu. VÍF
VÍF ? Kyndil 25-22 (10-11) Fitt av fólki var savnað í høllini í Vestmanna, tá annar hálvleikur í dupultdystinum millum Vestmanna og Havnina varð settur í gongd. Eftir at kyndlakvinnurnar høvdu víst, hvussu [...] eisini inn á vøllin í seinna hálvleiki, og umframt at hann er sera kropssterkur og sterkur í verjupartinum, so vísti hann eisini ímóti endanum, at hann megnar at halda høvdið kalt í avgerandi løtum. Seinastu [...] inn, og í verjupartinum varð fleiri ferð opið í hansara síðu. Einastu leikararnir, sum kunnu vera nøgdir við sítt avrik, vóru Hans Áki og Lars. Niels Viggo gjørdi tað gott, tað løtuna hann var við í byrjanini
ikki beint nú, sigur Sámal Petur í grund, ið heldur búskaparliga aktivitetin í løtuni vera ov stóran til at fara í gongd við slíkt arbeiði. Sámal Petur er ikki samdur í hinum løgtingslimunum, ið siga, at [...] Skotið er síðani upp, at játta 24 milliónir í 2001 og 8 milliónir í 2002. Og við hesi játtan væntast fyrsta byggistig av nýggja løgtingshúsinum at vera liðugt í 2002. Men tingfólk eru ósamd á máli, um tað [...] veljarin í løtuni verður píndur av politikkarunum. Vit hava eina fíggjarlóg við stórum yvirskoti, men eingin peningur verður játtaður til átrokandi mál í samfelagnum. Hans Pauli Strøm sipar í hesum sambandi
Shellstøðini í Klaksvík Kioskini hjá Ann í Klaksvík Kiosk Vár í Runavík Statoilstøðini á Eiði Shellstøðini í Norðagøtu Statoilstøðini í Skálabotni 3-arinum í SMS Kunningarstovuni í Havn Rio Bravo í Havn Sh [...] Shellstøðini í Vestmanna Shellstøðini Myllan í Miðvági Kaffistovuni í Nólsoy Shellstøðini á Sandi Shellstøðini í Vági Shellstøðini á Tvøroyri [...] tiltakið í lagi. Garderoba verður til at heingja yvirklæði í, og umframt at leskidrykkir verða seldir í høllini, verður eisini møguleiki at keypa sær eina pylsu uttanfyri. Eitt, sum eisini kann nevnast í sambandi
verið stak óheppin síðani hann kom til Vestmanna. ? Ætalanin var, at hann skuldi spæla, men hann hevur havt so nógvar skaðar, at tað als ikki hevur borið til. Í ár var so ætlanin, at hann skuldi spæla [...] Tað var ikki eitið á elddópur sum venjari Hjalmar Klein Olsen fekk. Lið hansaravar aftanfyri 15-11 í steðginum, men tá Hanus &Hans bríkslaðu fyri seinastu ferð var úrslitið 27-20 til VÍF. Tað var tí ein [...] Klein Olsen. Men hvørjar royndir hevur tú til at gerast venjari? ? Ongar! Men eg havi spælt hondbólt í so nógv ár, at eg havi fingið nógvar royndir tann vegin, og harafturat havi eg tikið ymiskt til mín
um bak, skulu tær standa seg nøkunlunda í kappingini. Skulu tær megna nakað sum helst móti ovaru liðunum í kappingini, verða tær noyddar at geva seg minst 100% í hvørjum dysti, soleiðis sum gjørt varð, [...] tær gulu úr Vestmanna vóru nógv grammari og kvikari. Tá Nestin harumframt misti eitt av bestu álopskortunum, við tað at Katrin Dam á Neystabø koykti fótin eftir tveimum minuttum, lá líkasum í luftini, at [...] Seinna hálvleik byrjaði VÍF har tær sleptu í fyrra, og tá hálvleikurin var hálvrunnin høvdu tær skotið 6 mál, ímeðan Nestin bert hevði tveitt eitt brotskast í vestmannamálið. Seinastu løtuna tóku tær gulu
hóast munurin í tølum ikki var so stórur alla tíðina, varð als eingin ivi um, at stigini bæði fóru til Vestmanna. Glottar og tó Neistin vísti í byrjanini stóra framgongd í verjupartinum, sæð í mun til undanfarna [...] langaði bóltin í málið. Í hinum endanum vóru vestmenningar ivaleyst sera fegnir um, at Bárður Nielsen, sum hesu ferð varð valdur fram um Eli Müller, stóð seg eins væl, og tá hann sunnudagin kom inn í dystinum [...] geva teimum frið í so mikið sum eitt sekund í seinna umfarinum. Sjúrður kom inn at styrkja um verjupartin, og brádliga fór VÍF at eta burtur av leiðsluni, sum Neistin hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki
Gamli skúli í Hvalba Evangeliskt møti verður fríggjadagin 22. okt. kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Hovi Allir sjómanskvinnuringarnir í oynni samlast í missiónshúsinum í Hovi, leygardagin [...] 16.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitin í Hoyvík Eingin sunnudagsskúli og onki møti sunndagin vegna leguna í Nesvík. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Samkoman er við í tiltakinum: [...] eru hjartaliga vælkomin. Avhaldshúsið í Haldarsvík Evangelisk møti í Avhaldshúsinum í Haldarsvík leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 19.00. Evangelisk møti í Runavík Evangeliskt møti verður leygardagin
Í sera hugnaligum húsum í Tórsbyrgi í Havn býr Edith í Jákupsstovu. Hesin býlingurin er háttaður sum ein gomul føroysk bygd, samanbygd hús, ymisk í sniði. Fólk í øllum aldri búgva har, og grannin er ikki [...] Havnar at búgva, sat hon í nevndini í Kvinnufelagnum, og í 1989, tá ið stóra kvinnuráðstevnan var í Oslo, var Edith við í ferðalagnum. - Størsta uppgávan øll árini, eg var virkin í felagnum, var at fáa j [...] Har varð hon verandi í tvey ár. Heimkomin fekk hon arbeiði á barnaheiminum, sum tá var í Vestmanna. - Eftir nøkur ár í Føroyum fór eg aftur til Danmarkar, har eg gjørdist barnagenta í einum privatheimi,
støðugt. Í hinum báðum dystunum er talan í báðum førum um topp ímóti botni. StÍF og VÍF skulu á heimavølli taka ímóti ávíkavist KÍF og H71, og vil alt annað enn greiðir sigrar til heimaliðini í hesum báðum [...] úr Kyndli. Stjørnan tykist vera væl fyri í ár, hópurin er styrktur nógv við teimum báðum útlendsku leikarunum. Megnar Stjørnan eisinin at vinna dystin í Vestmanna, fer ivaleyst longu nú at verða tosað um [...] kann, at tær strúka avstað við báðum stigunum. Størri spenningur er helst knýttur at dystinum í Vestmanna, har VÍF og Stjørnan skulu royna seg. Heimaliðið hevur higartil fingið 4 stig fyri 3 dystir, og