Hjá monnunm man spenningurin fyrst og fremst vera tengdur at, hvussu úrlslitið verður, tá lokaluppgerð verður á Hálsi, har Kyndil og Neistin skulu leika. Bæði liðini hava higartil vunnið sær 2 stig fyri 2 dystir, og bæði hava tey tapt fyri vestmenningum. Talan er ivaleyst umt ein dystur, har alt kann henda. Liðini bæði longu víst, at tey megna at spæla góða hondbólt, men higartil hevur spælið ikki verið nóg støðugt.
Í hinum báðum dystunum er talan í báðum førum um topp ímóti botni. StÍF og VÍF skulu á heimavølli taka ímóti ávíkavist KÍF og H71, og vil alt annað enn greiðir sigrar til heimaliðini í hesum báðum dystum, verða ein sensatión. StÍF hevur bert hevur leikt ein dyst higartil, men tað var ikki stuttligt at vera hoyvíkingur seinasta vikuskifti, tá H71 legði rygg til stórtap. VÍF hevur longu leikt 3 dystir, og 2 teirra vóru frammanundan mettir at vera rættuliga torførir. Enn hevur tó eingin megnað at knógvað teimum, og ikki kann væntast, at unga H71 liðið fær givið teimum stórvegis mótstøðu.
Spenningurin
tengdur at Vestmanna
Hjá kvinnunum verða 2 dystir leiktir hetta vikuskifti
Hjá kvinnunum er, eins og hjá monnunum, lokaluppgerð ímillum Kyndil og Neistan, men ikki kann roknast við, at spenningurin verður hin sami. Kyndilskvinnurnar tykjast vera væl fyri, og væntast kann, at tær strúka avstað við báðum stigunum.
Størri spenningur er helst knýttur at dystinum í Vestmanna, har VÍF og Stjørnan skulu royna seg. Heimaliðið hevur higartil fingið 4 stig fyri 3 dystir, og hóast tær taptu ímóti Kyndli, so tykjast tær at verða betri fyri, fyri hvørt umfar, sum líður. Stjørnan hevur bert leikt 1 dyst higartil, og vunnu tær tá móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli. Stjørnan tykist vera væl fyri í ár, hópurin er styrktur nógv við teimum báðum útlendsku leikarunum.
Megnar Stjørnan eisinin at vinna dystin í Vestmanna, fer ivaleyst longu nú at verða tosað um eitt møguligt føroyameistaraheitið, men VÍF ætlar helst ikki, at so skal verða.