verða ókvæmisorð eftir teimum, nei teir - sum vit øll onnur - hava brúk fyri stuðli til tað arbeiða, sum teir eru settir til, og sum teir fyrst og fremst gera av áhuga fyri fótbóltspælinum, sigur Óli Holm [...] havt sínar samanbrestir, reyðu kort og tvídráttir, og í bløðunum hava hvøss lesarabrøv borið brenni til bálið. Hetta fær nú FSF-forsetan, Óla Holm, at koma við einari óvanligari áheitan á spælarar, leiðarar [...] at atburðurin hjá summum spælarum, venjarum og áskoðarum er á heilt skeivari leið, og atburðurin er til vanda fyri fótbóltskappingina í Føroyum. - Dómarar verða ikki betri dómarar við at verða útspiltir
yvirgangsatsøknin gjørdist verðuleiki? Ella hví meta amerikumenn tað vera neyðugt at nýta billiardir til at gera ein missilskjøldur, sum skal girða landið inni, soleðis at tað verður vart móti yvirgangi? [...] ført fyri at útinna evsta vald, ella verja sínar borgarar ella teirra rættartrygd út í æsir. Hví sita til dømis íslendingar og normenn og umseta ES lógir? Hví er meginparturin av øllum lógum hjá fullveldunum [...] fyri tað fólk sum har býr, og íslendingar og normenn vita at síðani teir byrjaðu at umseta ES lógir til at vera ráðandi í teirra londum, og síðani teir fingu sáttmála í lag við ES, so hevur búðskaparvøksturin
Uni borðreiddi við siðbundnum føroyskum mati til julidøgurðan hjá Slow-food felagskapinum Lucullus, og lat sostatt forvitnastu gómarnar í Ungarn smakka Føroyar. The Budapest Sun skrivar, at her var talan [...] at virka sum føroyskur am-bassadørur, tað er ikki nak-að, sum hendir á hvørjum degi. 70 fólk vóru til døgurðan, og tey flestu lótu væl at matinum. Serliga sildin var vælumtókt, og Budapest Sun skjýtur [...] blaðnum og á heimasíðuni hjá blaðnum. Tað er eingin ivi um, at her er talan um lýsingarvirði, sum er ringt at gera upp í peningi, tí umframt the Sun hava nógvir aðrir miðlar dekkað tiltakið, m. a. fleiri bløð
mótkoyrandi ferðsla er, kann støðan gerast rættiliga vandamikil, tá ið slíkt hendir. Er hálka og ringt sýnið, kann enda heilt galið, um tú roynir at stýra uttanum seyðin. Sum bilførari skal tú altíð koyra [...] at er seyður á vegnum, er vandi fyri, at tað ringasta hendir. Herfyri var seyður á vegnum atvoldin til ein ógvusligan samanstoyt á Tvøroyri, har ikki færri enn tríggir lastbilar og ein persónbilur endaðu [...] so lítil. Óskil! Hóskvøldið, tá ið formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, var á veg til hús, var hon fyri eini tílíkari hending, har ein seyður knappliga og óvæntað leyp út á vegin og endaði
at Hans Pauli Strøm stendur klárur til henda so týðandi og stóra sessin. Øll samráðingarfólkini svóvu tá blaðið allan fríggjamorgunin royndi at fáa viðmerkingar til tey ymsu málsøkini. Fundur skuldi vera [...] vildi Fólkaflokkurin hava at vita frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, hvønn hugburð teir høvdu til at fáa Anfinn Kallsberg út í Tinganes aftur. Hetta var eftir øllum at døma ein liður í tí taktiska [...] hóskvøldið. Talið á landsstýrisfólki kom so niður á 7 eftir telvingina hósdagin. Áðrenn blaðið fór til prentingar ljóðaði, at Javnaðarflokkurin umframt løgmann, sum skal umsita málini hjá Løgmálaráðnum
Tá hundar verða innfluttir til Føroya, eru tað tollararnir, ið handfara hundin. Teir hyggja at pappírunum, ið skulu fylgja við hundinum, og senda avrit av øllum skjølunum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna [...] slag hann er. ? Er eingin ættartalva við hundinum, og tað bert stendur »blandingur«, so er tað ikki til at vita hvat slag av hundi talan er um. Tað kann jú vera talan um eitt sonevnt »gatukryds«. Vit síggja [...] tikið dagar ímillum, tí nógv av hundasløgunum líkjast so nógv, greiðir hon frá. ? Tað kann verða ringt at staðfesta, um talan er um ólógliga blanding ella ikki, sigur hon. Ingibjørg Egholm sigur, at júst
gomul. Tá hon hoyrdi um skeiðið, sum Javni skipaði fyri systkjum at menningartarnaðum, teknaði hon seg til. Beiggi hennara Sjúrður, sum er 10 ára gamal er menningartarnaður og hevur autismu. Johnvá sigur, at [...] menningartarnaði systkin, eru einsamøll við sínum trupulleikum, tí eingin av teirra vinfólkum kennir nakað til, hvussu tað er at eiga ein beiggja ella systir, ið ikki veksur og mennist sum vanligt. Men har er Johnvá [...] fáa frið at vera saman við mínum vinkonum, sigur hon. Saknar beiggjan Við hvørt er Sjúrður í Dáanum til umlætting, men tá saknar Johnvá beiggja sín. - Eg sakni, at hann er her og ger fortreð, sigur hon og
samgongufeløgum hevur sett á prent. Hann er noyddur til at krevja av Tjóðveldisflokkinum, at hann tekur avstand frá hesi skuldseting, og hann er noyddur til at krevja eina treytaleysa umbering frá Tórbirni [...] løgmaður noyddur til at slíta alt samstarv við mannin, og tað merkir í veruleikanum, at hann má upploysa samgonguna, sum tá ikki hevur meiriluta aftanfyri seg longur. Letur hann standa til og tegir, góðtekur [...] varaløgmaður. Kortini skrivaðu teir undir eina samgonguavtalu, sum teir frammanundan vistu fór at vera ring at halda, tí flokkarnir eitt nú á vinnupolitiska økinum eru so ósamdir. Hóast stevið hevur verið vánaligt
Her er hvørki eitt tú mást ella minst til, men meira ein stillislig áheitan á okkum um at æra foreldur okkara, at vera góð við tey. Vit eiga at vera góð við øll menniskju, men fyrst av øllum eiga vit at [...] hava tey alla æru og virðing uppiborið, eisini tá tey vera gomul og ússalig. Tað má vera ómetaliga ringt at missa pápa ella mammu sum barn ella í ungum árum, sum nógv av okkara fólki ? serliga fyrr ? hava [...] kundi vera í móður stað, og sum tí hevur alla æru uppiborið. Sum øll hini boðini er hetta eisini við til at vísa á nøkur viðurskifti í lívinum, sum eru gagnlig fyri okkum. Tað var ikki bara galdandi í tí
dag, at hann vil hava Grønland, og hann er til reiðar at leggja toll á danskar vørur, um hann ikki fær sín vilja. Hann vísir heldur ikki aftur at brúka hermegi til tess at fáa fatur á Grønlandi. - Hann brýtur [...] Ladefoged Mortensen, sum er ørkymlaður av útsøgnunum: - Vit eru sameind, vit eru tøtt sameind, tað er ringt at trúgva egnum oyrum. Tá hann sleingir hetta út, er tað so nakað, sum er umhugsað? Er tað avtalað [...] at seta hetta í verk, uttan at ES-nevndin skal svara uppá tað. - Skal ES geva meining og liva upp til sínar sáttmálaskyldur, skal ES-nevndin gera móttiltøk so sum móttoll. Síðani fara vit samstundis at