Kollfirðingar løgdu hart út, men tað var H71, sum var betri og endaði best.
Á pappírinum og á stigatalvuni eigur H71 at vinna á KÍF, men tað broytir ikki við ta sannroynd, at av teimum báðum dystunum, sum liðini spældu í grundspælinum, vann KÍF annan og var eitt sekund frá at vinna hin, sum endaði við javnleiki.
Tí vóru fólk eitt sindur spent uppá at síggja, um tað fór at eydnast tí undirtippaða at taka táttin uppaftur. Men tað eydnaðist ikki, og tað hevði heldur ikki verið uppiborið, um so varð.
KÍF kom annars væl betri frá byrjanini, og teir løgdu seg á odda bæði 3-0 og 5-2, áðrenn heimaliðið kom við. Tað gingu kortini tjúgu minuttir, áðrenn H71 kom á odda fyrstu ferð, og teir mistu leiðsluna aftur seinni í hálvleikinum, áðrenn teir tóku seg framum aftur og førdu 13-11 aftan á fyrsta hálva tíman.
Í seinna hálvleiki hótti H71 við at avgera tíðliga, tá teir løgdu seg á odda 17-13, men KÍF svaraði aftur og minkaði til 17-16.
Men kollfirðingar fingu ikki rættiliga spælið at koyra, og tá Allan Mørkøre noyddist at takka fyri seg við skaða, mistu kollfirðingar seinastu luftina.
H71 kom upp á 22-17 og vann at enda 28-23.
Vit hava sæð tað fyrr í ár, og tað vísti seg aftur mikukvøldið, at H71 í roynd og veru ofta hevur tað truplari móti teimum »ringu« liðunum enn móti teimum »góðu«. Men hesaferð komu stigini so í land, og tað er tað, sum telur. Men hoyvíkingar munnu gleðast um, at teir nú bert hava ein dyst eftir móti KÍF í ár?
H71-KÍF 28-23 (13-11)
H71: Halgir D. Olesen 8 (1), Hans Guðmundsson 6 (1), Annfinn N. Debess 4, Róaldur Jákupsson 4, Tróndur Vatnhamar 4, Hallur Danielsen 1, Finnur Hansson 1.
KÍF: Petur Martin Poulsen 8, Eddie Joensen 6, Jákup Dam 5, Vagnur Johannesen 3, Allan Mørkøre 2 (1).
Ávaringar: H71 3, KÍF 2.
Útvísingar: H71 1, KÍF 1.
Dómarar úr Tjaldrinum: Dánial Hansen & Kári Hansen










