Meirilutin í býráðnum í Havn hevur sett sjøtul á arbeiðið at byggja eina stórhøll í Havn. Høllin skal vera við Stórutjørn og meirilutin, og tveir býráðslimir í minnilutanum, hava samtykt at játta 109 milliónir til ætlanina. Hetta er helvtin av tí, høllin kostar og restina er ætlanin, at privata vinnulívið, grunnar, og onnur, skulu fíggja.
Hetta eru summir býráðslimir í minnlutanum ikki fegnir um:
Les meiri um tað her: hetta spreingir alt í luftina
Les meiri her: hetta er átaluvert og tað er langt úti
Heldur ikki Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, tekur undir við ætlanini. Hon vísir á, at tað verður neyðugt at byggja nýggja brennistøð í Havn og tí undrast hon á, at tað hevur slíkan skund at byggja eina stórhøll. Hon heldur, at tað er neyðugt, at Tórshavnar Býráð fær eina íløguætlan, har tær ymsu íløgurnar verða raðfestar. Hon heldur eisini, at tað er óskiljandi, at meirilutin ikki hevur ráðført seg við ítróttarfeløgini um ætlanina.
Annars undrar tað hana, at høllin kostar 218 milliónir, tá ið sama slag hallir verða bygdar fyri 100 – 120 milliónir aðrastaðni. Hugsi tykkum, hvussu nógv 100 milliónir kunnu gera við orkuskiftið í kommununi, segði hon. Sjálv sigur, hon, at fyri hesa upphæddina, kann útlátið í Tórshavnar Kommuna av vakstrarhúsgassi minkast eini 80-90 prosent.
Støðan hjá meirilutanum er ørkymlandi mitt í eini veðurlagskreppu, heldur Elsa Berg. Hon sigur, at ein slík stórhøll átti at verið ein landsuppgáva og tí eigur býráðið at fáa Løgtingið at fíggja ein part av íløguni.
Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn sigur, at á hesum grundarlagnum er tað øgiliga ringt hjá henni, at geva tilsøgn til eina játtan upp á 109 milliónir. Hon vísir á, at tað er 2,5 skattaprosent í kommunini.
– Men vita ikki, hvussu iløgan sær út og tað mugu vit vita áðrenn, so hetta er alt for vánaligt grundarlag at taka avgerðina á, sigur hon. Hon sigur, at tað verður neyðugt at fáa eina íløguætlan, annars fer alt fyri bakka. Ruth Vang, sigur, at sum støðan er nú, er íløgur í umbúna fyri 214 milliónunum – og tá er stórhøllin ikki tikin við.
– Tað er ikki sunt, at kommununa má taka lán í so góðum tíðum, sum vit hava nú, sigur Ruth Vang.
Hon sigur, at tað hevði verið ynskiligt at fingið eina stórhøll. Men hinvegin er tað, so nógv annað, sum er alneyðugt at gera, eitt nú at menna eldraøkið og barnaansingina. Ætlanin er eisini at menna ferðavinnuna, men miðbýurin stinkar, tí kloakkirnar eru í so ringum standi og hon heldur ikki, at tað er nakað at bjóða ferðafólki til.
Tey, sum atkvøddu fyri ætlanini, vóru Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam úr meirilutanum, umframt Jón Kragesteen, sum hevði sætið í býráðnum fyri Tjóðveldi, og Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fòlkafokkin.
Blankt atkvøddu Elsa Berg og Gunvør Balle úr Tjóðveldi, Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn.
Vit hava meiri um eina løtu