53 ár og elsta kvinna á Húsum

Í Húsar kommunu, sum fevnir um Húsar og Syðradal, er bert ein persónur komin í pensjónsaldurin.

42 fólk eru skrásett at búgva á Húsum á Kalsoynni. Húsar kommuna fevnir eisini um Syðradal, og her eru seks fólk skrásett at búgva.

 

Tað, sum er eitt sindur løgið við Húsar kommunu er, at her er lítið av eldri fólki, og tað er líka sum, at eitt ættarlið av fólki - nevniliga tey eldru og gomlu - eru burtur.

 

Hesi eru ivaleyst flutt av oynni í sínari tíð.

 

Borgarstjórin í Húsar kommunu, Magni Garðalíð, sigur, at kona hansara, Hannebeth, er elsta kvinna á Húsum, tó at hon bert er 53 ára gomul.

 

- Vit hava ein rættiliga lágan meðalaldur í bygdini, nevniliga 30 ár, leggur hann aftrat.

 

In.fo hevur vent sær til Hannebeth, konu Magna, og hon sigur, at tað kendist eitt sindur undarligt, tá elsta kvinna í bygdini doyði sólarmyrkingardagin í vár. 

 

- Kvinnan, sum var elst, var í seinnu helvt av áttatiárunum, og nú hon er farin, eri eg, sum bert eri 53 ára gomul, elsta kvinna í bygdini. Jú, eg má viðganga, at hetta kennist eitt sindur undarligt.

 

Hannebeth sigur, at eingin pensjónistur er á Húsum. Elsti maður í bygdini er 64 ár, og næst elsti maður er í seinna helmingi av fimmtiárunum.

 

 - Taka vit báðar bygdirnar undir einum, Húsar og Syðradal, er ein maður í Syðradali sjeyti ára gamal.

 

Hon sigur, at hesin soleiðis er einasti maður í kommununi, sum er komin í pensjónsaldurin.

 

- Tá eg skilti, at eg var elsta kvinna í bygdini, nevndi eg hetta á facebook. Tá svaraði ein aftur, at um eg hevði búð í Svínoy, hevði eg verið næst yngst, sigur Hannebeth Garðalíð brosandi.