og skil, er heldur onki meira enn sjálvsagt fyri mær. Um tað er rætt, at almennur peningur verður veittur til eitt slíkt tiltak, sum her er talan um, er so spurningurin? Eg kann, í hvussu so er, finna eina [...] óverdug og illa grundað. Nær er treytin tann, at eitt tiltak bert kann fáa stuðul um lægsti felagsnevnarin er markið, og nær er flakakvinnan blivin lægsti felagsnevnari? Er hetta ikki at gera seg inn á [...] hetta? – Er uppskriftin hjá Tobba leiðin? Eg haldi ikki! Tann sum vil, eigur at síggja, hvussu virkið samelagið er á øllum økjum. Heimins bestu fólk á øllum økjum leita til Føroya. Og fyri mær er hetta gleðiligt
Íslandi, ella kanska er okkurt galið við bilflutninginum. Tað verður nú kannað. Enn er ikki gjørt neyvt upp, men greitt er, at talan er um eina milliónaupphædd í søluvirði, sum er farin fyri skeyti. Føroysku [...] kuldastig. Tað er bara loyvi at liggja 3 hitastig undir, so lastin slapp ikki í handlarnar. Hatta var allar fínasti matur, sum eingin hevði tikið skaða av at etið hann, men eftirlitið er vorðið so strangt [...] strangt, at har er einki at gera. Og tað er eisini í fínasta lagi. Vit mugu liva upp til altjóða krøvini, sigur Árni Dam. Tey fyrstu níggju tonsini eru longu brend, men óvist er, hvør lagnan hjá teimum næstu
at hava fólk at ráða yvir okkum, sum bert gera mistøk. Hvat er so hetta mistakið? ? jú eitt ár 2000 problem, sum als ikki er til ? so lætt er tað, at billa okkum okkurt inn. Hví lat Helena Dam á Neystabø [...] saman og samanber, so er pensiónin farin niður við ca. 300 kr eftir nýggju skipani, og tað hevur als einki við skatt at gera, hvar er so logikkurin ? Helena Dam á Neystabø hevur jú jukað um, at pensionistarnir [...] Neystabø dámar so væl at greiða fólki frá, at vit hava ikki ráð til at gjalda pensiónir, jú tað hava vit ráð til, tað er bert ein spurningur um prioritering, hví skulu pensionistarnir altíð koma upp í part
, har báðir partar fáa ágóðan av samstarvinum, sigur Poul Arni Jacobsen, formaður í SEV-stýrinum. Poul Arni leggur aftrat, at verkætlanin hevði jú ikki blivið til nakað, um teir ikki vístu ein ávísan [...] Jacobsen. Niðurstøðan hjá Poul Arna Jacobsen er tískil, at vit kunnu ikki bert dúva upp á vindmyllur. Tað er ómøguligt, sigur ein greiður formaður í SEV-stýrinum. Brúk fyri politiskum signali Men hetta hevur [...] Mett verður, at tað er ein lítil kollvelting innanfyri føroyska orkuvinnu, at tríggjar vindmyllur eru komnar upp at standa í Vestmanna. Hetta tí, at vindmylluorka er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdið í
strembað eftir, og tí er tað sum so heldur ikki nakað, sum eg kenni resta í á nakran hátt. Men talan er væl saktans um nógv góð minni, kortini? - Ja. At kalla bara góð minni. Tað ger jú, at tú kemur í samband [...] dómararúminum. - Hatta hevði eg so als ikki roknað við. Kanska havi eg hóast alt verið betri dámdur, enn spælararnir so ofta hava givið til kennar úti á vøllinum, sigur hann flennandi. Jú. Hann tóktist rímiliga [...] flogvøllinum var vorðin, var ikki stórt annað at gera. - Dagarnir gerast jú ófatiliga langir. Flogførini hjá Atlantic gerast jú fleiri og fleiri, og onkra tíð noyðist man eisini at vera heima. Konan stuðlaði
móttekur frá sínum embætisfólki. Hann má altíð gera embætisfólkunum greitt, hvør tað er, sum er harrin í húsinum. Ráðharrin er jú valdur at stýra embætisverkinum í tann politiska rætning, sum til ein og hvørja [...] øðrum skattamálaráðharra, Ole Stavad. Hvat er so avgerandi fyri, at ein ráðharri stendur seg væl? -Tað er sjálvandi rættiliga týdningarmikið, at ein ráðharri er skilagóður og dugir at vinna ígjøgnum við [...] einum ráði er at hava bein í nøsini, og ikki lata seg stýra av embætisverkinum, sum hann málber seg. Embætisverkið situr vanliga við fakligu vitanini, sum ráðharrin er noyddur at taka til sín. Er talan um
DÍMUN: Eg veit ikki, hvussu tey siga í Skúvoy. Í Dímun man tað vera avgerandi, hvaðani hjúnafelagi er ættaður. SUÐURSTREYMOY (TÓRSHAVN): Í Suðurstreymoy siga vit ei-ljóðið í øllum hasum orðunum, tó siga [...] varðveita ellið! Haldi meg hava hoyrt onkran Orðsins tænara tosa um ”jósið”. Ikki ljóðaði tað væl! Jú, havnarfólk og argjafólk siga ”eingil” og ”leingi” (við ei-ljóði), men blandingsmál sníkir seg inn [...] ”nøl, mas, skritt” (drál, trok, fet)!? - ella hvussu? TIME-OUT (LEIKBRÁ): Føroysk-ensk orðabók hevur hatta snøgga, vakra orðið, LEIKBRÁ, um stutta steðgin (støðgin) í hondbólti. So, Kringvarpið og Rás 2, skulu
Vit høvdu bara ikki tann seinasta neyvleikan, og so fingu vit heldur ikki hatta brotssparkið, sum eg helt okkum eiga. So tað er eitt sindur hart, einki stig at hava fingið. Men tann parturin verður kanska [...] eru. Eitt sindur spell við hasum málinum eisini, tí hóast off-side reglurnar loyva tí, so fær Cissé jú ein fúlan fyrimun av støðuni. Og tá vit at enda spurdu Fróða, hvørt hann var nøgdur um, at talan hevði
Mottoið tykist vera, at øll skulu hava tað líka ringt. Tað eigur jú at vera, at øll skulu havaq tað líka gott, og fyri at náa tí er neyðugt, at vit hava ein sterkan høvuðsstað, sum kann verða við til at [...] sleppa framat, segði Heðin Zachariasen. Hann segði, at har sum menningin fer fram, er har, sum nærdemokratiið virkar, og tí er neyðugt við einum sterkum høvuðsstaði, sum kann verða við til at menna alt landið [...] - Høvuðpsstaðurin skal verða við til at menna útjaðaran, og tí er neyðugt við einum sterkum høvuðsstaði, segði Heðin Zachariasen á landsfundi Fólkafloksins. Ein av teimum, ið tók undir við atfinningunum
Norden í juli á konsertferð í Svøríki, Noreg og Álandi. Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur við, tá hetta úrvalslið savnast. Tað er 22 ára gamli trombonleikarin Andras Olsen úr Havn, ið hevur vunnið sær sess [...] Norden er sett saman av bestu ungu tónleikarunum á hægru tónleikaskúlunum í Norðurlondum og bólkurin ferðast hvørt summar á konsertferð í Norðurlondum. Í ár verður byrjað í Svøríki. Fyrst á skránni er venjing [...] Göteborg og Stockholm og ferðin endar á Álandi. Bólkurin skal leika bílagt verk eftir danska tónasmiðin Poul Ruders, verk eftir Stenhammar, Rachmaninov og Sibelius. Næsta ár eru ætlanir um konsertir í Onglandi