Fara varliga avstað

Nýggi borgarstjórin í Vestmanna ætlar ikki at seta nakrar villar ætlanir í verk komandi árið. Fyrst skal ein langtíðarætlan leggjast, sigur Karl Olsen

Tað verða ongar villar ætlanir á skránni hjá nýggja bygdarráðnum í Vestmanna, sigur Karl Olsen, sum verður nýggjur borgastjóri í Vestmanna á nýggjárinum.
Nýggja bygdarráðið fer at halda fram við arbeiðum, sum eru í gongd, men hevur sjálvandi eisini sínar ætlanir, sigur Karl Olsen.
?Nú er barnansingin komin upp á pláss, so tað verður ikki tað, sum verður raðfest fremst, sigur hann. Vit fara heldur at raðfesta arbeiðspláss og vinnulív í fremstu røð, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at hetta er ikki nakað brot við tann politikk, sum rikin er í Vestmanna hesi árini, Kvinnulistin hevur sitið við stýrið. Tað eru arbeiði í gongd, sum hann heldur, at arbeiðast skal víðari við. Hann nevnir ikki nakað ítøkiligt uttan tað, at arbeitt helst fer at verða við onkrari ætlan um vetrarfriðing.
Ymisk mál eru, sum samstarvast má við grannakommunur um, sigur Karl Olsen. Eit nú barnavernd og eldraøkið, og tað fara tey so at taka upp sum eitt að fyrsta, heldur hann.
Tá Sosialurin tosaði við komandi borgarstjóran í Vestmanna, hevði eingin endalig skipan av nýggja bygdarráðnum verið. Hann var tá ikki greiður yvir, um arbeitt fer at verða við meiriluta og minniluta. Í øllum førum ynskti hann eitt gott samstarv millum allar bygdarráðslimirnar.
Hóast nýggja bygdarráðið ikki enn hevur tikið við, hevur tað kortini fingið sítt fyrsta mál, soleiðis meira ella minni. Tað er málið um bátahylin hjá kvívíkingum á Válinum.
Karl Olsen sigur, at hann væntar, at tað fer at bera til at loysa hatta málið í øllum góðum, og at samstarvið við Kvívíkar Kommunu um onnur mál eisini man fara at verða gott.
Nýggi borgarstjórin í Vestmanna sigur, at hann hevur kunnað seg um fíggjarsøðuna hjá kommununi, og har stendur ikki so illa til, sigur hann og fer í góðum treysti undir sítt fyrsta skeið sum kommunalpolitikari nakrantíð.