dagarnar, hevur verið merkt av, at tað vórðu spældir dystir í fjórða umfari í FA Cup steypakappingini um vikuskiftið. Av somu orsøk var bert ein dystur í Premier League um vikuskiftið, og tað var Aston Villa [...] Chelsea Chelsea javnaðu eitt gamalt met í gjárkvøldið, tá teir vunnu sín íggjunda dyst á rað í øllum kappingum. Metið var frá tíðini, tá Jose Mourinho var venjari, afturi í 2005. Sigurin kom móti Reading, og [...] gjørdist 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Michael Ballack, ið annars hevur verið úti við skaða í langa tíð. Sigurin merkir samstundis, at Chelsea eru ósigraðir í 75 fylgjandi Premier League dystum
út á Strendur Toftir og Æðuvík Vestmanna Partur av Havnini Nólsoy Koltur og Hestur Skopun og Sandur Suðuroyggin Alla aðrastaðni í landinum er eingin streymur í løtuni. Í flestu økjum kann ikki roknast [...] landinum er í streymloysi. Vánaliga veðrið ger tað trupult hjá SEV at umvæla brekini, og tí mugu fólk brynja seg við toli. Vánaliga veðrið rakar streymveitingina kring alt landið. Streymur er í hesum økjum: [...] roknast við, at streymurin kemur aftur fyrr enn í morgin. Vánaliga veðrið ger tað ikki ráðiligt hjá fólki frá SEV at umvæla brekini. Kunning um streymveitingina fæst frá SEV, á telefon 346800 ella á heimasíðuni
ár Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. feb. 2008 kl. 18.00 – 21.00. Brúdleyp Leygardagin 2. februar kl.13.00 giftast í Prestagarðinum í Miðvági, Rigmor í Lon [...] professionsbachelor í fysioterapi á University College Vest í Esbjerg Føðingardagar! Tann 30. januar og 7. februar verða Elsebeth og Knút Nielsen í Vági 60 og 65 ár. Dagarnir verða hildnir í skótahúsinum tann [...] fyri innbodnum á Hotel Vágum. Vælkomst til kaffi verður í Filadelfia Vágar í Miðvági kl. 20.00 Øll eru hjartaliga vælkomin:):) 2. februar giftast í Thyregod kirkju Ann Christin Johannesen, Tvøroyri og Ingálvur
og botnuppgerð í sama setningi, men soleiðis er veruleikin í dag. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá teimum sigursvandu gulu úr Vestmanna, og stóra mannfallið av leikarum, í mun til í fjør, hevur sett [...] suverenu Stjørnuni úr Klaksvík, og so er ein dystur í Vestmanna, har VÍF skulu royna at steðga VB-kvinnunum, ið tykjast ætla sær at vinna sær finalusess í FM, eftir at tær mistu møguleikan fyri finalusessi [...] Gert Hansen, og fáa nýggja íslettið samanspælt. Í løtuni liggja teir á einum skuffandi síðsta plássi við bert trimum stigum, ið teir øll fingu afturi í november, móti Kyndli og StÍF á heimavølli. Úrslitini
Fjørð í Vestmanna, har nýggi Fiskivinnuskúlin skal byggjast, og herfyri komu fyrstu formarnir upp at standa Tað var felagið A/S MT Højgaard, sum vann lisitatiónina upp á nýggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna [...] og skúlin fer at taka skap. Nýggi Fiskivinnuskúlin í Vestmanna verður bygdur á parkeringsøkinum inni á Fjørð. Pláss verður fyri umleið 100 næmingum. Í skúlanum verða tríggjar vanligar skúlastovur og ein [...] auditorium og onnur høli. Tað var landsstýrismaður í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, sum legði uppskotið fyri løgtingið um at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Arbeiðsánari er Mentamálaráðið, og Landsverk
VB hevur síðani ársskiftið togað seg upp á annaðplássið í Sunset-deildini, og hetta skulu tær royna at halda fast um, tá tær vitja í Vestmanna. Samstundis skal Kyndil vita, um tær triðju ferðina á rað
liðini í føroyskum manshondbólti. Men tað er støðan í dag, nú VÍF hevur framt stórt ættarliðsskifti á mansliðnum. Munurin uppeftir er tó ikki so heilt stórur, og vinnur VÍF á KÍF, eru teir aftur við í dystinum [...] dystinum um bronsukrónurnar. Í Havn verður grannauppgerð millum Kyndil og Neistan. Her hevur Neistin mest sum tryggjað sær luttøku í FM-finaluni, men lítið er tó at ivast í, at teir fáa tað hart móti einum
vunnu trygt á botnliðnum, VÍF. VÍF legði frá byrjan bragdliga fyri, og VÍF var ongan tíð í nær námind nøkrum stigi í dystinum. Besti málskjúttin hjá VÍF var enn einaferð Liljan Durhuus. Daiva Toumaite skoraði
VÍF-KÍF 29-26 (16-14): Ungu vestmenningarnir, sum í vetur hava verið at kalla í læru í fremstu hondbóltsdeildini, hava ikki alla tíðina havt eina eins lætta tilveru. Seinastu tíðina hevur talan ikki verið [...] Hóast KÍF sýndi ein vilja, sum var munandi størri enn í fleiri av seinastu dystunum, so hildu teir gulu seg støðugt á odda í dystinum. Eina løtu í fyrra hálvleiki var enntá líkt til, at talan skuldi gerast [...] minkað munin niður í eitt mál, men seinastu løtuna var tað VÍF, sum hevði eitt gear eyka. Við sigrinum hevur VÍF framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna Neistan aftur í stríðnum um pláss í FM-finaluni.
sunnudagin. VB hevur nýtt seinastu mongu vikurnar til at vinna seg í støðu sum FM-finalistar, og ta støðuna høvdu tær ongan hug at sleppa í Vestmanna. Frá byrjan var VB bragdligari liðið, og tað var skjótt, at [...] ásannanin helst, at tað ikki var í hesum dystinum, at neyðugu stigini til botnstríðið skuldu vinnast. Hjá gestunum var lagið hinvegin av tí allarbesta. Boðini um Kyndils-sigurin í Havn gjørdu ikki støðuna verri [...] verri, og ivaleyst munnu tað vera fleiri í og kring VB, sum longu nú so smátt fara at fyrireika seg til enn tvær – og kanska tríggjar – FM-finalur móti Stjørnuni. Fakta um dystin VÍF-VB 18-29 (8-16) 10