Tingini, ið koma av sær sjálvum

(Aftursvar til Thomas Arabo)

Tað var við stórum áhuga, at eg havi lisið viðmerkingina hjá Thomasi Arabo til grein mína viðvíkjandi ferðavinnuni. Viðgangast skal, tað er als ikki ólogiskt, at Thomas nevnir ein av stóru ferðavinnumiðdeplunum í Evropa, ið ikki er fullveldi - nevniliga Kanaroyggjarnar (umframt Bermuda og Hawaii). Men so er tað vert at hugsa eitt sindur um, hvat er tað fyri slag av ferðandi, ið fer tann vegin (fleiri føroyingar hava ivaleyst verið har eisini). Endamálið í ferð teirra er at leggja seg á eina strónd við einum ísi í hondini og fáa brennandi sól oman á hálvnakna kroppin. Hjá teimum er líkamikið, um Kanaroyggjarnar ella Bermuda eru nøkur sum helst tjóð, og tað eru hesar oyggjarnar nevniliga yvirhøvur ikki. Tað er ikki tílíka slagið av ferðafólki, ið vit hava brúk fyri. Sum eg nevndi í fyrru greinini, so eiga Føroyar at nýta fyrst og fremst Ísland, sum fyrimynd á ferðavinnuøkinum. Bæði londini líkjast nógv, bæði so og so. Ísland kenna allir evropearar, Føroyar kenna fáir. Ísland er eitt ríki, Føroyar eru ikki. Og tað nyttar ikki at koma við grundgeving, at Ísland er størri enn Føroyar. Fullveldini San Marino og Liktinstein eru so nógv minni enn Føroyar, men hetta er á ongan hátt nøkur forðing hjá teimum flestu í Evropa at vita um tey og fáa áhuga fyri at vitja har!
Rætt hevur Thomas, tað eru kanska ikki nógv í heimsparti okkara, ið kenna tey fjarskotnu Nauru, Tuvalu og Vanuatu. Men tað eru verri enn so øll á hesum sovandi oyggjunum, ið liggja burtur í Stillahavinum, sum hava hoyrt um t.d. Danmørkina. Tað eru avgjørt ikki tey, ið vit skulu satsa uppá. Ísland og Føroyar liggja á vegamóti millum Evropa og Norðuramerika, og tað eru fyrst og fremst evropearar og amerikanarar, umframt japanarar, ið hava ráð til at ferðast. Tað eru júst tey, ið koma til Íslands í hópatali fyri at uppliva nøkru nattúruna og lata pengar eftir sær ? fyri bussferðir, leigubilar, ferðaleiðarar, minnislutir, gistingarhús og s.v. At koma til Føroya hjá flestum av slíkum "globetrotterum" er púrasta óviðkomandi í dag. Tað var líka óviðkomandi t.d. at savna føroysk frímerki, áðrenn farið varð í holt við at framleiða tey, ella at halda við føroyska landsliðnum, áðrenn tað bleiv ein sjálvstøðug eind á altjóða pallinum. Við fullveldinum verður áhugi útlendinga fyri landinum, sum einum stati, skaptur. Eg havi fyri kortum verið í Estlandi og Slovenia, og tað er ein risastórur minur á hagtølum viðvíkjandi útlendingum, ið kendu nakað til hesi bæði londini og vitjaðu har - áðrenn og eftir fullveldistøkuna. Ferðavinnan er í blóma har!
Thomas skrivar, at einki kemur av sær sjálvum. Men veruleikin er tann, at nógv ting nevniliga henda av sær sjálvum ? at siga beinanvegin - saman við fullveldinum (t.d. sjálvstøðuga føroyska luttøkan í Evropeisku Grand-Prix tónleikakappingini, luttøkan í OL, fyri ikki at nevna fullan limaskap í ST, NATO, áltjóða hvalaveiðunevndini og s.v.). Sum støðan er í dag, so eru íslendingar, tann nærmasta grannatjóð Føroya, við felagsuppruna og líknandi søgu, - íslendingar bæði heima og úti í verðini, meðan føroyingar eru - sæð við útlendskum eygum ? danir. Fullveldistøkan broytir hesa fatanina av Føroyum í verðini í eitt sekund. Tá gerast føroyingar tann minsta evropeiska tjóðin við sínum máli, mentan og samleika, ið nakrantíð hevur havt fult sjálvraði í sínum egna landi! Og tá fáa flestir evropearar at vita um Føroyar ? tá, men ikki fyrr!