føroysku viðurskiftini við mong onnur smálond. Heitt hevur verið á hana bæði í Kanada, Grønlandi og eysturi í Sibiriu. Heitt hevur verið á nýggja fólkatingsmannin Jóannes Eidesgaard um at verða við í or [...] Føroyahúsinum at fáa fimm dugnafólk at sita við pallborðið mikukvøldið 1. apríl kl. 19.30. Blaðstjórin á Føringinum, Øssur Winthereig, verður fundarstjóri. Hann fer at leggja fyri við at siga frá søguni um [...] Niels Bentsen, statsamtmaður í Roskilde, sum í áttatiárunum var ríkisumboðsmaður í Føroyum, er fjórði maður. Hann hevur fyri stuttum gjørt sær metingar um heimastýrislógina í eini grein, sum verður prentað
varð settur sum leiðari á eykalutagoymsluni, frá 1975-1986 var hann sølustjóri á bildeildini, og frá 1986-90 var hann stjóri á bildeildini. Frá 1990-2003 var hann aftur leiðari á eykalutagoymsluni. Í dag [...] Ford TT, kom higar til lands í 1922, byrjaði starvsleiðin hjá Hans sum Ford-maður tann 1. juni 1955. Hans er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og flutti til Havnar at búgva sum 16 ára gamal, tá hann fór í læru [...] dag arbeiðir hann á goymsluni til niðursetta tíð. Hann hevur samstarvað við ómetaliga nógv fólk gjøgnum árini, bæði starvsfólk og kundar. Fyritøkan helt til úti í Bakka til 1970, tá alt bilvirksemið varð
Ein maður lat lív, tá ið skotið varð eftir amerikanska forsetavalevninum Donald Trump á veljarafundi í Pennsylvania í USA leygarkvøldið. Tíðindastovan Reuters skrivar, at talan var um 50 ára gamla Corey [...] Corey Comperatore. – Hatrið til ein mann tók lívið av manninum, sum vit elskaðu mest, skrivaði systurin á Facebook í dag. Guvernørurin í Pennsylvania, Josh Shapiro, sigur sambært Reuters, at Comperatore var [...] og heilsustøðan hjá teimum er stabil. Amerikanska samveldisløgreglan heldur, at ein 20 ára gamal maður, sum eisini varð skotin til deyðis av løgregluni, framdi álopið. Enn er ikki greitt, hvat motivið
við kappingina á Tvøroyri. ? Munurin var ikki so stórur og við eitt sindur av hepni, kundi munurin verið enn minni. Regin Vágadal heldur, at kappingin millum teir tríggjar sterku menninar á Tvøroyri ley [...] týskaranum Heinz Ollesch og svianum Magnus Samuelson, sum er heimsins sterkasti maður í ár, til Føroyar til eina kapping á Tvøroyri leygarkvøldið. ? Tað vóru einir 500 fólk og hugdu at meðan risarnir kappaðust [...] 1000 fólk. Kappingin á Tvøroyri leygarkvøldið kom fyrst og fremst at standa ímillum Regin og heimsins sterkasta úr Svøríki, tí tað var heilt skjótt, at ein gamal skaði í rygginum á týskaranum fór at gera
sum vera man var 12. maður eisini á staðnum. Tá ið komið var fram til Týsklands hittust allir føroyingarnir í einari barr, har upphitingin var á skránni. Sum skilst var sera gott lag á føroyingunum, sum hittust [...] hittust her í gjárkvøldið. Eftir landsdystin varð farið aftur á somu barr, og her var veitslurómur til langt út á náttina hóast Føroyar taptu 3-0 móti týskarunum. Í dag venda flest allir bussarnir í
Ein vanlukka á Bursatanga í Havn kravdi gjáranáttina eitt mannalív. Ein 52 ára gamal maður var áhaldsin tá hann fór umborð á Váðastein, sum lá við Bursatanga í Havn. Ein hýruvognsførari, sum hevði kort [...] kort mannin oman á Burstanga sá tilburin og boðaði beinanvegin frá. Kavarar frá sløkkiliðnum komu á staðið og funnu mannin, sum tá var druknaður. Vanlukkan hendi umleið klokkan 01 gjáranáttina.
pensjónistur er á Húsum. Elsti maður í bygdini er 64 ár, og næst elsti maður er í seinna helmingi av fimmtiárunum. - Taka vit báðar bygdirnar undir einum, Húsar og Syðradal, er ein maður í Syðradali sjeyti [...] 42 fólk eru skrásett at búgva á Húsum á Kalsoynni. Húsar kommuna fevnir eisini um Syðradal, og her eru seks fólk skrásett at búgva. Tað, sum er eitt sindur løgið við Húsar kommunu er, at her er lítið av [...] Hon sigur, at hesin soleiðis er einasti maður í kommununi, sum er komin í pensjónsaldurin. - Tá eg skilti, at eg var elsta kvinna í bygdini, nevndi eg hetta á facebook. Tá svaraði ein aftur, at um eg
landaður á Eiði, verður koyrdur inn á Bátafisk, har hann verður støddarskildur og settur til sølu á gólvuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Tá fiskurin er seldur, verður hann heintaður á Eiði. [...] gjørdist drúgvari í seinna enda. Í flestu bátum, sum royna við snellu eftir várfiski á Norðhavinum, er bara ein maður, og í onkrum báti eru tveir. Fríggjadagin og leygardagin lógu nógvir um 2000 pund, nakrir [...] Tað hevur gingið rímiliga væl hjá teimum, sum havt lagt seg eftir at fiska við snellu á Norðhavinum í vár, og í síðstu viku gjørdu menn fleiri hampiliga góðar dagar. Teir, sum løgdu mest fyri, vóru úti
stórur munur á, hvat fólk í Havn og uttanfyri Havnina tosa um, og hetta hongur saman við, hvat fólk takast við. - Í Havn eru nógv almenn størv innan fyrisiting og á skrivstovum annars, meðan fólk á bygd antin [...] Eystanstevnuprát Jógvan Hansen er barberur ella harrafrisørur, sum tað nú eitur, á Høgabóli í Saltangará. Mong kenna Jógvan, og hann kennir eina ørgrynnu av fólki, bæði nær og fjar. Nógv verður prátað [...] bygdirnar fóru at veksa. - Tað, sum eg hoyrdi Havstein siga, viðvirkaði til, at eg valdi at leiga meg inn á sjómansheimið. Jógvan sigur, at tá ið hann byrjaði undir sjómansheiminum, hevði Føroya Sparikassi longu
innrásina í Svínavíkini og legði størri dent á kríggið í Vietnam. Hann setti eisini ferð á kappingina um rúmdina við alment at boða frá, at Amerika vildi seta fólk á mánan og fáa tey trygt heimaftur innan 10 [...] eru ikki øll á einum máli um tað. Fleiri gitingar eru um, hvør myrdi John F. Kennedy. Nógv eru tey, sum halda, at amerikanska mafian stóð aftan fyri morðið. Onnur halda, at tað var stjórnin á Kuba, við Castro [...] Castro á odda, sum eigur ábyrgdina av morðinum. Lee Harvey Oswald varð skotin tveir dagar eftir morðið á John F. Kennedy. Tað var náttklubbaeigarin Jack Ruby, sum skeyt Oswald. John F. Kennedy var sonur