Í Hafnafirði í Íslandi er forvitnisliga staðið Fjørukráin. Hetta er matstað, ið er bygt í serstøkum sniði.
Sera nógv ferðafólk leggja leiðina framvið lokkandi staðnum.
Fyri góðum ári síðani fór stigtakarin, Jóhannes Viðar Bjarnason, undir at hava víkingaveitslur. Hetta er vælumtókt tiltak. Nú verður farið undir at hava eina smiðju eisini, har listafólk kunnu sita og evna til sínar handverkslutir.
Ætlanin er at fáa í lag samstarv millum Føroyar, Grønland og Ísland. Mong minnast óivað víkingadagarnar í Hoyvík í fjør. Ætlandi skal slíkt tiltak ferðast millum londini.
Í smiðjuni verður eisini rúm fyri listarfólkunum, so tey kunnu gista. Hetta kann eittnú eisini koma ítróttarfólki og tónleikarum til góða. Rúm er fyri eini 30 í senn.
Á henda hátt verður møguleiki hjá føroyskum handverkarum, ið evna prýðislutir og annað, at koma útum landoddarnar við listini, sigur Gunnar Christiansen, sum hevur búð í Íslandi seinnu árini og har hevur skipað fyri ymsum føroyskum tiltøkum.
Ingigerð á Trøðni á Kunningarstovuni sigur, at á henda hátt ber eisini til at røkka ferðafólk, so tey verða kunnaði um Føroyar.
Jóhannes Viðar Bjarnason og Gunnar Christiansen hava saman við Ingigerð á Trøðni havt fundir við ymisk fólk, ið møguliga hava áhuga í at luttaka í slíkari ætlan og sum kanska kunnu stuðla fíggjarliga.
Í juni í ár, dagin fyri íslendska tjóðdagin, er ætlanin at hava víkingastevnu. Tá verður smiðjan tikin í nýtslu og ætlandi verða eini tveir føroyskir listhandverkarar við. Møguliga fara íslendski forsetin og løgmaður at luttaka og eisini umboð fyri grønlendska landsstýrið.
Sosialurin fer í eini grein seinni at greiða nærri frá víkaingaætlanunum í Hafnafirði










