TB og AB berjast um gullið

B71 misti týðandi fet, tá teir á heimavølli leiktu javnt móti FS Vágum

2. deild

Alt bendir á, at oddastríðið í aðru deild fer at standa millum TB og AB. Bæði vunnu tey á útivølli um vikuskiftið, og serliga hjá AB mundi talan vera um sera kærkomin stig í truplum útidystin.
Líkt var annars leingi til, at talan skuldi gerast um javnleik í Hvalba. Nýggi AB-leikarin, Nikolaj Lindholm Eriksen hevði annrs lagt AB á odda, og argjamenn høvdu enntá brent brotsspark fyri steðgin, men í seinna hálvleiki javnaði Erik Hammer fyri vertirnar.
Hetta helt sær fram til seinastu tíggju minuttirnar, tá Bjarni Jørgensen í tveimum førum var maðurin aftan fyri AB-skoringar. Fyrst legði hann upp til Pætur Dam Jacobsen, og at enda slapp Nikolaj L. Eriksen enn einaferð á talvuna.
TB hevði ikki á pappírinum eins trupla uppgávu, men tað stóð kortini nógv á, tá teir vitjaðu í Klaksvik. KÍ tóktist tó at ætla at byrja føðignardagshaldið longu leygardagin, og allan dystin á tamb trýstu teir TB. Millum annað mátti stólpin tvær ferðirnar bjarga TB. Einum oddaliði so líkt, so megnaði TB tó at enda at greiða sína skyld móti dystarenda, tá Hallur Christiansen kundi skora einsamalla málið í dystinum, sum altso heldur TB uppi á oddasessinum í deildini.
Sandoyingar eru triðja liðið í oddastríðnum, men teir snávaðu, tá teir á heimavølli leiktu móti FS Vágum. Bergleif Sólsker hevði annars lagt heimaliðið framum, og alt bendi á, at talan skuldi gerast um enn trý stig til kontina.
Men í seinastu minuttunum datt sigurin burtur, tá Sonni Johansen javnaði fyri Vágamenn, og harvið tók tvey sera týðandi stig frá B71.
Í Havn var Sumba á vitjan, og heldur ikki hesaferð eydnaðist B36 at fáa nakað burturúr dystinumk. Sumbingar komu á odda 2-0 við málum frá Bergur Djurhuus og Kenneth Kjærbo, og tó at Jóannes Jakobsen javnaði móti dystarenda, so broytti hetta ikki um stigabýtið í dystinum.
Seinasti dysturin var í Vági, har LÍF fekk triðja sigurin upp í slag. Hesaferð gjørdist talan tó ikki um eins trygg tøl, sum tað hevur verið tey bæði seinastu umførini, men leirvíkingarnir staðfestu undir øllum umstøðum, at teir hava eitt lið, sum helst er alt ov gott til at liggja undir niðurflytingarstrikuni.
So er spurningurin, um LÍF megnar at halda fastu um positivu taktirnar, tá B71 kemur á vitjan komandi vikuskifti. Her hava sandoyingarnir í øllum førum ikki ráð at missa stig, um teir skulu gera seg galdandi í oddinum. Eisini TB hevur trupla uppgávu, tá teir skulu hitta sumbingar á útivølli, meðan AB tykist fáa tað nakað lættari á heimavølli móti VB. Hinir báðir dystirnir næsta vikuskifti eru FSV-B36 og Royn-KÍ.

Dystir
B36-Sumba 1-2 (0-1)
0-1: Bergur Djurhuus
0-2: Kenneth Kjærbo
1-2: Jóannes Jakobsen

VB-LÍF 1-2 (1-2)
0-1: Petur Sjúrðarberg
0-2: Sigríður Olsen
1-2: Birgir Jørgensen

Royn-AB 1-3 (0-1)
0-1: Nikolaj Lindholm Eriksen
1-1: Erik Hammer
1-2: Pætur Dam Jacobsen
1-3: Nikolaj Lindholm Eriksen

B71-FSV 1-1 (1-0)
1-0: Bergleif Sólsker
1-1: Sonni Johansen

KÍ-TB 0-1 (0-0)
0-1: Hallur Christiansen