Ikki var tað gamalt, at man tosaði um VÍF og botnuppgerð í sama setningi, men soleiðis er veruleikin í dag. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá teimum sigursvandu gulu úr Vestmanna, og stóra mannfallið av leikarum, í mun til í fjør, hevur sett síni djúpu spor. Tá tað so er sagt, so má eisini sigast, at tað bert er eitt stig upp til triðja plássið, ið H71 í løtuni eru á.
Nú skal tað vera
Skulu Kollfirðingar gera sær nakrar vónir um at fáa nakað burturúr kappingarárinum, skulu teir til at vinna nøkur stig skjótt. Hóast tað neyvan gerst nøkur løtt uppgáva, mugu teir koma seg yvir missin av millum annað Gert Hansen, og fáa nýggja íslettið samanspælt. Í løtuni liggja teir á einum skuffandi síðsta plássi við bert trimum stigum, ið teir øll fingu afturi í november, móti Kyndli og StÍF á heimavølli. Úrslitini tá vórðu ávíkavist 30-29 og javnleikur 27-27. So teir kenna vegin. Spurningurin er bara um teir finna vegin aftur, aftaná at hava verið vilstir eina løtu.
StÍF stima frameftir
StÍF eru, hóast avbera góðu gongdina, bert tvey stig frammanfyri Neistan, og tí skal tað ikki so nógv til, um tað skuldi byrjað at gingið galið hjá teimum, at Neistin kann gera sær dælt av støðuni. Men so er eisini alt sagt. StÍF hava, um nakar, heilt greitt uppiborið at liggja soleiðis, sum teir gera. Teir hava víst ræðandi styrki í øllum kappingarárinum, og tykjast stevna beina kós móti sætta meistaraheiti felagsins.
Kvinnurnar spæla eisini
Tveir dystir eru í Sunset-kappingini um vikuskiftið, og tað er á Skála, har StÍF tekur móti suverenu Stjørnuni úr Klaksvík, og so er ein dystur í Vestmanna, har VÍF skulu royna at steðga VB-kvinnunum, ið tykjast ætla sær at vinna sær finalusess í FM, eftir at tær mistu møguleikan fyri finalusessi, tá tær taptu báðar hálvfinaurnar móti sera vælspælandi Stjørnuni. VB er eisini einasta lið í Sunset-kappingini, ið hevur megnað at vunnið móti Klaksvíks kvinnunum, og ein dystur teirra millum endaði eisini javnur.