alt hotellið, sum tekur tíð, og vit hava eisini longu fingið onkra broytingar framdar við tað at tvey kømur longu eru gjørd til fólk við astmu- og allergisjúkum. Vit eru einasta gistingarhús í landinum [...] Í 1978 stóð Hotel Vágar klárt at taka í nýtslu. Og nú góð 20 ár seinni og sum vit fara inn í nýggja øld verður nógv gjørt, so Hotel Vágar stendur mát á bæði ein og annan hátt. Javnan hava broytingar verið [...] Skeiðvirksemið á hotellinum er økt munandi seinnu árini, og eitt nú hevur Dansk Rederiforening sín árliga fund á hotellinum í Vágum. Fundarhølini eru góð og rúma um 150 fólkum. Og viðvíkjandi kostnaðinum hjá
eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini. -Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum l [...] Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki [...] eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga ums
farin, manglaði framvegis fitt av hesum tilfari. - Hetta kemst av summarfrítíðnini. Fólk eru komin aftur til arbeiðis nú, men tað gjørdist ov knapt hjá øllum at náa at svara til ásettu tíðina. Men eg rokni [...] Nevndin hevur fingið nøkur brøv frá fólki eftir hesar áheitanir. - Nú hava vit fingið heimasíðuna hjá okkum rættiliga at rigga, og vit vóna, at hon kann geva okkum okkurt. Har kemur vónandi kjak í lag um [...] ásettu tíðina, fer tað ikki at ávirka tíðarætlanina hjá nevndini. - Vit ælta at hava álitið liðugt til hálvan november, og hóast vit framvegis mangla nakað av tilfari, fer tað ikki at seinkað álitið, sigur
sparingar skulu raka bústaðir hjá fólki, ið bera brek. Vit halda, at kósin er púra burturvið. Tað má ikki henda í Føroyum, at vit nú gera so stór afturstig, sum tað er at koyra fólk úr sínum bústaði móti teirra [...] fingið álagt at spara. Vit undrast tí stórliga, tá hon alment úttalar seg um, at hetta skal borgarin, serliga »tey veiku« ikki merkja nakað til. Í Sosialinum leygardagin lesa vit so, at fólkini í sambýlinum [...] á ein ella annan hátt ikki eru fullfør vegna eitthvørt brek, hevur avvarðandi myndugleiki rætt til at taka fólk úr teirra heimi og flyta tey sum teimum lystir. Hetta meta vit er púra burturvið í einum
meira og meira hektiskt, meira vit nærkast frumsýningini, og hesa vikuna verður vant frámorgni til myrkurs. Og eg haldi, at vit eru komin hartil, sum vit eiga at vera nú, sigur Bárður á Lakjuni. Sum hjá [...] burtur úr í gerandisdegnum. - Vit royndu í fjør at seta ein leik upp, og tað eydnaðist so mikið væl, at vit endurtaka hetta í ár. Men tað er so ikki fyrr enn nú, at vit veruliga eru farin undir intensar venjingar [...] tónleikurin í leikinum er heilt nýggjur og bæði orð og løg eru um- og nýskrivað av Bárði á Lakjuni. - Hetta hevur verið ein rímiliga long tilgongd. Vit byrja altíð í smáum um heystarnar við stuttum og lítlum
Also skuldu vit rinda umleið 80.000 krónur fyri at inflyta okkara sjey ára gamla SAAB! Vit kannaðu sjálvandi bilprísirnir í Føroyum, og hvat vit fingu fyri bilin, um vit seldu hann, áðrenn vit komu til Føroya [...] avgjørdu at flyta heim til Føroyar. Vit ringdu beinavegin til kommununa, fyri at fáa dreingirnir á bíðilista til barnaansing. Men vit fingu at vita, at tað sá svart út, og at vit ikki skuldu droyma um at fáa [...] hetta - trúgv tí ella ikki - so eri eg glað fyri, at vit tóku stigið at koma heim. Eg veit ikki, um vit verða verandi í Føroyum. Men eitt veit eg, at um vit ikki komu heim, hevði eg gingið restina av lívinum
soleiðis er ikki statt á øllum støðum í landinum, og nú ætlanin er at skipa fyri færri kommunulæknaeindum, er spurningurin komin, um vit ikki júst nú eiga at taka málið upp við tí endamáli at samráðast [...] ir yvirtaka kommunulæknaskipanina fult og heilt, tá ið Heilsumálaráðið nú ætlar at skipa fyri færri, men størri heilsudeplum? Nú yvirtøkur av málsøkjum frá landi til kommunur er eitt av stóru umrøðuevnunum [...] eldraøkið tað fyrsta, sum verður lagt út til kommunurnar, og tá nú fleiri kommunur hvør í sínum lagi gera stórar fyrireikingar til eitt nú at yvirtaka eldraøkið, er hetta tekin um, at kommunurnar síggja
skúlanum á Ziskatrøð. Sum nú er, eru tíggju skúlastovur settar í stand. Tær stovurnar eru á ovastu hædd í bygninginum, sum vendir oman og niðan framvið Ziskagøtu. Í teimum stovunum eru nýggir møblar, nýggjar [...] vánaligu umstøðunum. - Hetta sást best nú, eftir at nakrar stovur eru settar í stand. Lærarar og næmingar vilja illa út úr aftur stovunum, tá tey fyrst eru komin inn. Og harafturat, hava stovurnar so at [...] harmast um, at arbeiðið ikki verður gjørt liðugt nú í summar, men hann sigur, at har er ikki nógv at gera, tá arbeiðsfólkið ikki er til taks. Tí tað eru so umfatandi umvælingar, sum skulu gerast yvir eitt
ætlanirnar. Men ætlanirnar eru broyttar nakrar ferðir. Fyri seks árum síðani komu Rói og Esmar við í ætlanini. Teir høvdu ikki mjólkakvotur, men vóru seyðabóndur og áttu bø. Nú er stuttligt at síggja, at [...] at fyrstu neytini eru komin inn í fjósið, og at tað riggar. Hetta verður munandi lættari, enn tað hevur verið, sigur Nils Absalonsen, bóndi á Viðareiði. ##med2## Mjólkað meðan bøndurnir sova Nýggja fjósið [...] Føroyum. Tað minnir um fjósini í Havnardali, har tað eru 120 neyt og tað á Vatnaskørðum við 60 neytum, og tað í Syðradali á Streymoynni, har tað eru umleið 40 neyt. Í øllum hesum fjósunum ganga neytini
at tíbetur eru slangurnar ikki brotnaðar og tískil flýtur aliringurin eisini. - Vit vita sjálvsagt ikki, hvussu hetta er hent, men at síggja til er Hav Frakt komin úr Suðuroy og liggur nú á Kollafirði [...] hevur fingið stóran skaða, og tað er serliga besløg, sum eru farin í knús. Nótin í einum slíkum aliringi er 19.000 rúmmetrar. - Slangurnar eru ikki brotnaðar, og okkara kanningar við kavarum í nátt vístu [...] Kollafirði. Aliøkið er merkt í kortinum, og her eru bæði radarrefleks og blunkiljós. Regin Jacobsen sigur, at hetta er triðja óhappið av slíkum slag, sum rakar Bakkafrost í umleið eitt ár. - Báturin Lív sigldi