Risarnir brustu saman

Hondbóltur: Fjúrtan ferðir 2 minuttir á beinkinum og 2 burturvísingar. Hetta var partur av undirhaldinum, tá Kyndil og VÍF tørnaðu saman í klassikaranum í føroyskum manshondbólti

VÍF ? Kyndil 25-22 (10-11)


Fitt av fólki var savnað í høllini í Vestmanna, tá annar hálvleikur í dupultdystinum millum Vestmanna og Havnina varð settur í gongd. Eftir at kyndlakvinnurnar høvdu víst, hvussu farast skuldi fram, stóðu menninir hjá Kyndli nú fyri tørni. Setningurin var sjálvandi at fáa bæði stigini við sær aftur til Havnar, men hetta vildi VÍF ikki lata sær lynda.


Høg ferð

Tað gjørdist skjótt sjónligt, at hóast liðini bæði høvdu virðing fyri hvørjum øðrum, so hevði hvørgin parturin hug at geva seg ein tann einasta tumma. Ferðin á spælinum var høg frá byrjan, og tóktust tað sum liðini bæði royndu at kvala mótpartin við reinari rástyrki.

Sjálvandi førdi hetta til, at nakrir tekniskir feilir vóru at síggja, men hesir vóru tó ikki os nógvir, sum ein kundi óttast, tá hugsað verður um at talan bert er um næsta landskappingardystin hjá liðunum báðum.

Dómararnir tóku beinanvegin hond um harða spælið, og tað var rár hending at síggja, at bæði liðini vóru fullmannað á vøllinum.

Kyndil royndi at endurtaka taktikkin frá seinasta vikuskifti, tá málmaðurin kom framvið at spæla á strikuni, tá teir vóru undirmannaðir, men eftir at Ingi hevði lagt bóltin í tóma málið einaferð, og rakt stongina eina aðru ferð, hevði kyndlavenjarin sæð nokk, og gav málverjanum boð um at verja málið tað, sum eftir var dystinum.

Fyrri hálvleikur gekk javnt á, og hálvleiksstøðan gav nokk eisini eina rætta mynd av fyrstu 30 minuttunum. Mest eyðsýndi leikarin henda hálvleik var ivaleyst Hans Áki Dahl Christiansen, sum fleiri ferðir tók sakina í egnar hendur, tá viðleikararnir ikki megnaðu at bróta ígjøgnum VÍF verjuna.



Rutinan avgerandi

Tá liðini komu aftur til seinna hálvleik, helt spælið fram á sama hátt. Sera tætt var ímillum liðini, og framhaldandi vórðu tveir fingrar vístir javnan. Onkuntíð gjørdi heimaliðið ein vørr, men Kyndil svaraði aftur hvørja ferð, og ikki varð líkt til, at nakar av pørtunum skuldi slíta seg rættuliga leysan.

Hetta broyttist tó nakað, við tað at VÍF venjarin byrjaði at nýta nakrar av teimum royndastu vestmenningunum. Sjúrður Holm kom inn á vøllin, og styrkti hetta væl um verjupartin hjá VÍF. Harumframt varð Bárður Nielsen settur inn at verja málið, og hann tók eina rúgvu av skotum, teir 20 minuttirnar, sum hann var á vøllinum.

Sjálvsagt hevur tað nógv at siga fyri málverjan, at verjuspælið riggar væl, men eisini tá verjan sveik, var hann fleiri ferðir á rætta staðnum, og fekk onkursvegna vart fyri.

Hjálparvenjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen kom eisini inn á vøllin í seinna hálvleiki, og umframt at hann er sera kropssterkur og sterkur í verjupartinum, so vísti hann eisini ímóti endanum, at hann megnar at halda høvdið kalt í avgerandi løtum. Seinastu minuttirnar skoraði hann tvær ferðir, harav annað var eitt kølið lob upp um Lars í Kyndlamálinum.

Lars stóð annars eisini ein rættuligan góðan dyst, og serliga tykjast hann vera sterkur í beinunum. Hann megnaði tó ikki at halda VÍF heilt frá fatinum, men hetta var so ikki hansara skuld.

Hjá Kyndli má annars sigast, at fleiri av royndu leikarunum ikki megnaðu at lyfta liðið henda dagin. Serliga fýlist eg á, at Hannis og Jacob ikki vístu nóg mikið. Hannis fekk ongantíð stillað kanónina inn, og í verjupartinum varð fleiri ferð opið í hansara síðu. Einastu leikararnir, sum kunnu vera nøgdir við sítt avrik, vóru Hans Áki og Lars. Niels Viggo gjørdi tað gott, tað løtuna hann var við í byrjanini, men tá hann kom inn aftur seinastu løtuna, tóktist hann vera ikki sørt darvaður av spenninginum í dystinum.


VÍF rætti vinnarin

Hjá vestmenningum vóru mest eyðsýndu leikararnir Ingi Olsen og Sámal Joensen. Sámal skeyt sum vanligt nógv mál, og serliga í seinna hálvleiki fekk hann pláss at renna upp móti kyndlaverjuni, áðrenn hann lyfti stóra kroppin upp og langaði til.

Høvdu somu reglur verið galdandi í hondbólti sum í íshockey, har upplegg telja við í málskjótingini, er lítil ivi um, at Ingi Olsen hevði ligið ovarligari á listanum yvir bestu málskjúttar. Ferð eftir ferð var hann maðurin aftan fyri málini hjá vestmenningum, og harumframt fekk hann eisini nógv á skafti, sum eittari í verjupartinum.

Eisini varð stuttligt at síggja, hvussu væl Sjúrður Holm stóð seg í verjupartinum, hóast virðingin fyri honum kanska fall nakað, tá ein sá beistagerðina hann framdi móti Jacob Jónssyni móti endanum av dystinum. Hetta var tó lítið fyri rokna móti hevndini hjá Jacob, sum púra rætt varð burturvístur fyri illgerð sína.

Samanumtikið má tó sigast, at VÍF varð rætti vinnarin av dystinum, men kyndlaliðið hevur hinvegin víst, at teir helst verða væl drúgvari í ár, enn tey flestu høvdu væntað áðrenn kappingini varð sett í gongd.


Bestu málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 7, Johnny Joensen 4, Harald Bjørgvin, Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen allir 3

Kyndil: Hans Áki D. Christiansen 7, Rúni Poulsen, Uni Wardum, Hannis P. Wardum, Jacob Jónsson allir 3