Teir fýra føroysku telvararnir, sum eru við í NM-kappingini í Gausdal í Noregi, vóru ferðatroyttir, tá teir vóru komnir upp á pláss.
Av tí sama gekk 1. umfar, sum byrjaði ein hálvan tíma seinni enn ætlað, eisini væl eftir umstøðunum. Føroyingarnir fingu hálvttriðja stig av seks møguligum.
Carl Eli N. Samuelsen vann í elsta bólkinum móti hinum føroyinginum Ingolf Gaard.
Hans Kr. Simonsen spældi remis móti Silje Bjerke úr Noregi, Martin Poulsen spældi remis móti Kristian Hovmøller úr Danmark, og tað sama gjørdi Olaf Berg móti íslendinginum Helga Egilssyni. Eyðálvur Johannesen tapti í fyrsta umfari móti Gudjón H. Valgarðssyni úr Íslandi.
Hetta var sum heild ikki so galið, men í 2. umfari gekk minni gott.
Einans Olaf Berg megnaði at vinna í hesum umfarinum. Tað var móti Henrik Boström úr Svøríki. Allir hinir taptu.
Annars lata allir føroyingarnir í ferðalagnum heilsa, og allir hava tað gott í frálíka veðrinum og skíumhvørvinum nærhendis OL-býnum Lillehammer.