Norðoyingar velja færri kvinnur

Í Norðoyggjum velja færri fólk kvinnur enn aðrastaðni í landinum. Seinasta val fingu uppstillaðu kvinnurnar einans 12,7 prosent av atkvøðunum, meðan landsúrslitið var á leið 20 prosent. Demokratia hevði økisfund í Klaksvík hósdagin, og fitt av fólk høvdu leitað sær á fund. Skráin á fundinum var í tveimum, Karin Jóhanna Knudsen frá Granskingardeplinum fyri økismenning greiddi frá kanning um hví kvinnur flyta úr útjaðara og til miðstarøki, og Eyðgunn Samuelsen tosaði, vegna Demokratiu, um hvussu vit kunnu fáa fleiri kvinnur í politik í Føroyum.

Eyðgunn Samuelsen greiddi frá, at Gallup kanningin hjá Demokratia vísir at 12 % av føroysku monnunum valdu eina kvinnu seinasta løgtingsval, og bert 26 % av føroysku kvinnunum valdu eina kvinnu.

Í Norðoyggjum vóru tølini lægri enn miðal fyri alt landið. Uppstillaðu kvinnurnar fingu tilsamans 12,7 % av atkvøðunum.

Javnaðarkvinnurnar flest atkvøður

Men tølini í Norðoyggjum vísa eisini, at stórur munur var á flokkunum. Í Javnaðarflokkinum fingu kvinnurnar næstan 33% av atkvøðunum, og í Tjóðveldinum áleið 18 % . Ein orsøk til hetta kann verða, at hesir báðir flokkar høvdu fleiri kvinnur á listanum, ávikavist 2 og 3, meðan hinir flokkarnar bert høvdu eitt kvinnuligt valevni hvør.

Eftirfylgjandi kjakið á fundinum vísti, at fólk hildu, at ein grund til at kvinnur hava ringt við at verða valdar á løgting frá Norðoyggjum kann vera tilknýti til fiskivinnuna. Onkur helt fyri, at ein kvinna sum stillaði upp í Norðoyggjum átti at roynt bert at tosa um fisk, so kanska hon hepnaðist betur við at fáa atkvøður.

Kvinnur flýggja

Karin Johanna Knudsen vísti gongdina í kvinnufráflyting í Føroyum frá nítiárunum til í dag. Í Føroyum í dag eru 48% av fólkinum kvinnur, meðan lutfallið millum kynini í hinum norðanlondunum er nógv javnari. Í tølum mangla vit 2000 kvinnur í Føroyum og er hetta serliga kvinnur í burðardyggum aldri.

Ójavnt er, hvussu býti er millum kvinnur og menn í teim ymsu økjunum í Føroyum. Serliga illa fyri eru Suðuroyggin og Sandoyggin, har er talið av kvinnum er minkað við meira enn einum fjóringi. Í Norðoyggjum er kvinnuparturin av fólkinum minkaður við 9,4%.

Tøl vísa, at gentur fara undir útbúgving og ikki ynskja at arbeiða innanfyri fiskivinnuna, meðan drongir í minni mun fáa sær útbúgving og ikki venda sær frá fiskivinnuni í sama mun. Hesin munur vísir at kvinnur eru tilvitaðar um, at arbeiðsmarknaðurin í dag krevur vitan og útbúgving og tí heldur velja at búgva í miðstaðarøkjum.

Stuðla Demokratia

Orðaskifti aftaná uppleggini var sera livandi, fundarfólkið hevði nógv uppá hjarta og orðaskifti fór víða um.

Fleiri áhoyrarar tosaðu um, at arbeiði hjá Demokratiu hevði stóran týdning, at tað verðuliga var eydnast at fáa sett fokus á støðuna hjá kvinnum í politikki og at spurningurin elvir til kjak á nógvum arbeiðsplássum.

Fólk vóru á einum málið um, at Demokratia eigur at halda fram við sínum arbeiði í minsta lagi alt 2008, so átøk kunnu gerast til kommunuvalið, og ikki minst, at nøktandi peningajáttan verður sett av til arbeiðið.

Nógv góð hugskot komu fram og semja var um at roynast eigur serliga at fáa fatur á teimum ungu, teimum ið velja fyrstu ferð. Samanumtikið prógvaði hesin fundurin, at áhugi so avgjørt er millum kvinnur fyri politikki.