ásannar Hensar Elingsgaard. Verri við tí munnliga Hann metir, at beint nú er eingin bráfeingis vandi á ferð, men koma vit longur og arbeiðssteðgurin í fólkaskúlanum heldur fram, so er illa statt. Tær munnligu [...] Men hin trupulleikin er jú, at næmingarnir fáa ikki lisið. Teir fáa ikki undirvísing. Hinvegin skal skúlin tryggja neyðugu dygdina í undirvísingini, sigur Hensar Ellingsgaard. - Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Sjómanskvinnuringurin á Skála Farið verður út á Strendur mánakvøldið kl. 18.45. Missiónshúsið Toftir Øll ung frá 7. flokki og uppeftir í Nes Kommunu verða bjóðaði á ungdómslegu í Missiónshúsinum á Toftum tann 14 [...] trúboðara. Evni: Vit eru í føstuni og Jesu líðing. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Bíbliuskúlanæmingar úr Filadelfia luttaka á møtinum. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 6. Øll eru [...] Evangelisk møtirøð í »Skúlanum á Eiði« byrjar í kvøld kl. 20 og heldur áfram leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 20. Evnið: Tíð til Gud. Saron, Vestmanna Leygardagin kl. 16 útimøti á torginum, kl. 20 møti í losjuni
Danmark, Bergur Jacobsen, prædikaði. Sonja á Argjaboða, sum var høvuðsfyrireikari fyri tiltakinum, var deknur, og føroyski organisturin, Gudmund Mortensen, leikti á urguna. Allir sálmarnir, sum sungnir vórðu [...] fyri ráðhúsið í Odder. Tiltakið byrjaði við, at høvuðsfyrireikarin, Sonja á Argjaboða, ílatin føroyskan hátíðarbúna, vant Merkið á stong, meðan Havnarkórið sang »Eg oyggjar veit«. Væl av fólki var komið [...] landsstýrismaðurin dugdi væl at taka. Og hann helt seg heldur ikki undan, tá seinni varð heitt á hann um at koma á pallin at vera forsangari, tá menninir í veitsluni allir samlir reistust og sungu »Blómuna«
vóru allir skúlarnir í Havn og í Klaksvík, teir báðir skúlarnir á Tvøroyri, umframt skúlin á Strondum, Felagsskúlin á Oyrabakka og Meginskúlan á Sandi. Ann Lis Sverradóttir, sum er í samskipanarbólkinum hjá [...] teimum stóru skúlunum kring landið. Tíðliga í gjáramorgunin møttu teir sáttmálasettu lærararnir upp á teimum stóru skúlunum kring landið og blokeraðu úthurðarnar, so at ongin slapp í skúla, hvørki næmingar [...] verið í arbeiðssteðgi í meiri enn fýra vikur og fólkaskúlin liggur í skeljasori. Skúlaleiðslurnar vísa á, at skúlagongdin er púra óforsvarlig og tað kann ikki vera rætt at halda skúla undir hesum treytum og
enn ongi tekin um, at ein loysn á læraraverkfallinum var í eygsjón, tað nú eru fimm vikur síðani, at teir sáttmálasettu lærararnr løgdu arbeiðið niður. Og nú heldur Jógvan á Lakjuni, lærari og løgtingsmaður [...] eg ikki at síggja nakran annan møguleika, enn at Løgtingið leggur uppí og fær ein enda á verkfallinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Sjálvur er hann tingmaður fyri fólkaflokkin og sostatt eisini limur í samgonguni [...] greiði á, hvussu langt partarnir eru komnir í samráðingunum og, hvat teir eru samdir um. ? Og sjálvandi skulu lærararnir hava tey 6,5 prosentini í lønarhækking, sum øll hini hava fingið. Jógvan á Lakjuni
Løgmaður ikki tíð Læraraverkfallið er tíverri í skugganum av øðrum stórmáli. Samráðingarnar við danir eru á skránni, og verkfallið er tí sett nakað til viks, og tað er nú ikki so løgið. Tað er sjálvandi spell [...] eru púra rætt. Sáttmálasamráðingar eiga at vera um løn, eftirløn, frítíð o.tl. Men tað er púra óhoyrt á t.d. privata arbeiðsmarknaðinum at siga við starvsfólk, at tey nú brádliga skulu loysa einar 10 nýggjar [...] lærararnar, tí í nýggju fólkaskúlalógini eru fleiri nýggjar uppgávur, ið krevja meiri tíð. Starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum høvdu kanska gingið undir at arbeitt yvir, men tað kunnu lærarar jú ikki
og mentunarliga eru vit í framgongd. Hóast tað í hesum døgum ikki er nógv skil á fólkaskúlanum vegna verkfall, so er skúlin, sum kemur undir tað mentunarliga, heilt víst í menning. Nýtt tilfar og nýggj [...] um tónleikabólkar. Leygarkvøldið verður í høllini á Kambsdali møguleiki at hoyra nakrar av okkara ungu tónleikarum, sum mong halda kunnu koma sera langt á tónlistarliga økinum, og enttá fáa gjøgnumbrot í [...] ir úr bólkinum Flux, sum jú tók øll á bóli í Prix Føroyar kappingini 99, og evnaríki klaksvíksbólkurin Aria, sum skulu framføra og hava eina konsert leygarkvøldið á Kambsdali. Vit hava í dagsins Yngd skriva
gjørt, leggja teir flennandi afturat. Tá vit so koma inn á framtíðina hjá hesum virki, siga teir, at teir hava eina ætlan um at halda á, hóast skúlin krevur, at virkið skal avtakast. So eitt nýtt yrkingasavn [...] framleiddi eina barnafløgu, á eitt flott triðja pláss. So teir hava nakað at liva upp til, og eru eisini sera bjartskygdir. Teir mæla eisini heilt víst øðrum til, sum ætla sær út á FHS, at velja lærugreinina [...] minni enn 49 yrkingum, og harafturat eru eisini tvær stuttsøgur. Vit hittu teir í einum fríkorterið úti á Handilsskúlanum í Havn. Kunnu tit siga eitt sindur um, hvat tiltakið "ungt virki" er fyri nakað? "Ungt
Ingigerð á Trøðni á Kunningarstovuni sigur, at á henda hátt ber eisini til at røkka ferðafólk, so tey verða kunnaði um Føroyar. Jóhannes Viðar Bjarnason og Gunnar Christiansen hava saman við Ingigerð á Trøðni [...] gista. Hetta kann eittnú eisini koma ítróttarfólki og tónleikarum til góða. Rúm er fyri eini 30 í senn. Á henda hátt verður møguleiki hjá føroyskum handverkarum, ið evna prýðislutir og annað, at koma útum
Við støði í hesum, skulu leiðslurnar og lærararnir á einstøku skúlunum raðfesta neyðugu tíðina og orkuna til skúlans virksemi. Sostatt fær einstaki skúlin munandi størri ábyrgd fyri at røkka teimum málum [...] landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum lagt stóran dent á at greiða viðurskiftini og at leggja karmarnar fyri tryggum viðurskiftum frameftir í fólkaskúlanum. [...] fólkaskúlan aftur at virka til fulnar - til gagns fyri næmingar, foreldur, avvarðandi og starvsfólkini á skúlunum. Landsstýrismenninir vilja gera sítt til at tryggja, at ta samstarv og álit, ið krevst, fyri