500 føroyingar í Týsklandi

Tað er ikki smávegis stuðul, sum føroyska A landsliðið fekk í gjárkvøldið, tá ið teir spældu ímóti Týsklandi. Áleið 500 føroyingar vitjaðu í Týsklandi.

 

Úr Keypmannahavn fóru tveir fullir bussar avstað við føroyingum, sum vildu uppliva landsdystin millum Føroyar og Týskland. Eisini fóru tríggir bussar úr Jútlandi við fótbóltsáhugaðum føroyingum, og sum vera man var 12. maður eisini á staðnum.

 

Tá ið komið var fram til Týsklands hittust allir føroyingarnir í einari barr, har upphitingin var á skránni. Sum skilst var sera gott lag á føroyingunum, sum hittust her í gjárkvøldið. Eftir landsdystin varð farið aftur á somu barr, og her var veitslurómur til langt út á náttina – hóast Føroyar taptu 3-0 móti týskarunum.

 

Í dag venda flest allir bussarnir í Týsklandi nøsina aftur til Danmarkar.