Sum so er eingin vandi fyri skrivligu próvtøkunum í fólkaskúlanum, tí uppgávurnar eru klárar.
Hetta sigur Hensar Ellingsgaard frá fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
- Uppgávurnar eru tøkar og próvtøkurnar eru í seinnu helvt av maj, sigur Hensar Ellingsgaard og váttar, at tær kunnu fara fram, uttan mun til, um lærarar eru til arbeiðis ella ikki.
- Men at næmingarnir ikki fáa neyðugu undirvísingina og at foreldur er ótrygg viðvíkjandi hesum, er ein annar trupulleiki, ásannar Hensar Elingsgaard.
Verri við tí munnliga
Hann metir, at beint nú er eingin bráfeingis vandi á ferð, men koma vit longur og arbeiðssteðgurin í fólkaskúlanum heldur fram, so er illa statt.
Tær munnligu próvtøkurnar eru í juni. Tá skulu lærarar helst vera til arbeiðis.
Hensar Ellingsgaard torir ikki at meta um, hvørt arbeiðssteðgurin dregur so langt út, at hann nervar munnligu próvtøkurnar beinleiðis.
Praktiska arbeiðið í samband við munnligu próvtøkurnar verður ikki nervað sum er, tí t.d. taka skúlaleiðslurnar sær av at finna próvdómarar.
Mugu samráðast
- Men hin trupulleikin er jú, at næmingarnir fáa ikki lisið. Teir fáa ikki undirvísing. Hinvegin skal skúlin tryggja neyðugu dygdina í undirvísingini, sigur Hensar Ellingsgaard.
- Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann ikki hála fólk aftur til samráðingarborðið, ásanar Hensar Ellingsgaard, sum metir, at einasta gongda leið er, at partarnir aftur hittast og sessast við samráðingarborðið.









