av stigtakarunum til hesa ferðina, sum varir fram til 18. november. Samkoman hevur framman-undan sent út ein trúboðara, sum við millumbilum hevur vitjað á Filipsoyggjunum. Hann hevur longu fingið samband [...] limirnar í samkomuni í, hvat missión er. Hetta verður gjørt við undirvísing og við praktiskum arbeiði. Byrjanin til hetta nýggja virksemið hendi stutt sagt við samanfallandi áhugamálum - ella samanfallandi kallan [...] er Johannes Nilssen, sum hevur drúgvar royndir í hesi frálæruni, og sum m.a. hevur lokið sær útbúgving hjá danska Beredskabsstyrelsen. Vanliga fólkið á Filipsoyggj-unum hevur ikki ráð at nema sær slíkan
hann sendi handritið til vinmann sín, V.U. Hammershaimb í Keypmannahavn í 1854. “Gakk nú til útlands gamla stóra bók,” skrivar Matras, “og sig teimum tíðindi nýggj og gomul, sum tú kanst best. [...] Tær [...] forkunnleikin hjá føroyska, danska ella útlendska lesaranum helst ikki er eins. Handritið er skrivað á enskum, og Nicolina Dahl hevur týtt til føroyskt. Bókin “Úr gomlum ritum” kemur út og verður løgd fram [...] Séan Vrieland, fer at greiða frá verkætlanini og Ole Wich, sum hevur funnið myndir og umbrotið bókina, fer at greiða frá, hvat hann hevur lagt dent á á visuellu síðuni av bókini. Okkurt tónleikainnslag
eru røðurnar, ið tú hevur hildið: í Havnar Klubba, har tú vart elsti limur; í HB, har tú gjørdist heiðurslimur, og sum tú saman við øðrum hjálpti upp á føtur aftur, tá ið ringast stóð til sum hjá so nógvum [...] Eisini har mintist tú og kendi alt aftur, tá ið tú hoyrdi hesi verkini. Tú dugdi sera væl at siga frá, og tú dugdi at skemtast. Børn og abbabørn minnast mangar heimasmíðaðar søgur, ið tú so livandi segði [...] gildi, har tú vart við, uttan eina væl skipaða røðu frá Hera Mohr. Tú visti nógv, og tú vart ikki pírin, tá ið tað snúði seg um at lata øðrum burtur av tínum kunnleika, tí tú oysti út av tí, tú visti og
tær í bangnum brósti. Fylgjast vit, ella hvussu hevur eg tað? Nei! Eg spyrji bara. Telist millum teg og meg eitt skríggj ikki hoyrt? Ella hvussu ljóðar tað? Men? Tú hevur nú sagt mær hvussu. Men ikki hvarleiðis [...] Millum ríkja. Reglusemið tegir. Afturhvarvið hevur seg fram. Og tú letur sum um tað ikki hevur nakran týdning at standa soleiðis og at hava at sær sjálvum. Minnist tú sóljur, blómandi um grasgrønt hav. Belj [...] Vøkunátt. Og tú vaknar í hesi grøtiligu kvirru. Hevur hug til at geyla hissini út í náttina. Men torir ikki, av bangilsi fyri tøgnini aftaná. Ímyndandi kenslur tínar skríggja. Eins og vilja tær rópa til tín, at
samfelagsbúskapur er ein støðugur trupulleiki. Stutt sagt: a: hevur tú ov fáar pengar tøkar/í umfari, so hevur tú ikki ráð til íløgur b: hevur tú ov nógvar pengar tøkar/í umfari, so er tað ikki skilagott við [...] skyldu at gera viðmerkingar til nøkur av teimum sjónarmiðum, sum hava verið frammi. Vónandi kemur almenna orðaskiftið aftur á beint. Hvat kostar ein tunnil? Landsverkfrøðingurin hevur mett, at tað fer at kosta [...] mill. kr. til veg v.m. Fyri tunnilspartin svarar hetta til knappar 45.000 kr. fyri meturin. Norska fyritøkan Selmer upplýsti fyri okkum, at teir kundu gera tunnilin fyri 25.000 kr. fyri meturin ella fyri knappar
er til tíðir á leið soleiðis: •Ert tú ikki humanistur, ert tú snævurskygdur •Ert tú ikki relativistur, ert tú fundamentalistur •Ert tú ikki fyri homoseksuellum levnaði, ert tú ótolsamur og/ ella hevur [...] allur sannleiki er relativur, t.v.s. at eingin hevur einkarrætt til at siga, hvat er rætt ella skeivt. Sannleikin og sannleikar eru tí ymsir frá samfelagi til samfelag. Sagt verður, at um allur sannleiki [...] leggja oyra til eitt ella fleiri av omanfyri nevndu ókvæmisorðum og at verða brennimerkt og bólkað yvir ein kamb sum eitt slag av ódjórum, tá einasta “misgerðin” er, at tú ikki játtar teg til humanistisku
støðuna í stóra USA ella í lítla Íslandi? Jú, í Føroyum boðar sjálvur formaðurin hátíðarliga frá suðuri í Skálavík, at neyðugt er við, haldið tykkum fast, nýggjari tjóðskaparrørslu! Makan til politiskt neyðaregg [...] heimurin skeivur, meðan Tjóðveldi hevur funnið ljósið suðuri í Skálavík? Og so tekur Høgni Hoydal skálvíksingin og mentamannin Heðin Brú upp á tunguna, sum ein, ið hevur brotið burturúr nýggjum og brotið [...] Tjóðveldi nú um dagarnar, sum fevna líka frá Búskapargrunni til at læra føroyskar journalistar at stava og lesa (hava hesir ikki gingið í skúla og lært føroyskt í ein 12 –13 ár!??) – alt kostnaðarmikil uppskot
aðrastaðni. Tú sær í øllum heiminum, at tað er ein fastgrógvin tørvur í fólkinum at vera sjálvstøðug. Sama, um tú er ríkur ella fátækur.« Sært tú stóra áhugan, sum heimsins valdsharrar sýna Grønlandi, Arktis [...] høpið. Kuupik Kleist, tá tú hyggur út yvir fjørðin og hugsar um framtíðina sum pensjónistur, hvussu ímyndar tú tær Ríkisfelagsskapin tá? Er tað eitt sjálvstøðugt Grønland? Ella er tað eitt Grønland, sum [...] og í framtíðini.« Hvat skal gerast fyri, at ríkisfelagsskapurin, tú tosar um, kann varðveitast? »Vit hava nú tætt samband við umheimin, men vit kunnu ikki venda okkum beinleiðis til stjórnarleiðarar, tí
Danmark. Fólk renna til okkum aftaná konsertir og skriva til okkum, at tónleikurin hjá okkum hevur bjargað lívinum hjá teimum. - Ein genta sendi okkum alla sína lívssøgu. Hon hevur havt eitt mega fokkað [...] á, er at siga nei til gigg, ið koyra uppá playback. Playback er annars ræðuliga populert í Danmark fyri tíðina, men vit siga nei til øll slík gigg, tí tú følir teg sum ein klovn, tá tú framførir uppá handan [...] Dreams. Umframt at vera tað, hevur hann eisini publishing avtalu við stóra plátufelagið EMI, sum hann skrivar tónleik fyri til bólkar og einstaklingar. Seinastu tvær vikurnar hevur hann sitið í studio Pegasus
rættiliga á hjá Ann, sum hevur tikið dupultvakt. Tað ræður um at vera árvakin í viðrakningini. Eitt bil liggur ein steriliserað kona har. Hon hevur heldur lágan puls. – Hevur tú pínu? Vilt tú hava okkurt at drekka [...] og níggju um morgunin verður brúkt til at viðgera sálarsjúklingar við elektrosjokki, tey kalla. Theodor hevur tryggjað sær, at Propofol og Suxameton er skamtað rætt til ta heldur hyldligu kvinnuna, sum [...] satureringin, spyr hin. – Hundrað, svarar Tórgerð. – Hevur tú kallað anastesiina? – Ja, eg havi tosað við Theodor, svarar Tórgerð, sum tekur støðu til at fara niður aftur á skaðastovuna við sjúklinginum