eina “Suðurleið” yvir Sand og Hvalba, so at beinleiðis sambandið við Smyrli kundi avtakast. So mangan er sannað, at eitt er kort at lesa, og annað er skip at føra, og nú valdar tí álvarsligur ótryggleiki á [...] kreftir taka seg saman um at vinna á hesum avbjóðingum og at reka burtur tað vitloysið, sum politiska skipanin er í ferð við sópað oman yvir teir suðuroyingar, ið enn hætta sær at búgva og sum enn trívast [...] so mikið sum hugsað um at festa búgv har, og enn minni kunna gera nakað til nyttu. Hetta eru Føroyar anno 2013. Og tað er ikki bara á samferðsluøkinum, at stig verða tikin til at gera av við hesa fyrr so
hann farin at nærkast Kollfjarðardali. Hetta gav honum mót at halda fram í góðveðrinum. Tað var ikki ov heitt og ikki ov kalt, og tað lítla lotið sum var, forðaði ikki hesum raska manni í at fara norður [...] hálvgum níggju var eg í Kollafirði. - Eg haldi ikki, at tað er serliga stuttligt at koyra gjøgnum ein langan tunnil. Tá er munur á at fara niðan í fjøllini eina slíka morgunstund, greiðir Martin frá. Ferðin hevði [...] So hetta man fara at ganga tað seinasta strekkið, sigur hann bjartskygdur og als ikki so pøstur, sum onkur kundi hildið. Summi vildu helst mett, at ein maður í so høgum aldri fór at gera henda eina túrin
er at venda sær til !! Yvirsædda yvirlýsingin. Eg havi valt bara leysliga at ly´sa viðurskiftini á HTM á hesum sinni, tí tey kenni eg best, eftir at hava sitið í koyritóli í 21 ár - eg orki ikki at fara [...] flestu við teirri vón, at hetta fer at verða fíggjarliga bjarging okkara, um nógmikið av olju verður funnið, meðan onnur av røttum stúra ikki sørt fyri, hvussu samfelag okkara fer at síggja út, um oljuvinnan [...] onki er tí at siga til, at 900 sakir liggja óloystar frá í fjør. Ikki tí hesi fólk ikki gera arbeiði til lítar, men tí tey einfalt eru ov illa mannaði og arbeiðsbyrðan alt ov stór, umframt at arbeiðsgongdin
ikki vil avvísa, at blokkstuðulin fer at minka. Tað veldst ? Tað er ein prinsipiellur munur á at vera innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagskapin.Velja føroyingar at loysa, so er greitt, at Føroyar mugu taka [...] bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur
stóðst av, at Tórshavnar býráð hevur yvirtikið konsertina, eftir at FUT hevur skipað fyri tiltakinum í 25 ár. Ætlanin við yvirtøkuni er millum annað at broyta ólavsøkuna, at samskipa hana betur, at nútímansgera [...] spæla eitt so stutt show og samstundis at fáa tað at rigga, sigur Filip. - Men eg haldi ikki, at áhoyrararnir løgdu merki til tað trýstið, vit vóru undir, og at tey vóru nøgd við framførsluna. - Vit hava [...] greiddi frá, at settið hjá teimum á Ólavsøkukonsertini var ein avbjóðing, tí tað skuldi styttast nógv, orsakað av stuttu tíðini, teir høvdu at spæla í. -Tað hevur verið rættiliga nervapirrandi at skula spæla
Poul, sum var næstelst av systkjunum, og tvær systrar eftir. Mamman var kend fyri at vera sera røsk, og pápin eisini at hava eitt so sera gott minni. Hann var ein av keldunum til doktararitgerðina ”Fylking” [...] fór hann til Havnar at læra í Sjóvinnubankanum. Her kom hann at starvast fram til 1962. Hetta var í teirri tíðini, tá ið bankarnir skuldu opna deildir um alt landið, og Poul var við at opna deildir á Sandi [...] hjá pápanum víðari. Í 1962 gjørdi Poul av at fara at uppí virksemið hjá Ásu, og sigast kann, at hansara partur hevur ikki ligið eftir. Hetta gjørdist eisini ein rættuliga stór fyritøka við heilsølu og sølu
fram: »Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi sa [...] undir uppá, at finna eina loysn í málinum viðvíkjandi framtaksgrunninum, sum hevur fyri neyðini at økja um eginognina, og so løgið sum tað ljóðar, so skal hetta gerast á ein slíkan hátt, at lánspeningur [...] »stovnspeningur« er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið »stovnsfæ« uttan iva er samansett, av tí at hetta orðið ikki er at finna í áðurnevndu
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur [...] ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika
eingin at ganga eftir teimum. - Tað er rættiliga keðiligt at bygdin er minkað soleiðis, men av tí at oyggin er so sløtt, eru møguleikar fyri at menna hana aftur. Her er so nógv uppland og slætt, at øll húsini [...] , tí tað bert tók smáar 10 minuttir at sigla til Hvannasunds. - Ja, fingu vit bert ein einstakan tunnil, so var oyggin bjargað. Men tað vísir seg at vera trupult at fáa hetta málið loyst, sigur Atli Jacobsen [...] fingu dagin at ganga við. Eg veit ikki, - vit høvdu altíð okkurt at tríva í. Dagarnir rukku faktist ikki til, og heldur ikki kvøldini, tá vit elskaðu at gera fortreð hjá fólki og fáa teir at renna eftir
navnið sigur, er her talan um at togað ein lastbil. Sterku menninir halda øðrum endanum, meðan hin er festur í lastbilin, og so ræður um at nýta so stutta tíð sum gjørligt, um at flyta lastbilin ein ávísan [...] eftir, hvussu langt teir megna at bera steinin. Deadlift Í deadlift ræður um at lyfta so tunga byrðu sum gjørligt. Eftir fyrsta lyftið, hevur hvør luttakari fýra royndir, og so at siga avgera teir sjálvir, [...] Treytin er tó, at byrðan ongantíð gerst lættari at lyfta, og tí hevur taktiski parturin ein ógvuliga stóran leiklut í hesi kapping. Millwalk í Klingruni Nýggja Klingran er sum skapt til at kappast í Millwalk