Fyrst í hesum mánaði hevði formaðurin í Trivnaðarnevndini áhugaverda grein í bløðunum, ið hann nevndi »Tín heimarøkt skal varðveitast.« Hvat er síðani blivið av lyftunum? Í juli var undirritaða á fundi [...] hesar sparingar ikki setast í verk, men skuldi ein loysn finnast, ið ikki kom at raka brúkaran ov meint. Sum skilst, so eru hesar sparingar settar í verk í flest øllum økjum í landinum, og merkir hetta, [...] ábyrgdarloysið er, bæði fyri starvsfólk og brúkara. Eisini hoyrir ein í dag, at nú skal ongin leiðari vera í Heimarøktini, men skal hon skipast í økum, møguliga ein nýggj roynd fyri at fáa tingini at koyra. Men
hann átti í vága, við at veðhalda við húsum, sum hann átti í Vestmanna. Kanst tú svara mær, hvør annar setti veðhald fyri A. T. tá? Ella tá ið sendinevnd varð send til Bretland í tí harðastu tíð í seinna [...] Tað er harmuligt, at hann í minningarorðum um P. M. Dam, ikki kann lata pápa mín liggja í friði í sínari grøv, líkasum pápi heldur ikki kann forsvara seg. Eg visti ikki, at tú Karl kundi gera teg so lágan [...] at pápi var stjóri í Trolkol við skrivstovu í Havn. Eg havi spurt meg fyri. Eingin veit um hesa skrivstovu. Hví lýgur tú eisini? Viðvíkjandi at Hjalgrímur á Heygum hevði limaskap í FAG, siga menn á Tvøroyri
samstundis, at næsta ár verður tríati ára »jubileum«. Í nógv ár varð málið á Skála, men seinastu nógvu árini hevur málið verið í Runavík. Tað var tað aftur í ár og hesaferð varð siglt úr Skálabotni út til Runavíkar [...] eitt lítið lot og so fingu bátarnir so mikið av vindi í seglini, at teir komu á mál. Tey flestu árini hevur bert verið siglt í 4 og 5 mannaførum, men í ár var eisini roynt við størri bátum. Tveir størri bátar [...] Sunnudagin 23. august skipaði L. C. Eysturoy fyri kappsigling á Skálafjørðinum. 38 bátar vóru tilmeldaðir, men tríggir teirra møttu ikki til byrjanina, so samlaða luttakaratalið var 35. Hetta var 29. ferðin
Í døgunum 25. - 13. august, vitjar Ráðgevandi nevndin hjá danska forsærisráðnum í Føroyum. Í nevndini eru fimm limir. Teir eru: Arne Larsen, formaður og stjóri í fiskimálaráðnum, Søren Egmose, skrivstovustjóri [...] Hjerning, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum (hann er ikki við á ferðini, blkv.), Bjarne Skafte, skrivstovustjóri í danska Tjóðbankanum og Christian Schults, professari á Universitetinum í Keypmannahavn. Á R [...] Ríkisumboðnum í Havn verður sagt, at Ráðgevandi nevndin vanliga kannar sær eitt evni at viðgera. Í fjør var tað alivinnan, sum var løgd undir sjóneykuna, og í ár er tað sambandið millum almennar og hálvalmennar
nógvar, og síðani komið var í norðurlendskt samstarv hevur verið munandi lættari at arbeitt við upplýsing. Ymisk tiltøk hava verið ígjøgnum árið, men mesta orkan er løgd í at gera sjálvan hátíðardagin [...] breiðan og spennandi sum til ber. Giktafelag Føroya er av elstu sjúklingafeløgum í Føroyum. Tey, ið stovnaðu felagið 22. august fyri 50 árum síðani vóru Hans Debes Joensen, lækni, Pauli Dahl, lækni, Jacob [...] framsýningum, borðhaldi og kvøldsetu. Dagurin endar við kaffi. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í almannamálum, setur dagin og Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Frits Johannesen fer at seta dám
viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum Finn Christiansen, norski konsulin í Føroyum. Eftir at hava fingið eina frágreiðing um strongu trygdarviðurskiftini lótu løgmaður og fylgi seg í teir eyðkendu reyðu [...] løgmaður fyri fyrstu ferð á oljupallum í Norðsjónum - sum ein náttúrligur liður í fyrireikingunum til eina komandi føroyska oljuvinnu. Eyðun Elttør, nýkosni oljumálaráðharrin fór mánadagin við tyrlu úr Bergen [...] úr landi. Sosialurin var saman við løgmanni og fylgisneytum hansara. Í yvirlivilsisbúna Eftir at hava verið á almennari vitjan í norska høv-uðsstaðnum og har vitjað Harald kong, Kjell Magne Bondevig,
Frank og Charles Seiberling í 1898. Frank var ein holdin maður, og ein dagin í 1898 keypti hann eina verksmiðju í Akron, sum var farin í fallinum á børsinum í Wall Street í 1893. Hana fekk hann fyri 13 [...] ongantíð pening burtur úr sínum uppfinnilsi - og í 1860 doyði hann. Kortini hevði hann verið á onkrum vørumessum og sýnt fram sítt uppfinnilsi, eitt nú í London og í París. Fyritøkuna The Goodyear Tire and Rubber [...] marknað. Tað var tann 29. august í 1898, at verksmiðjan formliga varð sett á stovn, og varð hon nevnd eftir pionerinum innan gummiframleiðslu, Charles Goodyear - framleiðslan for í gongd tann 21. november
Jacobsen og Álvur Haraldsen av Ólavsfirði Í hesum døgum verður tað alsamt vanligari, at feløg í eitt nú Onglandi styrkja seg við spælarum úr øllum møguligum londum, bæði í Europa, Afrika og aðrastaðni frá. Hetta [...] íslendingar spæla í løtuni tveir føroyingar, ein dani, ein skoti, ein slovaki og ein nigerianari við Leiftur. Og venjarin Páll Guðlaugsson hevur eitt íslendskt navn, men hevur búð í Føroyum í 19 ár. Teir ellivu [...] útlendingar í fótbóltshøpi, og tað verða føroyingar heldur ikki. Nigerianskur landsliðsspælari og skotskur steypavinnari Peter Ogaba hevur fyrr roynt seg í millum annað spanska felagnum Compostela og var í por
Mikael Blak, bass og Heri Jakobsen, naverlur. Líka sum við »Conserto Grotto« ? upptikin í Líðargjógv í Sandoynni í 1984 av bólkinum Yggdragsil ? er tað plátufelagið Tutl, ið gevur út »Klæmint«. [...] nar hjá Kristiani eru skræddaraseymaðar til høvið. Upptøkurnar eru gjørdar tíðarskeiðið mai til august í ár, og tað er Kartni Fornagarð úr Útvarpi Føroya, sum hevur staðið fyri upptøkunum. Tónleikarar [...] Kristian blak hevur aftur gjørt tað. Givið eina fløgu út, ið er upptikin í eini grottu. Saman við skiparanum á Norðlýsinum Birgir Enni hevur Kristian og hansara lið av tónleikarum verið undir oynni Hestur
l., sum longu eru settir. Tað eigur tí sum liður í teimum fyrireikingunum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya, sum eisini eru nevndar í løgtingsmáli nr. 5/1998, at verða sett ein stjór [...] spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. § 2. Løgmaður setir stjórnarskipanarnevndina, sum skal hava 11 limir. Stk. 2. Hvør flokkur á løgtingi velur sín løgtingslim í nevndina. Stk. 3. [...] nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,7 mió.kr. § 5. Nevndin skal enda arbeiði sítt við áliti og uppskoti, sum verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999. § 6. Henda