Broytingin kemur innaneftir

? Eg kenni meg ómetaliga hepnan í dag. Mest av øllum eri eg fegin um, at eg
fekk neyðuga eyðmjúkleikan til at broyta mítt lív, sigur Jákup Magnussen. Hann stríddist í nógv ár við ein oyðileggjandi hug til brennivín, men nú er hann broyttur, og tann broytingin kemur innanífrá. Vit hava hitt útvarpsmannin, sum hevur gjørt onkra útvarpssending, uttan at hann kann minnast tað

Við Smyrli tekur ferðin av Tvøroyri til Havnar góðar tveir tímar. Men hjá Jákupi Magnussen hevur tann persónliga ferðin úr Trongisvági til Sortudíki í Havn verið long og stundum buldralig.
Hann treivst væl í náttarlívinum, vendi plátum, drakk illa og gjørdi onkra útvarpssending uttan at hann kann minnast tað. Nú er hann tann nógv broytti, fyrrverandi drykkjumaðurin, sum ger livandi og frískar sendingar í Útvarpinum, flennir fyri opnari mikrofon, og heldur at lívið er fantastiskt.
Og hann er ikki í iva, hvat hann skal hava, tá ið vit leita okkum innar á kaffistovu í Havn.? Eina apollonaris, sigur hann við fryntligu gentuna handan diskin. Hann prátar eitt sindur, grínur ósmæðin, og tekur so vatnfløskuna við sær yvir til borðið.
Soleiðis er hann ? Disco-beiggin.
Í góðum lag, lættur í sinni og fúsur at práta. Hóast partar av fortíðini kunnu hugsast at vera minni hugaligir, nervar stundum trupla fortíðin ikki Jákup Magnussen í dag. Hann heldur fyri: -Tað einasta, eg ikki kann gera, er at drekka og spyr um tað er so nógv?

Discobeiggin
Jákup Andrias Magnussen er føddur í 1963 og uppvaksin í Trongisvági. Tíðliga fær hann áhuga fyri tónleiki og tá hann gerst tannáringur fer Jákup at venda plátum. Frá 1979 til mitt í áttatiárunum ferðast hann við stórari undirtøku kring landið at leggja plátur á.
Jákup roynir seg eisini uttanlands. Í1982 verður hann kosin til Ársins Disc Jockey og hetta gevur luttøku til finaluna í Danmarksmeistaraheitinum í plátuvending. Jákup Magnussen endar á triðja plássi í kappingini.
Stutt eftir kappingina í Danmark er hann í Íslandi og roynir seg á diskotekunum Broadway og Hollywood. Men áhugin fyri plátuvending minkar støðugt - samstundis sum áhugin fyri útvarpi bara økist. Komin í seinnu hálvu av áttatiárunum er Jákup sjáldan at síggja sum plátuvendari.
Hóast hann ikki hevur vent plátum regluliga síðan seinast í áttatiárunum, verður Jákup Magnussen framvegis róptur discobeiggin á Tvøroyri.
-Eg var nógv yngstur í systkinaflokkinum. Eg hevði tvær systrar og tí kallaði mamma meg bara fyri beiggin. Tá eg var 16 ár meldaði eitt systkinabarn meg til eina DJ-kapping á Tvøroyri. Hann gav mær navnið Discobeiggin og síðan hevur navnið hingið við, greiðir Jákup Magnussen frá.
Hann eigur í dag eitt ótal av plátum og fløgum, og áhugin fyri tónleiki er framvegis stórur. Jákup fortelur, at hann roynir at fylgja við, hvat rørir í tónleikaheiminum, men hann ásannar, at tónleikurin fyllir ikki eins nógv í sínum lívi, sum hann hevur gjørt.

-Heilt frá tí fyrsta, eg minnist, kendi eg eitt tómrúm í mær. Tímdi ikki sum barn at takast við seyð og annað meira handaligt. Men tónleikurin gjørdist tann stóri áhugin. Og tú kanst ætla, at eg fekk at hoyra fyri tað. Minnist, at onkur ferð eftir ferð argaði meg við at spyrja, um eg nú fór heim at spæla rock fyri veðrunum í úthúsinum. Tó bar ikki til at fylla tómrúmið við tónleiki, men hann var ein gevandi áhugi, fortelur Jákup.


Vindur upp á seg
Tað er í ungdómsárunum á Tvøroyri, at Jákup fyrstu ferð smakkar sær á. Hann byrjar verulig at drekka, tá hann er um 15 ára aldur. Foreldrini lova honum at ganga á diskotek og tað ger hann sær dælt av. Í ungdómsárunum heldur Jákup seg hava funnið tað, sum kann fylla tómrúmið.
?Eg var ikki nøgdur við lívið og meg sjálvan. Brennivínið var loysnin upp á tað heila, sigur hann
Sum 20 ára gamal flytir hann til Havnar. Jákup vil royna nakað nýtt og honum dámar væl Havnina og hevur fleiri vinfólk í høvuðsstaðnum. Hann hevur gjørt einstakar útvarpssendingar og hevur fingið blóð upp á tonna og ger av at flyta til Havnar.
-Til eg var 22 ár drakk eg mest í vikuskiftinum og onkuntíð mitt í viku. Rúsdrekkatrupulleikin hjá mær verður ikki heilt álvársamur, fyrr enn eg verði 22 ár, tí tá byrji eg at javna dagin eftir. Frá at ganga í býnum um vikuskiftið, fái eg brádliga eisini hug at ganga á vertshúsum bæði mánadag og týsdag, sigur hann

Minnist ikki sendingar
Stutt eftir, at Jákup flytir til Havnar, missir hann veruliga tamarhald á rúsdrekkanýtsluni.
? Tíðin gongur ótrúliga skjótt frá tí, at eg av og á javni um morgunin og til, eg drekki hvønn dag. Tí skal tað verða mítt ráð til tey ungu í dag, at tá tey kenna eina trongd á sær til at javna dagin eftir, er tíðin komin til at halda seg heilt burtur frá rúsdrekka, vísir Jákup Magnussen á.

Ótálmaða rúsdrekkanýtslan ávirkar sjálvsagt eisini gerandisdagin hjá
Jákupi. Tað kemur javnan fyri, at hann møtir til arbeiðis í útvarpinum við stívari kenning.
-Tað var nógv leysari í 80 árunum enn í dag. Fór ein stillisliga við hurðunum og lat vera við at provokera og vera ágangandi, lótu teir teg fáa frið, sjálvt um tú vart ávirkaður. Nú hava flest øll arbeiðspláss ein rúsevnispolitikk - tíbetur! Tú hjálpir ikki misnýtararnum við at geva honum leysar karmar. Heldur hinvegin, tí tað verður lættari hjá honum at halda fram, heldur Jákup fyri
Tað kemur eisini javnan fyri, at Jákup er beinleiðis í luftini ávirkaður.
- Einaferð greiddi ein hýruvognsførari mær frá, at hann eitt kvøldið hevði koyrt meg í útvarpið at gera Rockredaksjónina. Eg var dýrandi fullur og bilførarin hugsaði sítt. Men hann gjørdist sera skakkur, tá hann løtu seinni hoyrdi meg tosa, tí hann hoyrdi als ikki á mær, at eg var drukkin. Hatta kynstrið hevði eg neyvan meistrað í dag. Men eg minnist rætt og slætt onki til hatta kvøldið. Og soleiðis var tað fleiri ferðir. Black-Out kalla vit tað - heilin lagrar onki, sigur Jákup Magnussen skemtandi

Ringa sjálvsmynd
Jákup greiðir frá, at hann í fleiri ár hevði eina ómetaliga ringa sjálvsmynd og var fullur av undirluta kenslum. Brennivínið varð brúkt til hevja seg upp til nakað, hann í veruleikanum ikki var.
-Tað var eingin trupulleiki at spæla kong gularrót úteftir, men satt at siga var eg ólukkuligur. Mann kann á ein hátt siga, at eg flenti úti men græt heima, fortelur hann.
-Alkoholisma er í øllum familjum og eg eri bara ein av teimum. Eg finni aldrin orsøkina. Var ikki happaður verri enn so mong onnur. Men tað sýntist sum um eg var yvir-kenslusamur. Tó, tað er heldur ikki ein nóg góð frágreiðing. Eg eri eisini givin at leita eftir orsøkini.

Uppreisn
Jákup er fyrstu ferð á Blákrossheiminum í 1989. Eftir uppihaldið á Blákrossi broytast drykkjuvanarnir hjá Jákupi. Hann fær nú tørn í nakrar vikur og er síðan rúsfríur í fleiri mánaðir. Hetta mynstur heldur fram gjøgnum øll nítiárini.
- -Nøgdin av tí, eg havi drukkið í 90unum er ikki so stór, samanborið við seinnu helvt av 80unum . Eg hevði fleiri steðgir og eitt tíðarskeið drakk eg ikki í hálvttriðja ár, men datt so út í aftur. Tað kortini líkamikið, hvussu nógv eg havi drukkið og ikki, tí stóri trupulleikin var, at eg ikki hevði arbeitt við mínum persóni. Ein fær ongan góðan edrúskap við antabus, tí tað bara forðar tær at drekka. Tað hjálpir tær ikki at halda alkoholismuna í skák. Nei, ein høvuðreingerð skal til, fortelur hann.
Í 2000 tekur Jákup Magnussen endaliga stigið at seta proppin á fløskuna. Hann fær Heilbrigdið at hjálpa sær í gongd og setur sær síðani grundleggjandi spurningin, hvat hann vil við lívinum, tí tað var komið til eitt punkt, har hann snøgt sagt ikki tímir meir:
- Eg hevði gjørt onkra jánkasliga roynd at koma úr trupulleikanum, men uttan úrslit og hesaferð setti eg mær fyri at gera alt fyri at koma burturúr rúsdrekkatrupulleikanum. Var so smátt byrjaður at viðurkenna, at alkoholið kortini ikki var loysnin uppá tómrúmið, greiðir Jákup frá.
Um túsundáraskiftið fer Jákup undir at arbeiða miðvíst við sínum persóni. Hann beinir burtur negativar kenslur sum fordøming, undirluta kenslur, vantandi sjálvsálit og sjálvupptikni burtur. Við trúnni á eitt hægri vald og góð ráð frá vinfólki, kemur hann so líðandi á rætt kjøl aftur.
-Eg setti mær fyri at taka ábyrgd á mínum lívi og rudda upp. Gud kemur inn í mítt lív og fær avgerandi týdning í míni roynd at venda lívinum. Tað tók sína tíð, men nú sá eg hvør loysnin var. Við honum byrjaði tómrúmið at minka - hann var loysnin. Onki hendi fyrr enn eg játtaði, at eg ikki megnaði trupulleikan einsamallur. Eg fór eisini frá at liva upp til onnur menniskju, tí tað hevur ikki týdning. Tá alt kemur til alt, verður tað kortini ikki tey, eg skal standa til svars fyri, greiðir Jákup Magnussen frá
Hann hevur ilt við at seta orð á , hvat er hent í sínum lívi eftir at proppurin varð settur á fløskuna.
?Trúgvin á eitt hægri vald hevur verið avgerandi. Trúgvin á Gud fær meg á rættan kjøl aftur og ein vón tendrast í mær. Tá eg síggi at hetta er rætta leiðin fái eg álit á Gud og hann gevur mær friðin til at fylla mítt lív við ørðum enn brennivíni.
Jákup leggur dent á, at hann ikki er religiøsur-men andaligur. Hann heldur at religiøsitetur er eftirlit og vald, sum er menniskjaskapt, og hevur einki við tað andaliga at gera.

Takksamur
Jákup dylir ikki fyri, at hann er sera takksamur fyri tað lív, hann hevur í dag. Hann sigur seg veruliga hvíla í sær sjálvum og hann roynir hvønn dag at gerast eitt betri menniskja.
-Eg havi tað fantastiskt í dag. Eg havi ongan ótta og tori alt. Orsøkin til tað er, at eg valdi at handla, tí tú fært aldrin nøkur úrslit, uttan at tú sjálvur handlar. Tað nyttar einki, at onnur siga við teg, at tú ikki skalt gera tað og tað, tí tað er bert tú sum kanst broyta teg ! Øll broyting má koma innaneftir og tað má vera eitt val hjá tær sjálvum, fortelur hann.
Hóast ferðin mangan hevur verið buldralig, áðrenn tað loksins eydnaðist at leggja á annan bógv, vil Jákup ikki tveita lívsroyndirnar hjá sær burtur. Hann heldur, at royndirnar frá fortíðini eru gullverdar í dag og siga hon nógv um, hvussu hann skal liva lívið í dag.
-Eg kenni meg ómetaliga hepnan í dag. Mest av øllum eri eg fegin um, at eg fekk neyðuga eyðmjúkleikan til at broyta mítt lív. Eg kenni nógv, bæði alkoholikarar og onnur við øðrum trupulleikum, sum framvegis vilja vera við, at teimum ikki nýtist hjálp og tað er rættiliga syrgiligt, heldur hann
Jákup greiðir frá, at eftir at hann fór niður á knæ og játtaði sín fulla ósigur, gjørdist tað skjótt greitt, at hann als ikki var einsamallur. Fyrr helt eg meg sita eftir við einum serligum trupulleika, ið ongan annar visti um. Men tá eg fór at kanna eftir, fann eg skjótt út av, at nógv eru í somu støðu sum eg, sigur hann. -Og vit hava nógv at geva hvørjum øðrum
Samrøðan er av. Jákup hevur drukkið sína apollonaris og tankin um eina øl er fjarður. Broytingin í lívinum hjá Jákup er eftir øllum at døma komin innaneftir.
Áðrenn vit fara hvør til sín sigur hann, at hann tekur bert ein dag í senn.Hann hevur ikki lovað sær sjálvum, at hann ongantíð fer at drekka aftur. Tað gjørdi hann oftani fyrr og tað helt ongantíð.