men eg veit ikki, Bjørn honum dámar ikki kaffi. So vit eiga bara kaffið einsamallir, vit báðir, sigur hann skemtandi á málinum. Eg skeinki honum í koppin og síðani mær sjálvum. Hann koyrir fyrst mjólk [...] spyr so, hvar vit skulu byrja samrøðuna. - Tú má bara tosa hart, tí eg havi heldur vánalig oyru. Fyrsti spurningurin verður settur, og samrøðan er í gongd. Samrøðan við henda megnarmannin, sum hevur rokkið [...] bryggju í Nólsoy sum hon er von. Eg leiti mær í land, og byrji samstundis leitingina eftir húsunum hjá Emil. Veit ikki nágreiniliga, hvar hann býr. Men tað veit bygdarfólkið sum vera man. - Far tær niðan
) í fleiri ár hevur Tummas samstundis verið læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Slíkar álvarsligar tilburðir sum Tummas sigur seg vita um, hevði ein so roknað við, at hann tók upp við Heilsu [...] R) um innlit, um slíkar fráboðanir. - Men nei, har er ongin slík fráboðan ella mál og í svarinum sigur HMR ikki óvantað, at hetta er ikki teirra ábyrgdarøki. Hetta skal eg koma aftur til. HMR vil tó umhugsa [...] málið. Tað er í grundini undanførsla og møsn, at Tummas ikki fyrr enn nú í almenna tjakinum, sigur seg kunna gera vart við slík viðurskifti. Heilsufaklig trygd og dygd var partur av arbeiðssetningi
dýrur, hann kostaði einans 20 kr. Bilurin var høvuðsvinningur á lutaseðilinum hjá Tórshavnar Ítróttarráð. Ingibjørg sigur við Sosialin at hon næstan altíð keypir lutaseðlar, um onkur kemur inn at selja [...] Kristianna Høgnesen í hinum endanum. Ætla ikki at selja tann gamla Ingibjørg sigur, at tey ikki ætla at selja tann gamla bilin hjá teimun. Tað er ein Daihatsu Charade, hann hevur verið góður og nú kunnu børnini [...] keypi lutaseðlar úr kioskum, men tað gjørdi eg so hesaferð. Hví eg keypti ein seðil veit eg ikki, sigur Ingibjørg. Maðurin fylgdi við Tað var maður Ingibjørg, sum sá í bløðunum at tey høvdu vunnið. Tá hann
ella ætla at taka sær av. Kynisman kennir ongi mørk. Magt og mamon, og so skít verið við rest. Tann fyrsti vognstýrarin varð dømdur inn at sita fyri fíggjarsvik, men varð - hóast brotsgerðirnar og dómin - [...] Fólkating í gullstóli, har hann m.a. etableraði samstarv við nýnazistar, stuðlaði apartheidstýrinum í Suðurafrika, jublaði alment yvir morðið á svenska forsetismálaráðharran Oluf Palme beint eftir drápið [...] vera við, at næsta høgrastuntið verður gjøgnumført, tá Landsbankin verður fluttur inn í kjallaran hjá Jørgini vesturi í Vágunum.. Men mann tað fara at verða so galið? Tað má helst vera ein joke. Tí ein
dag eldri enn á fløgunum hjá Uriah Heep. Føroyski bólkurin Deiggj spældi undir hjá heimstjørnuni, og stuttligt var at síggja, hvussu væl teir megnaðu at liva upp til støðið hjá John Lawton. Ikki fyrr enn [...] betur samskipaði, tí tað sigur seg sjálvt, at tá fótbólturin liggur samstundis, sum vit koma á pallin, so er áskoðarafjøldin hareftir. Tað er ikki rætt, tað átti at verið øðrvísi, sigur Sigmund Strøm”. Síðan [...] tríggir fyrstu bólkarnar, ið allir vóru úr Suðuroynni, høvdu bara 15 minuttir í part. Ablaze var fyrsti bólkurin á Jóansøkufestivalinum og legði fyri við egnum løgum. Bólkurin er av Tvøroyri og byrjaði
Leygardagin var stórur dagur hjá fótbóltskvinnunum í Klaksvík. Í síðsta dystinum fingu tær onga mótstøðu frá HB. KÍ vann 11?1, men onkur var kanska eitt sindur kløkkur í fyrsta minuttinum. Tá fekk KÍ [...] meistaraliðnum, og Norðoya Sparikassi, sum er sponsor, møtti upp við kekki upp á 25 túsund krónur. Hjá flestu spælarunum var meistaraskapurin tann triði í fimm kappingarár. Tær vunnu í 1997, í fjør og aftur [...] verður mett at kosta 170 túsund krónur. Í fyrstu atløgu skulu spælararnir fíggja alla upphæddina, sigur Jón Harald Poulsen. Hann hevur verið venjari øll gullárini, og síðani hann sum 16 ára gamal í 1986
døgum við altjóðagerð er tað sama galdandi fyri tjóðir, sigur Simon Anholt. Hann sigur, at branding merkir, at tú kanst broyta og svika við umdøminum hjá einari tjóð, og tað heldur hann ikki ber til. - Tú kanst [...] stavar haðani, sigur Simon Anholt. Hann býr í einum býi á eystursíðuni á Onglandi, Norfolk, nærhendis Norwich. - Tað vil siga, tá eg ikki siti í einum flogfari, tí eg ferðist rættiliga nógv, sigur Simon Anholt [...] Anholt, men hann sigur, at tað er ikki hann, sum hevur funnið upp á hesi heiti. - Tað, sum eg havi nevnt, er tjóðarbrand, og tað er ikki tað sama sum tjóðarbranding. Tjóðarbrand sigur bert, at tjóðir hava
skipa dómsvaldið í Føroyum. Vert er at minna á, hvat stýrisskipanin sigur um dómstólar í kapitlinum um dómsvaldið: “Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættargangslógini fyri Føroyar [...] Føroyum, til samfelag okkara. Eisini yvirtøkulógin – seinasta avtala okkara við danir um stjórnmál – sigur greitt, at Føroyar kunnu ikki bara yvirtaka rættarskipan sum málsøki, men eisini “heruppií at seta [...] týdningarmikla arbeiði, sum Løgtingið við ársbyrjan í 1999 samtykti skuldi vera partur av setninginum hjá Grundlógarnevndini, sum skuldi “harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.” Nakað var
trumfin á borðið, og setti Egil á Bø á vøllin og fram í álopið. Sum venjarin hjá EB/Streymi so beinrakið segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum eftir dystin, so kundi tað vera líkamikið, um teir taptu við [...] Samuelsen vístu vegin. So at siga øll álopini hjá HB komu gjøgnum teirra vinstru síðu, har Jonhard Frederiksberg hevði stórar trupulleikar av vælupplagda suðuroyinginum. Fróði og Símun vóru eisini menninir [...] er tað minni hugaligt hjá HB at staðfesta, at teir endaligt eru avsettir í oddastríðnum. Vann HB, so var støðan ein heilt onnur, men nú er tað júst sum heimasíðuverturin hjá HB skrivar: »Vit høvdu
Tá ið boð eru eftir sløkkiliðnum í Havn, er bilurin hjá átaksleiðaranum altíð fyrstur avstað. Annfinn Reinert, sum í mong ár hevur verið átaksleiðari, hevur ofta sitið í hesum bili. Men tað er hann ikki [...] ikki longur, tí 1. oktober fór hann frá við eftirløn 68 ára gamal eftir at hava starvast hjá sløkkiliðnum í 45 ár. Annfinn Reinert er ein maður, sum altíð hevur nógv jørn í eldinum, og eingin vandi er fyri [...] um at vera. Anfinn Reinert hevur seyð í Norðadali saman við brøðrunum, har teir saman eiga húsini hjá ommuni og abbanum. Í Havnardali hevur hann eina leigutrøð, sum nøkur kríatúr ganga á. Um góðar tvær