skaðar burtur. Okkara fremsti spælari er til reiðar at vera sterkasti trumfur okkara til komandi avbjóðingarnar móti Sveis og Írlandi. Men hann verður ikki úttikin til liðið. Grundgevingarnar hjá landslið [...] num í hesum eru, at er ein spælari ikki í nóg góðari dystarvenjing, so kann hann ikki spæla. Sjálvandi kunnu venjararnir hava hesa áskoðan, men fyri tað nýtist ikki øllum at vera samd í hesum. Partvíst [...] grundgevingin fyri hesum var greið, vóru tað ikki øll, sum góðtóku hesa. Seinasta summar hendi so tað gleðiliga fyri føroyskan fótbólt, at Todi segði seg aftur vera til reiðar at tørna út fyri Føroyar. Hann hevði
viðmerkingina hjá Thomasi Arabo til grein mína viðvíkjandi ferðavinnuni. Viðgangast skal, tað er als ikki ólogiskt, at Thomas nevnir ein av stóru ferðavinnumiðdeplunum í Evropa, ið ikki er fullveldi - nevniliga [...] avgjørt ikki tey, ið vit skulu satsa uppá. Ísland og Føroyar liggja á vegamóti millum Evropa og Norðuramerika, og tað eru fyrst og fremst evropearar og amerikanarar, umframt japanarar, ið hava ráð til at ferðast [...] nar ella Bermuda eru nøkur sum helst tjóð, og tað eru hesar oyggjarnar nevniliga yvirhøvur ikki. Tað er ikki tílíka slagið av ferðafólki, ið vit hava brúk fyri. Sum eg nevndi í fyrru greinini, so eiga
kundi lagt nakað til verkætlanina annars, fíggjarliga, og til tað er bert at svara, at tað er ein samráðingarspurningur sum alt annað í lívsins ymisku geramálum. Runavíkar kommuna er til eina og hvørja tíð [...] stig eisini tikin til, at flyta stovnin inn á Skálafjørðin. Fyrr í vikuni vóru umboð fyri kommununa nevniliga á fundi við fíggjarnevnd løgtingsins um málið. - Helst er tað orsøkin til, at fíggjarnevnd [...] hóttan fyri at fáa eitt nationalt teatur – eitt tjóðleikhús – upp at standa. Men ivaleyst finnast ráð fyri hesum. Tjóðpallurin eigur at vera staðsettur í miðstaðarøkinum, ongin ivingur um tað, men um
skattaprosentið eitt prosent fyri at fáa ráð til at umvæla skaðan. Og endamálið er at lækka skattin niður aftur umleið 19,75 prosent, sum tað var. Tað kemur Hvalbiar kommunu til góðar, at skattainntøkan í ár er [...] aftur, tí tað er farið við øllum. Men næsta ár eru 1,5 milliónir til íløgur og nú skal so støða takast til, hvat tær skulu brúkast til. Ein hampuliga stór íløga, sum stendur fyri framman er at gera vegin [...] er væl hægri enn hon var í fjør. Higartil í ár, frá januar til novembur, hevur kommunan fingið 24,6 milliónir inn í skatti og tað eru slakar 3,3 milliónir, ella góð 15 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði
ov nógv til landshúsarhaldið, men onnur viðurkenna og hava ta hugsan, at við at gjalda til ein felags kassa, so eru vit við til at fáa munagóðar tænastur frá tí almenna, bæði til teirra sum ikki hava møguleika [...] samfelagið næstu fýra árini til gagns fyri borgaran, bæði til teirra sum onki tjena, til teirra sum tjena upptil 170 tús. kr. og til teirra sum tjena oman fyri 170 tús kr. Tað hevur ikki so stóran týdning, um [...] fáa burturúr hesum og hasum. Tað sum loypir av skal heldur ikki gevast til onnur. Tað skal setast inn á bankabók, koyrast í boksina, til tað ikki er etandi ella leggjast upp á ovasta loft. Nýggja løgtingið
foreldrini hava fíggjarligar møguleikar, meðan næmingurin undir liðini, sum ikki hevur ráð, óbeinleiðis kemur at gjalda fyri tey, sum hava ráð gjøgnum landsins fíggjarjáttan pr. næming. Mentamálaráðið játtaði at [...] er hetta ein fadesa. Míni ráð til samleggingina Eri púra samd við formanninum í Lærarafelagnum, Herálvi Jacobsen, um at verandi háttur at leggja saman, áðrenn umstøðurnar eru til tað, er óðamannaverk og [...] barakkir, bingjur o.a. til undirvísingarhølir, sum Kommunuskúlin t.d. hevur gjørt seinastu nógvu árini. So uppáhaldið hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um at Venjingarskúlin ikki hevur nøktandi hølisumstøður
viðurskiftir og leggur ikki upp til at broyta skipanina, sum gevur skipum fáa veiðiloyvir fyri fleiri ár. - Tað ber ikki til at gera hundratals milliónaíløgur í skip, um tú ikki veit, um tú sleppur at [...] hann ikki siga enn. - Vit arbeiða upp á eitt uppskot, sum vit fara at leggja fram fyri hinum samgonguflokkunum, sigur Johan Dahl. Uppskotið verður væntandi liðugt innan nakrar vikur og leggur upp til broytingar [...] hesum, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini. Hann vil tó ikki siga, hvat ein rímuligur partur er. - Vit hava atgongd til marknaðarprísir á makrel, so tað átti at verið gjørligt at gjørt eitt
at vísa til, at nú skal ein arbeiðsbólkur koma við uppskoti um nýggjan bústaðarpolitikk. Vinning av vanlukkustøðu Herfyri hoyrdu vit eitt hoyringsskriv, har Arbeiðsgevarafelagið sigur seg ikki taka undir [...] soleiðis, at Bústaðir skulu bara byggja íbúðir til ein samfelagsbólk, og Bústaðir skulu helst byggja á bygd ella í útjaðaranum, har ein ávísur váði er at byggja, og ikki í Havnini. Her er tørvurin annars nógv [...] byggja sínar íbúðir fyri. Harafturat er tað óivað í fínasta lagi, at privat, sum hava ráð, keypa eina íbúð at leiga út til fólk í bústaðarneyð. Tað vil við øðrum orðum siga, at onkur skal fáa beinleiðis vinning
og praktiska tænastu til børn, ið bera brek. Vit hava fleiri skipanir, sum hoyra undir ymisk ráð, sum hvør í sínum lag gera sítt til at veita góðar tænastur - men tær samstarva ikki, staðfestur Javni. [...] samskipa tænasturnar til tilboðini til familjur, ið hava børn við menningartarni og fjølbreki. Og tað skal gerast ongantíð ov skjótt, leggur Javni afturat. Á Heimasíðu sín vísir Javni til frásøgnina frá eini [...] , tí umframt at vera foreldur, skulu foreldrini eisini samskipa eina ørgrynnu av fyriskipanum, ið ikki samstarva, umframt at tey skulu halda eyga við heilivági, og øðrum neyðsynjavørum. Tey skulu eisini
fyri vertirnar. Hetta helt sær fram til seinastu tíggju minuttirnar, tá Bjarni Jørgensen í tveimum førum var maðurin aftan fyri AB-skoringar. Fyrst legði hann upp til Pætur Dam Jacobsen, og at enda slapp [...] trý stig til kontina. Men í seinastu minuttunum datt sigurin burtur, tá Sonni Johansen javnaði fyri Vágamenn, og harvið tók tvey sera týðandi stig frá B71. Í Havn var Sumba á vitjan, og heldur ikki hesaferð [...] móti dystarenda, so broytti hetta ikki um stigabýtið í dystinum. Seinasti dysturin var í Vági, har LÍF fekk triðja sigurin upp í slag. Hesaferð gjørdist talan tó ikki um eins trygg tøl, sum tað hevur verið