Ein maður lat lív, tá ið skotið varð eftir amerikanska forsetavalevninum Donald Trump á veljarafundi í Pennsylvania í USA leygarkvøldið.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at talan var um 50 ára gamla Corey Comperatore.
– Hatrið til ein mann tók lívið av manninum, sum vit elskaðu mest, skrivaði systurin á Facebook í dag.
Guvernørurin í Pennsylvania, Josh Shapiro, sigur sambært Reuters, at Comperatore var sjálvboðin brandmaður, og at hann stuðlaði Donald Trump. Tá ið skotið var undir Trump-tiltakinum í gjár, tveitti hann seg fyri familju sína, ið eisini var til staðar.
Umframt Donald Trump vóru eisini tveir aðrir mans raktir av skotum. Annar var 57 ára gamal og hin 74 ára gamal. Báðir yvirlivdu, og heilsustøðan hjá teimum er stabil.
Amerikanska samveldisløgreglan heldur, at ein 20 ára gamal maður, sum eisini varð skotin til deyðis av løgregluni, framdi álopið. Enn er ikki greitt, hvat motivið var.