Skulu rinda eitt sindur minni í skatti næsta ár

Endamálið er at lækka skattin nakað afturat, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu

Bygdaráðið í Hvalba hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Og í hesum sambandi hevur bygdaráðið samtykt at lækka skattaprpsentið eitt vet. Í ár er skattaprosentið 20,75 prosent, men nú lækkar tað niður í 20,60 prosent. Barnafrádrátturin verður 6.500 krónur næsta ár og tað er tað sama sum í ár.

 

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at endamálið er at lækka skattaprosentið eitt sindur afturat. Tá ið brimverjan á havnarlagnum skolaði í havið í eini herviligari ódn, varð neyðugt at hækka skattaprosentið eitt prosent fyri at fáa ráð til at umvæla skaðan. Og endamálið er at lækka skattin niður aftur umleið 19,75 prosent, sum tað var.

 

Tað kemur Hvalbiar kommunu til góðar, at skattainntøkan í ár er væl hægri enn hon var í fjør. Higartil í ár, frá januar til novembur, hevur kommunan fingið 24,6 milliónir inn í skatti og tað eru slakar 3,3 milliónir, ella góð 15 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Í ár eru ongar íløgur gjørdar í kommununi uttan at gera brimverjuna aftur, tí tað er farið við øllum. Men næsta ár eru 1,5 milliónir til íløgur og nú skal so støða takast til, hvat tær skulu brúkast til.

 

Ein hampuliga stór íløga, sum stendur fyri framman er at gera vegin ígjøgnum bygdina, sum er í serstakliga ringum standi. Janus Thomsen sigur, at tað verður tað næsta, sum stendur á skrá og hann vónar, at sjøtul kann verða sett á arbeiðið næsta ár.

 

Næsta ár væntar tey, at tað fer at kosta 33,538 milliónir krónur at reka Hvalbiar Kommunu. Tá eru útreiðslurnar til eldraøkið við og í tí sambandið fær kommunan 9,295 milliónir úr landskassanum. Tað merkir, at tá ið eldraøkið verður tikið burtur úr, verður raksturin, sum kommunan sjálv skal fíggja, 24, 243 milliónir.

 

Annars vænta tey eina inntøkur upp á 33,385 milliónir næsta ár og næsta er ætlanin at rinda 3,450 milliónir av skuld og í ár verða 3,5 milliónir goldnar av skuldini. Borgarstjórin sigur annars, at skuldin er nakað væl undir inntøkuna hjá kommununi.