Tað var ikki gamalt, at VÍF taldist millum niðaru liðini í føroyskum manshondbólti. Men tað er støðan í dag, nú VÍF hevur framt stórt ættarliðsskifti á mansliðnum.
Munurin uppeftir er tó ikki so heilt stórur, og vinnur VÍF á KÍF, eru teir aftur við í dystinum um bronsukrónurnar.
Í Havn verður grannauppgerð millum Kyndil og Neistan. Her hevur Neistin mest sum tryggjað sær luttøku í FM-finaluni, men lítið er tó at ivast í, at teir fáa tað hart móti einum Kyndils-liði, sum hevur verið væl koyrandi seinastu dystirnar.