Undir leiðslu av dirigentinum Lü Jia, skal Orkestur Norden í juli á konsertferð í Svøríki, Noreg og Álandi.
Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur við, tá hetta úrvalslið savnast. Tað er 22 ára gamli trombonleikarin Andras Olsen úr Havn, ið hevur vunnið sær sess í bólkinum.
Orkestur Norden sá dagsins ljós fyri 8 árum síðani sum úrslit av samstarvi millum Norønnafelagið, Norðurlendska samstarv Lions og Jeunesses Musicals. Bólkurin verður stuðlaður av ymsum norðurlendskum feløgum og stovnum.
Orkestur Norden er sett saman av bestu ungu tónleikarunum á hægru tónleikaskúlunum í Norðurlondum og bólkurin ferðast hvørt summar á konsertferð í Norðurlondum.
Í ár verður byrjað í Svøríki. Fyrst á skránni er venjing í 10 dagar, síðani eru konsertir á skránni. Farið verður til Oslo, Göteborg og Stockholm og ferðin endar á Álandi.
Bólkurin skal leika bílagt verk eftir danska tónasmiðin Poul Ruders, verk eftir Stenhammar, Rachmaninov og Sibelius.
Næsta ár eru ætlanir um konsertir í Onglandi og Skotlandi undir leiðslu av Okko Kamu.it nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum eitt stig á leiðini.
At enda sigur formaðurin í dómarafelagnum, at tað nú ræður um hjá teimum at koma víðari, soleiðis at fótbólturin verur tæntur sum best.
- Høvdu vit hildið fast um, dystirnir ikki skuldi spælast, hevði hetta fyrst og fremst rakt feløgini og ikki FSF, og tað var jú ongantíð ætlanin við tiltakinum, sigur formaður felagsins at enda.