VÍF aftur á slóðina

Tað kravdi nógv av nervunum, men við sigrinum á KÍF er VÍF framvegis partur av stríðnum um bronsukrónurnar í FM-kappingini

VÍF-KÍF 29-26 (16-14):


Ungu vestmenningarnir, sum í vetur hava verið at kalla í læru í fremstu hondbóltsdeildini, hava ikki alla tíðina havt eina eins lætta tilveru. Seinastu tíðina hevur talan ikki verið um serliga góð úrslit, og skuldi liðið framvegis vera partur av bronsustríðnum, so var kravið ein sigur sunnudagin, tá grannarnir og botnliðið úr KÍF vitjaði.

Og hesa ferð gekk tað hjá VÍF. Hóast KÍF sýndi ein vilja, sum var munandi størri enn í fleiri av seinastu dystunum, so hildu teir gulu seg støðugt á odda í dystinum.

Eina løtu í fyrra hálvleiki var enntá líkt til, at talan skuldi gerast um ein sigur av teimum heilt tryggu, men KÍF vildi ikki veruliga sleppa takinum.

Sum minuttirnir gingu gjørdist spurningurin, hvørt ungu menninir hjá teimum gulu megnaðu at halda høvdinum kalt, tá avgerandi løturnar komu. Og her gjørdist niðurstøðan eitt greitt ja.

KÍF hevði annars minkað munin niður í eitt mál, men seinastu løtuna var tað VÍF, sum hevði eitt gear eyka.

Við sigrinum hevur VÍF framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna Neistan aftur í stríðnum um pláss í FM-finaluni. Tann møguleikin er tó kanska dekan ov teoretiskur, men tað man tó smakka væl hjá teimum flestu í Vestmanna, at liðið framvegis er partur av stríðnum um bronsukrónur.


Fakta um dystin

VÍF-KÍF 29-26 (16-14)

10 min: 6-4

20 min: 14-9

40 min: 18-17

50 min: 22-22

Málskjúttar

VÍF: Agnar Joensen 9(7), Regin Joensen 7, John M. Andreasen 5, Niels Andreasen 4, Karl Johan Djurhuus 2, Joen P. Høgnesen 1

KÍF: Damir Oros 12(4),Niklas Reginsson 6, Dean Jankovic 4, Teitur Joensen 1, Regin Petersen 1, Jóan Pauli Olsen 1, Jákup Trygvason 1

Brotskøst: VÍF 7, KÍF 4

Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen