Alarar, sum ala laks, eru farnir at taka laks nú, og ein av orsøkunum er sjálvandi eisini, at prísurin er í topp í løtuni. Flestu alarar tóku laks til jóla í fjør, so lítið hevur verið av tøkubúnum fiski, men nú hann er komin upp á 3 kilo, eru alarar farnir at taka og tað hevur so eisini samband við góða prísin á marknaðinum.
Stórur eftirspurningur
Hans J. Mikkelsen, sølumaður á Fiskasøluni, sigur, at prísurin liggur oman fyri 30 kr. kilo afturímóti um 26 kr. kilo undan verkfallinum, men tað hevur ikki bert verið galdandi fyri alifisk, at prísurin er farin upp, tí allur fiskur hevur fingið betri prís á evropeiska marknaðinum.
? Verkafallið í Noregi hevur uttan iva gjørt sítt til, at prísurin er farin upp á alifiski, men hvussu stóra ávirkan tað hevur havt, fáa vit so at síggja, tá verkfallið er av. Norðmenn hava tikið 20% meiri fisk í ár enn í fjør, og tó at teir hava gjørt tað, er prísurin farin upp, so eftirspurningurin er eisini øktur eftir alifiski.
Dollarin høgur
? Og tað er eisini selt meiri til amerikanska marknaðin, har dollarin er høgur í løtuni, og ein av orsøkunum til øktu søluna, er tann, at Kili hevur selt minni til henda marknað. Hetta hevur so uttan iva eisini gjørt sítt til at prísurin er øktur seinastu tíðina, vísir Hans J. Mikkelsen á.
Tað eru 15 eindir sum ala laks og síl í Føroyum í dag, og mett verður at sølan kemur at liggja um eini 17.000 tons í ár. Komandi ár, tvs. í 99, verður mett, at føroysku alararnir fara at útflyta eini 25.000 tons.
? Í staðin fyri at selja laksin heilan, leggur Fiskasølan dent á, at meirgóðska laksin, so størri inntøka liggur eftir í landinum, og harvið fleiri arbeiðspláss, sigur Hans J. Mikkelsen.










