Ron-Rakettin flytur United á toppin

Manchester United føra aftur Premier League, eftir at teir vunnu 2-0 móti Portsmouth, meðan Chelsea við bit og slit vann sín níggjunda sigur á rað

FÓTBÓLTUR

 

24. umfar av Premier League, ið hevur verið spælt yvir seinastu dagarnar, hevur verið merkt av, at tað vórðu spældir dystir í fjórða umfari í FA Cup steypakappingini um vikuskiftið. Av somu orsøk var bert ein dystur í Premier League um vikuskiftið, og tað var Aston Villa, ið tók móti Blackburn. The Villains megnaðu bert ein 1-1 javnleik á heimavølli, og komu enntá afturum 1-0. Málini skutu Julio Santa Cruz og Ashley Young.

 

Ronaldo og United

Bert 22-ára gamli portugisin, ið er nevndur upp eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reagan, hevur higartil havt eitt heilt framúrskarandi kappingarár saman við liðfeløgum sínum í Manchester United. Hanne r longu nú komin heilt uppá 27 mál í øllum kappingum, og tvey teirra komu móti Portsmouth, tá teir vitjaðu á Old Trafford mikukvøldið. Málini høvdu við sær at United reyk uppá fyrsta plássið í Premier League, eftir at Arsenal hevði lænt plássið eftir sín sigur týskvøldið.

Ronaldo legði United á odda í 10. minutti, og longu tríggjar minuttir seinni endurtók hann bragdið við einum framúrskarandi frísparksmáli.

- Nú havi eg sæð málið í sjónvarpinum, og eg má asana at hatta var eitt av mínum vakrastu málum nakrantíð, segði Cristiano Ronaldo fyri Radio5-LIVE, eftir dystin. Venjari hansara, Sir Alex Ferguson var heldur ikki seinur at lovprísa unga bóltsnillinginum úr Portugal.

- Hann er ein framúrskaradi leikari. Og at hann kann metast á hædd við Eric Cantona og David Beckham, hvat deyðbóltum viðvíkur, sigur karismatiski skotin eftir dystin.

- Eric Cantona dugdi væl at skjóta fríspørk, og David Beckham var øðiliga góður, men Cristiano Ronaldo er heilt ótrúligur. Málverjin hevði ongan verðsins møguleika at gera nakað.

 

Gongur væl hjá Chelsea

Chelsea javnaðu eitt gamalt met í gjárkvøldið, tá teir vunnu sín íggjunda dyst á rað í øllum kappingum. Metið var frá tíðini, tá Jose Mourinho var venjari, afturi í 2005. Sigurin kom móti Reading, og úrslitið gjørdist 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Michael Ballack, ið annars hevur verið úti við skaða í langa tíð.

Sigurin merkir samstundis, at Chelsea eru ósigraðir í 75 fylgjandi Premier League dystum á heimavøllinum Stamford Bridge. Og eisini hava teir nærum stoypt seg fast á triðja plássi.

 

Av skriðuni til hjá “The Reds”

Mark Noble skoraði við einum brotsparki í yvirtíðini, ið tryggjaði West Ham ein kærkomnan sigur móti sokallaðu kandidatunum til meistaraheitið. Dysturin endaði 1-0 til The Hammers, og »Forever Blowing Bubbles«, ið er ein av sangunum, ið West Ham viðhaldsfólk plaga at syngja, man ivaleyst hava rungað hart og fult av gleði mikukvøldið.

Noble var nóg kølin, tá tað kravdist av honum, og skoraði, eftir at Liverpool júst høvdu verið í hinum endanum við einum hornasparki. West Ham fór í skjótálop, og Jamie Carragher feldi so svian Fredrik Ljungberg inni í Liverpool brotsteiginum. Hetta er fyrsti dystur, ið West Ham vinnur móti Liverpool síðan 1999, og úrslitið merkir samstundis, at Liverpool ikki hava vunnið ein dyst í Premier League, síðan annan jóladag.

Hetta er ikki ein gongd, ið verður góðtikin í Liverpool, og nærum totala óskilið í felagnum sær ikki út til at fáa nakran enda. Felagið liggur á einum sjeynda plássi, heili 13 stig upp til triðja pláss. Og hóast teir hava ein dyst á láni, sær tað alt annað enn gott út, hjá tí sigursvanda Liverpool Football Club.