Niels Kári Nielsen
??????????????
Tjóðveldisflokkurin hevði ein stóra lýsing í bløðunum, sum hann kallaði: »Sambandsflokksins ABC«. Lýsingin skal helst skiljast soleiðis, at avrik og ætlanir hjá Tjóðveldisflokkinum standa høgrumegin, ætlaninar hjá nýggju samgonguni standa vinstrumegin.
Føroyskt Fullveldi -»Ríkiseindin« skal ikki skalast!
Kvinnur í Landsins Leiðslu - Bara menn sleppa at stýra!
Føst Búskaparstýring - Útgjaring til komandi ættarlið at rinda!
Yvirskot á Fíggjarlógini - Stórt undirskot á Fíggjarlógini!
Frælst vinnulív - Politiskt stýrd vinna!
Samhalds Sosialar Skipanir - Skattalættar til tey Ríkastu!
Eg halda, at hendan samanbering hevur brúk fyri einari rætting, sum tekur støði í veruleikanum, og ikki í heilaspuna og stórlætisørskapi, sum Tjóðveldisflokkurin so við og við er kendur fyri.
Føroyskt Fullveldið - Hevði verið = 1500 milliónir í undirskoti 2004!
Kvinnur í Landsins Leiðslu - Avgjørt eitt mál at arbeiða við!
Føst Búskaparstýring - Heimsmet í øking í almennum útreiðslum,
- til komandi ættarlig at rinda!
Yvirskot á Fíggjarlógini - Vit bíða spent eftur tykkara uppskoti!
Frælst vinnulív - Hvat fyri vinna?
Samhalds Sosialar Skipanir - Lat okkum nú síggja.
Nú er kanska onkur sum ikki skilir hetta - her eru nakrar útgreiningar.
1500 milliónir í undirskoti 2004!
Tá harðast leikaði á í fullveldisrokinum í 2000-2001, søgdu nógvir Tjóðveldismenn
»Lat okkum taka 4 ára skiftistíð, tað gongur jú strúkandi«
Um so varð, vildi tað í 2004 restað í 600 milliónir í blokki.
Øll mál vórðu yvirtikin, sendistovur, stuðul til lesandi, o.s.fr.
Hetta hevði kostað minst 400 milliónir.
Og so eitt undirskot upp á 500 milliónir á fíggjarlógini í ár.
Altso í alt 1500 milliónir krónur, sum skattaborgarin hevði skula goldið!
Heimsmet í øking í almennum útreiðslum, til komandi ættarlig at rinda!
Tað er eingin ivi í, at økingin í almenna sektorinum man vera heimsmet í demokratiska heiminum, og aftan á 6 ár í allar allar bestu tíðum, eigur landskassin bert 257 milliónir í tøkum peningi.
Vit bíða spent eftur tykkara uppskoti!
Tjóðveldisflokkurin segdi eftir valið, at hann fór at leggja sítt egna fíggjarlógaruppskot fyri 2004 fram, og at hetta skuldi vísa eitt yvirskot - Føroya fólk bíðar í spenningi eftir tí!
Hvat fyri vinna?
Hvat er gjørt fyri vinnulívið? Karmar, karmar, karmar og vanttætt skott millum tað almenna og vinnuna, tað hava verið lyklaorðini hjá fullveldissamgonguni.
Hvar er úrslitið?
Í 1998 varð nógv tosað um, at búskapurin skuldi hava fleiri bein at standa á.
Nú 6 ár seinni átti man í øllum førum sæð spírar til hesi beinini, sum skuldi fíggjað fullveldið Føroyar, og sum skuldi skapa ein stabilan búskap.
Men hvar eru hesi beinini?? Hagtøl vísa, at útflutningurin hjá Føroyum í 2003 var meir enn 99% fiskur, tað sama sum í 1998. Tað vil siga eingin øking av øðrum vinnum, og tað sær út til at vera ringt at fáa eyga á nakað, sum er gjørt fyri at broyta hetta.
Í Íslandi vænta teir, at gransking fer at skapa stóra virðisøking í fiskivinnuni.
Hvar er gransking í Føroyum? Verður tað eitt slagorð á sama hátt sum »foredling av fiskavørum« sum var tikið av hillini og støvað av til hvørt val í eitt mannaminni, fyri síðani at blíva gloymt aftur til næsta val.