Fyri at eitt land skal vera sjálvbjargið við blóði, er tørvur á at fimm prosent av fólkinum eru blóðgevar. Eftir tí at døma burdu meir enn 2400 blóðgevar verið í Føroyum, men talið liggur um 1800.
Blóð frá einum blóðgeva verður brúkt til skurðviðgerðir, sum liður í viðgerð av sjúkum ella tá ein sjúklingur hevur mist nógv blóð, til dømis í samband við ferðsluvanlukkur.
At tað ikki eru nóg nógvir blóðgevar, kann serliga blíva ein trupulleiki, um bráður tørvur er á blóði. Møguleiki er fyri at innkalla blóðgevarnar, men um ein stór vanlukka hendir, og brúk er fyri nógvum blóði, kann tað vera trupult, tí skrásettu blóðgevarnir ikki altíð kunnu geva blóð.
Um blóðgevin hevur givið blóð fyri minni enn trimum mánaðum síðan, kann hann ikki geva aftur. Kvinnur ið eru við barn og blóðgevar ið hava verið sjúkir og hava tikið pencillin kunnu heldur ikki geva. Onnur kunnu vera ring at fáa fatur á, til dømis sjómenn, sum eru burtur. Tí er neyðugt at hava blóð á goymslu, so føroyska heilsuverkið ikki skal koma í ta støðu, at tað manglar blóð.
Sjúkrahúsini í Føroyum hava ein møguleika at keypa blóð úr blóðbankunum í Danmark, men um veðrið ikki er til vildar, kann vera, at tað tekur ov langa tíð, at flyta blóðið til Føroya.
Týdningarmikið at fáa nýggjar
- Um fimm prosent av fólkinum vóru blóðgevar, hevði hvør teirra kunnað blivið innkallaður tvær ferðir um árið, heldur enn fýra ferð, sum er tað mest loyvda. Sigur Ann Østerø, bioanalytikari á Landssjúkarhúsinum.
- Vit vita heldur ikki, hvussu leingi vit behalda blóðgevarnar, og tí er týdningarmikið allatíð at fáa nýggjar.
Á sjúkrahúsinum í Klaksvík siga tey, at tey hava eina árliga tilgongd av blóðgevum, men at henda tilgond svarar til talið av blóðgevum, sum fella frá hvørt ár. Orsøkin til at blóðgevar fella frá, er, at tey gevast vegna aldur, sjúku ella at tey taka heilivág. Tørvurin á blóðgevum veksur hvørt ár. Á sjúkrahúsinum í Suðuroy brúktu tey 33 prosent meira blóð í 2004 enn árið fyri, og í 2005 brúktu tey aftur 30 prosent meira.
Á Landssjúkrahúsinum vekstur tørvurin við 5-10 prosentum um árið. Tørvurin veksur í samband við, at møguleiki gerst at viðgera fleiri og fleiri sjúkur í Føroyum.
Tørvurin er nakað tað sama á øllum blóðtypum. Tað er minst brúk fyri teimum blóðtypum, sum fægst blóðgevar hava. Samstundis við at flest sjúklingar hava tí blóðtypuna, sum flest blóðgevar hava.
Útvega nýggjar blóðgevar
Blóðgevarafeløgini í Føroyum sita ikki hendur í favn og bíða eftir at fáa fleiri blóðgevar, tey eru farin aktivt til verka fyri at fáa fólk at geva blóð. Faldarar, ið heita á fólk um at geva blóð, liggja á almennum støðum so sum skúlum, peningastovnum, posthúsum og bókasøvnum.
Felagið Blóðgevarar í Suðuroy plagar harumframt at hava bás, tá sølustevnur eru, tað er har tey skaffa flest nýggjar blóðgevar.
Seinast fólkatingsval var, fóru tey út á valstaðið, har tey fingu ímillum 20 og 30 nýggjar blóðgevar. Næsta ætlanin er, at fara til fótbóltsdyst at deila faldarar út.
- Tað, sum gevur nakað, er at fara út har, sum fólk eru, sigur Randi Strøm, bioanalytikari á Suðuroyar Sjúkrahúsi.