til rós, at teir seinni viðgingu, at teir vóru villleiddir av ávísum oddafiskum, og at tað aldri hevði komið teimum til hugs at gjørt tað aftur. Tøkk skulu teir hava fyri tað. Og føroyingar eiga at vita, [...] sørt, at eg ? fyrst í hesum mánaðinum ? við áhuga setti meg at hyggja og lurta eftir hesum miklu stórmenskum, sum skuldu greiða okkum vanligu føroyingum frá, hvussu vit skuldu bera okkum at fyri at røkka [...] m hesi seinastu árini, men vit fingu eisini at vita, at hetta avlopið var lagt til viks fyri at fíggja tað komandi fullveldið. Tað kann av sonnum sigast, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum situr ? eins
væl til at trýsta og hála og kína og draga soleiðis, at heilir flokkar skifta meining. Higartil tykist tað at verða eydnast at umvenda Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Í næstu viku fáa vit at síggja [...] tá marknaðurin fær at kenna blóðdálkaðu vinirnar. Og er tað bara tvælt, at vit skulu velja síðu? Er tað líka mikið? Og skulu vit bara siga sum Bárður og Beinir, at vit eru so lítil, at vit gera ongan mun [...] sum bróta tann múrin? Her eru nógvir álvarsamir spurningar at viðgera. Vit eiga at taka støðu til, hvar vit eru. Vit eiga at staðfesta, at vit eru partur av Vesturheiminum, partur av Nato og partur av
” fara at uppstanda, um verkfalsrætturin verður skorin, og fakfeløgini ikki longur megna at tryggja góðar arbeiðsumstøður? Hvør eigur “vandastøðuna”, sum fer at hava við sær, at eingin orkar at taka fakligheit [...] ikki at skerja verkfalsrættin – SUM SO. Hetta er bara fyri at verja tey fólkini, sum eru allarveikast. Vit hava havt nakrar støður í síðstuni, har sum mann hevur mett, at tað kemur ov tætt upp á, at lív [...] Føroyum at halda fast við; hetta við, at vit vilja hava eitt javnt samfelag. Men hava vit ikki fullan verkfalsrætt, so missir arbeiðstakarin síðsta vápnið, at trýsta politisku skipanina til at betra um
Bæði halda tey, at tað er umráðandi, at tú ikki fert í eitt parlag bara fyri at vera í parlagi. - Eg vil siga, at um hjúnaband ikki er í høvdinum, tá mann kemur saman, so føli eg ikki, at tað gevur nakra [...] vera harmiligt, at tey ikki hugsa um alternativið, sum er at bíða við kynsligari samveru til mann er hjún. - Onkuntíð hugsi eg, at eg hevði viljað, at tey vistu nakað betri. Eg føli, at eg og Tórur hava [...] av at virða kvinnuna fyri tað, hon er, og at virða hennara mørk, eisini um hon ikki setur tey sjálv. Tí havi eg eisini altíð vitað, at sex skuldi eg bíða við, til eg var giftur. Og so havi eg so at siga
Liverpool fyri at royna at fáa teir at koma hendavegin. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit gjørdu avtalu við sjálvan Gérard Houllier um, at Liverpool skuldi koma til Føroya tað summarið fyri at spæla ein vinardyst [...] varð gjárdagurin sligin hen, og eg hugsaði, at soleiðis átti tað væl bara at vera. Eitt tíðarskeið, umleið august í fjør, gekk so mikið væl, at Birgir valdi at steðga við eydnubollunum. Men henda læknaliga [...] um hesa stuttu royndina at prógva, at hann faktiskt hevði tað gott. So við og við bleiv arbeiðið ein tyngjandi stressfaktor. - Eg fór at stúra fyri arbeiðsdegnum. Stúrdi fyri at fáa adressur, sum eg ikki
Tað hevur ljóðað, at onnur stór oljufeløg vóru sinnað at keypa Texaco, men enn er hetta ikki vorðið til nakað. Ilt er at meta, um hesi feløgini fara at leita sær eftir einum partnara at avloysa Arco. Bólkurin [...] á Føroyaøkinum. Tvs. at bretski oljurisin verður uppaftur størri. Hann hevur so eisini boðað frá, at tað er ikki óhugsandi, at dyrnar verða latnar upp fyri einum øðrum partnara at býta vágan og royndirnar [...] eisini komið fram, at Total-Fina keypa upp ELF. Her verður so talan um 4. størsta oljufelag í heiminum. Seinastu tíðindini siga, at Chevron er við at yvirtaka Phillips. Henda gongd fer at ávirka verandi bólkar
sum barn at takast við seyð og annað meira handaligt. Men tónleikurin gjørdist tann stóri áhugin. Og tú kanst ætla, at eg fekk at hoyra fyri tað. Minnist, at onkur ferð eftir ferð argaði meg við at spyrja [...] jánkasliga roynd at koma úr trupulleikanum, men uttan úrslit og hesaferð setti eg mær fyri at gera alt fyri at koma burturúr rúsdrekkatrupulleikanum. Var so smátt byrjaður at viðurkenna, at alkoholið kortini [...] ótta og tori alt. Orsøkin til tað er, at eg valdi at handla, tí tú fært aldrin nøkur úrslit, uttan at tú sjálvur handlar. Tað nyttar einki, at onnur siga við teg, at tú ikki skalt gera tað og tað, tí tað
dugi ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt at skriva síðu upp og síðu niður við reglugerðum fyri, hvat ein skúli skal, og hvussu vit eiga at bera okkum at í honum. Lærarar skulu tora at seta mørk og [...] leksikoni, at sosialistar vóru fólk, sum ?fornægter Gud og Kongen.? Omma var, sum vera man, púra ólukkulig. Eitt var, at hon var mamma at einasta sosialisti í bygdini, men at sonurin nú eisini var farin at nokta [...] eg haldi tað vera trist, at pedagogiska gandaorðið í fólkaskúlanum í dag er, at vit skulu niður á støðið, har næmingurnir er. Vit áttu heldur fyrst av øllum at lagt okkum eftir at toga teir upp, víðka teirra
í mær. Eg eri bangin fyri at doyggja og bangin fyri at liva. Bangin fyri, at fólk síggja ígjøgnum meg, at tey vita alt um meg, at okkurt er galið við mær, at eg eri skitin, at eg eri ljót og tjúkk. Eg góðtaki [...] ongantíð at vísa, at eg kundi læra. Eg noktaði ongantíð fyri teimum, at eg ikki orkaði at hava sonin hjá mær, og eg dugdi væl at síggja, at eg hevði stórar trupulleikar. Men Barnaheimið vildi hava meg at lata [...] gum, uttan at hon er hjálpt nakað serligt. ? Allir siga, at eg fái tað betri við tíðini, men tað er eingin hjálp at fáa at vita. Fyri lítlum ári síðani gjørdist greitt fyri mær sjálvari, at okkurt álvarsamt
aftur at ballast, var eg næstan flóv av at vera havnarfólk. Ger tað nakað, at ikki alt fyrigongur í høvuðsstaðnum? Eitt er, at man ikki er til alternativan tónleik ella at man ikki hevur tíð at fara á [...] alt hitt, eg skuldi hava til at yvirliva í 2 dagar í tjaldi. Berið í minni, at eitt havnarfrell sum eg sjálv ikki er vant við at bara soleiðis rýma úr Havnini, so ilt er at vita, hvat ein tekur við sær [...] bongotrummunum. Konsertirnar eru soleiðis skipaðar, at tær smærru konsertirnar eru ímillum tær á sandinum. Eg helt, at tær fóru at vera í senn, og at man so mátti velja og vraka. Men á henda hátt, kann