endaspælinum. Dysturin millum H71 og VÍF verður tann fyrsti, og leygardagin eftir spæla H71 og StÍF í Havn. Og dagin eftir tað verður aftur dystur í Havn, tá millum Kyndil og VÍF. So tað er nógv at gleða seg [...] hesaferð. StÍF vann 35-33, og dysturin var eins javnur, og úrslitið sigur. Í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at vera á odda, og tá hálvleikt var, vísti klokkan 18 til StÍF og 17 til VÍF (í dystinum í [...] í desember var StÍF á odda 20-9 í hálvleikinum). Sámal, Áki og Martin Í seinna hálvleiki var tað VÍF, sum byrjaði betur, og einu løtuna sá eisini út til, at teir fóru at fáa fatur í longra endanum, tá avtornaði
betri og endaði best. Á pappírinum og á stigatalvuni eigur H71 at vinna á KÍF, men tað broytir ikki við ta sannroynd, at av teimum báðum dystunum, sum liðini spældu í grundspælinum, vann KÍF annan og var [...] táttin uppaftur. Men tað eydnaðist ikki, og tað hevði heldur ikki verið uppiborið, um so varð. KÍF kom annars væl betri frá byrjanini, og teir løgdu seg á odda bæði 3-0 og 5-2, áðrenn heimaliðið kom við. Tað [...] kollfirðingar seinastu luftina. H71 kom upp á 22-17 og vann at enda 28-23. Vit hava sæð tað fyrr í ár, og tað vísti seg aftur mikukvøldið, at H71 í roynd og veru ofta hevur tað truplari móti teimum »ringu«
Gaard. Hans Kr. Simonsen spældi remis móti Silje Bjerke úr Noregi, Martin Poulsen spældi remis móti Kristian Hovmøller úr Danmark, og tað sama gjørdi Olaf Berg móti íslendinginum Helga Egilssyni. Eyðálvur [...] Svøríki. Allir hinir taptu. Annars lata allir føroyingarnir í ferðalagnum heilsa, og allir hava tað gott í frálíka veðrinum og skíumhvørvinum nærhendis OL-býnum Lillehammer.
háls og herðar. Hvat við at leggja alt saman - og so pakka alt út aftur av nýggjum: Sjúkrahús og sjúkrakassar, skúlar og kioskir, telefonverk og postverk, bensinstøðir og kirkjur, ítróttarhallir og søvn [...] søvn, útvarp og sjónvarp, strandferðslu og flogferðslu, Rúsdrekkasøla og Heilbrigdi, ALS og Almannastovu, læknamiðstøðir og frisørsalongir, kaffihús og tinghús, bussskýli og røktarheim? Eg kundi hildið fram [...] yvirlit og listar, krónur og oyru, kilo og tons, prosent og promillur. Serliga hesar seinastu dagarnar havi eg gjørt mær mínar tankar. Tá ið eg fór til arbeiðis triðsíðsta kvøldið í árinum, sum fór, og hevði
kom væl í gongd og skeyt trý mál á rað. Eisini Pole Hansen og Jens Martin Knudsen vístu eisini, at tað framvegis er dugur í teimum. Ov fáir streingir Kyndil vann fyrra hálvleik 14-13, og alt var opið. Men [...] hondini. Teir løgdu hart og komu framum 4-0 (Nicolai Balle skeyt trý tey fyrstu málini). Men so vendi gongdin eina løtu, og stutt seinni var støðan 4-3. Restina av hálvleikinum var lítil og eingin munur á pørtunum [...] miðjuna, og soleiðis flutti Tjaldrið runt við fólkinum, meðan Kyndil bert økti um leiðsluna. Men so fór at ganga rætta vegin hjá eysturoyingunum, og eftir fýra minuttum høvdu teir minkað til 4-3 og sostatt
verkætlanina er at ung fólk hitta onnur ung við ymiskari bakgrund og at tað fær tey at grunda og hugsa meiri um seg sjálvi og sín uppruna. Og tað skuldi filmurin helst avspeglað, sigur Mikkjal Helmsdal, leiðari [...] Helmsdal kennir fólk í hesi vinnuni, og tí at filmsmiðilin er væl egnaður til endamálið. - Tað er í grundini video vit arbeiða við og tað er stórur munur á filmi og video. Tey ungu skulu vónandi fáa nakað [...] globalisering og í hesi menningini er tað av týdningi at halda fast við sínar røtur og sín samleika. Stórur áhugi Lýst hevur verið eftir luttakarum í teimum trimum londunum, sum eru við í ætlanini, og áhugin
1999. Hvørt felag hevur tvey lið við í kappingini, og verður spælt í fýta bólkum við fimm liðum í hvørjum bólki. Spælt verður fið fýra útispælarum og koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar [...] gott høvi hjá øllum feløgunum at byrja kappingarárið 1999. Og hava tey møguleika at vísa, hvønn nýggjan spælara tey hava fingið í steðginum, og halda teir tí, at tað kann verða rættuliga áhugavert at vera [...] tónleikasnidlingum, so sum Anfinn Nielsen, sang, Karl Martin Samuelsen sang/kór, Kim Hansen keyboard/sang/kór, Ólavur Øster guitar/sang, Hermund Jacobsen trummur og Jóhannus á Rógvu Joensen bass. Fyri stuttum gav
m í Akureyri og í Norræna Húsinum í Reykjavík. Tey, ið hava verk við á sýningini eru: Michael Kvium og Martin Bigum, Danmark Markku Laakso og Olli Summanen, Finnland Daði Guðbjørnsson og Helgi Torgils [...] Torgils, Ísland Therese Nordtvedt, Noreg Ernst Billgren, Svøríki Karin Kneffel og Milan Kunc, Týskland Daði Guðbjørnsson, ein av framsýnarunum, hevur skrivað soleiðis um framsýningina: "Framsýningin skal umboða [...] Tað, tey hava felags, sæst ikki so væl uttan á, men tess betri á teirra máta at nærkast tilfarinum og heiminum". Úr Norðurlandahúsinum ferðast framsýningin víðari til Horsens Kunstmuseum.
sum vant fyrst og fremst upp á Pola Hansen og Jens Martin Knudsen sum málskjúttar, men í seinna hálvleiki gekk tað sera illa í hond, ikki bert hjá teimum báðum, men hjá øllum liðnum, og Tjaldrið fekk bert [...] leikliga. Teir hjá Tjaldrinum mistu av góðum grundum mótið og hugin, og feilirnir blivu fleiri. Og eisini hjá Neistanum dalaði støðið so líðandi, so tað til endans bleiv ótrúliga keðiligt hjá teimum fáu áskoðarunum [...] nógv at siga, og hann var besti maður á vøllinum, hóast hann bert spældi helvtina av dystinum. Neistin hevur nú sama stigatal sum H71 og Kyndil. Teirra næsti dystur verður móti júst Kyndli, og báðir dystirnir
sínum lagi duga skrivikynstrið og tora at hava og siga sína meining, til dystin fús. Hvønn fríggjadag ummælir ein teirra sendingar í útvarpi og sjónvarpi farnu vikuna, og fyrstur er Jóhan Samuelsen í blaðnum [...] verða ummældir og viðmerktir í okkara egna blaðheimi, og serliga sendingarnar, ið eru framleiddar í Føroyum, sigur Jóhan Samuelsen. Gekkurin og Globus Næsti ummælarin í røðini er Annika Joensen. Hon er [...] Klaksvík, býr í Havn, og er útbúgvin cand. mag. í enskum og søgu av Århus Universiteti. Seinasta hálva árið hevur Annika verið avloysari fyri setursskrivaran á Fróðskaparsetri Føroya, og er nú farin í starvið