Tað var ikki eitið á elddópur sum venjari Hjalmar Klein Olsen fekk.
Lið hansaravar aftanfyri 15-11 í steðginum, men tá Hanus &Hans bríkslaðu fyri seinastu ferð var úrslitið 27-20 til VÍF.
Tað var tí ein sjónliga fegin venjari vit fingu orð á eftir dystin.
? Orsøkin til skifti er, at leikararnir á fyrsta liði vildu hava eitt skifti. Kemiin millum leikarar og venjara var ikki til staðar longur, og tí hildu leikararnir at tað var neyðugt við einari broyting, sigur Hjalmar Klein Olsen.
Men hvørjar royndir hevur tú til at gerast venjari?
? Ongar! Men eg havi spælt hondbólt í so nógv ár, at eg havi fingið nógvar royndir tann vegin, og harafturat havi eg tikið ymiskt til mín frá teimum venjarum eg havi vant undir, sigur Hjalmar Klein Olsen, sum eitt nú hevur vant undir Leif Mikkelsen, sum hevur verið danskur landsliðsvenjari, og júst nú hevur avloyst á hesum plássi eina tíð.
Rápa verið óheppin
Tað kann ikki sigast annað enn, at Rápa hevur verið stak óheppin síðani hann kom til Vestmanna.
? Ætalanin var, at hann skuldi spæla, men hann hevur havt so nógvar skaðar, at tað als ikki hevur borið til. Í ár var so ætlanin, at hann skuldi spæla og eg skuldi sita á beinkinum og leiða dystirnar, sigur Hjalmar Klein Olsen
Nú gjørdist hetta veruleiki á ein annan hátt enn upprunaliga ætla, men fyri tað fer Hjalmar at fáa alla hjálp frá Rápa, sum tilber.
? Vit hava einki »útistandandi«, og hann hevur lovað mær, at eg kann fáa tað at vita frá honum, sum eg havi brúk fyri.
Nýggi venjarin hjá VÍF vónar at tað fer at bera til hjá Rapa at koma við sum spælari tá hann er frískur av skaðanum.
Tað verður Jákup Durhuus, sum verður skiftileiðari hjá VÍF, meðan Daniel Rápa fer at taka sær av venjingini av fyrsta kvinnuliði hjá vestmenningum, saman við konuni Ioanu.